Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 37 tíðindi vur sína sjarmu Ein heim fyri húsfólkið Eitt sum Jona Dam og øll hini starvsfólkini á Mørkini leggja stóran dent á, er at hetta er eitt heim og ikki ein deild á einum sjúkrahúsi ella stovni. Mørkin er eitt røktarheim, har dentur verður lagdur á báðar liðir í orðinum – røktina og tað heimliga Røkt Snorri Brend Mørkin: - Vit gera okkara besta fyri at hetta skal kunna virka sum eitt heim fyri øll húsfólkini, sigur hon. Tey eru ikki at meta sum sjúklingar, búfólk, brúkarar ella hvat orð, ein nú velur at nýta. Men hesi 32 fólkini eru húsfólk á Mørkini. Longu tá hugsanin um hetta røktarheimið kom fram, hevur ein verið sera tilvitaður um hetta hugtakið – at Mørkin er heimið hjá hesum fólkunum. Nógv verður gjørt burtur úr húsfólkinum og teirra avvarðandi, soleiðis at øll føla seg væl, tá tey eru inni á eindunum. Her fáa tey sjálvi møguleika at gera sær ein drekka- munn, og taka hann við inn á kømrini, har familjan kann hugna sær saman hesa løtuna. - Eg haldi, at tey avvarðandi trívast væl undir hesum umstøðunum,. Tað siga tey í øllum førum við okkum. - Hetta lættir eisini um hjá okkum, soleiðis at tað verður minni stress á eindunum, greiðir hon frá. Framvið av óvart! Á Mørkini finst ein stórur køkur, sum ger mat til allar eindirnar. Umframt hetta hevur hvør eindin sín egna lítla køk, sum á mangar mátar virkar sum einhvør annar køkur í einum vanligum føroyskum heimi. Leggjast skal tó aftrat at her er ein týðandi munur, og sum er húsfólkinum at gagni: Tað gongur næstan ikki dagur at ikki onkur bakar okkurt um middagsleitið – eina køku, smákøkur ella annað sum húsfólkinum dámar. - Hetta við matgerðini gera vit heilt bevíst, soleiðis at tey skulu føla luktin av tí sum er til døgurða henda dagin. Hetta gera vit til dømis við at steikja fiskafrika- dellurnar úti á eindunum. - Hetta við at stimulera luktin, er samstundis við til at betra um apetittin hjá teimum, sigur Jona. Tað vísir seg ofta, at portørunum dámar væl at koma framvið her um middagsleitið – onkutíð er meiri líkt til, at teir koma framvið av óvart! Døgurðin var ikki meiri enn liðugur ígjár, tá Jona ætlaði sær víðari undir dag- sins uppgávur. Hon slapp tó ikki undir hesar beinanvegin, tí umboð fyri tíðindatæn- astuna komu á dyr og vildu hitta hana. Henda vitjanin tók sína tíð, og so títt og knapt sum teir vóru farnir avstað aftur, skuldi hon loysa ta seinastu stóru uppgávuna fyri dag- in. - Eitt av starvsfólkunum hevur meldað seg sjúkt, og nú má eg so royna at fáa onkran í hennara stað. - Eg vænti at brúka einar tvær telefonsamrøður aftrat, og so er tað málið loyst, sigur Jona. Mørkin er ótrúliga væl innrættað til tey eldru og til tey, sum skulu arbeiða her. – Vit hava ótrúliga góð starvsfólk, sigur bólkaleiðarin ” Vit gera nógv at sita í friði og náðum saman við teimum og eta. Her royna vit ikki at fara frá borðinum, fyrrenn alt er yvirstaðið. Hetta kann gott taka sína tíð, men tað er líkamikið fyri okkum ” Hesar smákøkurnar hvørva skjótt