Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 48 - 7. mars 2008 ] Í fjør var nær við, og við styrki úr millum øðrum KÍ ger B36 nú enn eina roynd at bjóða áttafaldu meistarunum av Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Av teimum 28 kvinnunum, sum skiftu felag, meðan flytingarvindeygað enn var opið, eru nakrar flytingar, sum kunnu benda á eina harðari kapping í oddinum. Um hon verður nógv harðari, skulu vit tó lata vera ósagt, tí B36 var so nær við at basa KÍ, sum eingin annar hevur verið seinastu átta árini. Men tær megnaðu ikki at halda leiðsl­ uni í Klaksvík, og so streyk KÍ enn einaferð avstað við heitinum. Í B36 gera tær tó aftur eina roynd í ár, og til hetta er liðið eisini styrkt. Úr júst KÍ hevur B36 fingið hendur á Kristinu Eyðbjørnsdóttir og Petur Sjóstein, eins og Rakul Magnussen og Gunn S. Muller eru komnar til B36 úr ávikavist EB/ Streymi og HB. Kristina hevur í fleiri ár verið mett millum bestu føroysku spælararnar, og lítil ivi er um, at hon kann verða sannur fongur hjá B36. Og tað sama kann væl sigast um Rakul, sum fyrr er kosin sum ársins stjørnu­ skot í føroyskum fótbólti. Og so vóna tey í árstals­ felagnum helst, at hon kann gera sama mun, sum ein annar Magnussen gjørdi á mansliði felagsins fyri 15­ 20 árum síðani. KÍ hevur hinvegin eisini fingið sær Svannu V. Niel­ sen og Marjun Joensen úr EB/Streymi í hópin, so tað bendir tann vegin, at tað aft­ ur verða tey bæði somu lið­ ini, sum fara at takast í odd­ inum hetta kappingarárið. Leygardagin bresta føroyameistararnir úr NSÍ og steypa­ vinnararnir úr EB/Streymi. Ágóðin frá dystinum fer til vælgerandi endamál Fótbóltur tíðindaskriv Tað er Lions Club í Føroy­ um, sum saman við Fót­ bóltssambandi Føroya stendur aftan fyri Stór­ steypadystin, sum er byrj­ anin upp á fótbóltsárið, tá føroyameistararnir og steypavinnararnir frá ári­ num fyri møtast í ársins fyrsta dysti. Hesa ferð er Stórsteypa­ dysturin millum NSÍ og EB/Streym, ið gjørdust ávikavist føroyameistarar og steypavinnarar í fjør, og dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali leygardagin klokkan 15. Kom børnum til góðar Herfyri var samkoma í Sjón­ leikarhúsinum í Havn, har tvinni gávubrøv vórðu hand­ að. Upphæddin á øðrum var ágóðin frá Stórsteypa­ dystinum í fjør, og upp­ hæddin á hinum var ágóðin frá listaframsýningini í Müllers Pakkhúsi á ólav­ søku. Stórsteypadysturin í fjør var millum havnarfeløgini HB og B36, og B36 vann hann 5­1 við brotssparks­ kapping, eftir at tað stóð á jøvnum 1­1, tá vanliga leik­ tíðin var farin. So mikið av áskoðarum var til dystin, at inntøkurnar vóru 35.000 krónur, um­ framt at fleiri lótu meira enn prísin fyri atgongumerk­ ið. Fyri at røkka einum rundum tali høvdu feløgini í Lions Club latið eitt sindur aftrat, so upphæddin gjørd­ ist 50.000 krónur. Hesin peningur var latin verkætlanini »Tú hevur rætt«, sum Barnabati stend­ ur fyri, og tí vóru Anna Elisa­ beth Iversen og Jóhanna L. Joensen frá Barnabata komnar at taka ímóti. Tað var økisformaðurin hjá Lions Club í Føroyum, Kristian Joensen, ið handaði gávubrævið, og til staðar var eisini Karl Vidtfeldt frá Fótbóltssambandinum. Fyrsta dagin verður al­ mannakunngjørt, hvørjum góðum endamáli peningurin frá dystinum millum NSÍ og EB/Streymi skal gagna hesa ferð. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur B36 bjóðar KÍ av Stórsteypadysturin gagnar børnunum Frá vinstru: Kristian Joensen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, Jóhanna L. Joensen og Anna Elisabeth Iversen frá Barnabata við gávubrævinum upp á 50.000 krónur til verkætlanina »Tú hevur rætt«, og Karl Vidtfeldt frá Fótbóltssambandi Føroya Tær 18 flytingar av kvinnuligum spælarum yvir 16 ára aldur vórðu í vetur hesar: Spælari Frá Til Nelly Poulsen NSÍ Víkingur Sanna D. Fossdalsá GÍ B68 Erna Svalbard GÍ B68 Mai Britt Svalbard GÍ B68 Joan Miðberg Mikkelsen GÍ B68 Maibritt OlsenGÍ B68 Heidi M. Í Hjøllum ÍF B68 Heidi Olsen NÍF EB/S Svanna V. Nielsen EB/S KÍ Gunn Sloan Muller HB B36 Lillian Hellisdal Ikast HB Kristina Eyðbjørnsdóttir KÍ B36 Petra Sjóstein KÍ B36 Ninna K. Johansen GÍ Skála Nancy Djurhuus EB/S Víking Rakul V. Magnussen EB/S B36 Marjun Joensen EB/S KÍ Ragnhild Aas KÍ Elnesvågen FAKTA Oddafiskarnir verða helst teir somu, men tað tykist, sum hevur B36 spent bogan enn meira, nú tær aftur hava sett sær fyri at koppa KÍ av føroyska kvinnutindinum innan fótbólt