Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 48 - 7. mars 2008 ] Punkteraður spenningur Kappingin hjá monnum tykist mest vera ein spurningur um at fáa tíðina at ganga fram til FM-finalurnar. Tey flestu høvdu annars roknað við einum ordans grannabraki sunnudagin. Men tó at Kyndil enn hevur møguleikan, so má hesin nú sigast at vera av meira teoretisk- um slag. Stórsigurin hjá Neistanum afturi í oktober mánaði ger nevnliga, at Kyndil skal vinna við 13 málum, skulu teir vera betri í innanhýsis roknskapi- num. Og alt annað líka, so er tað ein uppgáva, ið er mest sum ov møtu- mikil hjá teimum grønu, ið tó ivaleyst vilja berjast fyri sínum møguleika. Dystir eru tó eisini í Kollafirði og í Hoyvík. KÍF spælir grannaupp- gerð móti VÍF, og tó at hesin dysturin ikki broyt- ir stórvegis um stiga- talvuna, so plagar hetta at vera nakað, sum spælararnir hjá báðum liðum vilja stríðast fyri. Og í Hoyvík tekur H71 móti oddaliðnum StÍF, sum langt síðani hevur vissað sær sæti í finaluni. Talan er tó um seinasta heimadystin hjá H71 hetta kappingarárið, og tí vilja teir helst enda við manér framman fyri heimaáskoðarunum. -mørk Meistaradeild kvinnur vunnin tapt sett dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 16 15 - 1 47 10 37 19 2 ÍF 16 14 - 2 44 17 27 18 3 Dráttur 16 10 - 6 36 26 10 12 4 Mjølnir 16 7 - 9 27 33 -6 9 5 KÍF 16 6 - 10 27 32 -5 7 6 TB 17 5 - 12 22 39 -17 7 7 Fleyr 17 0 - 17 5 51 -46 0 Meistaradeild menn vunnin tapt sett- Hondbóltur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 18 16 - 1 - 1 535 404 131 33 2 VB 18 10 - 2 - 6 423 391 32 22 3 Neistin 18 11 - 0 - 7 441 426 15 22 4 Kyndil 18 7 - 1 - 10 417 462 -45 15 5 StÍF 18 5 - 1 - 12 406 441 -35 11 6 VÍF 18 2 - 1 - 15 388 486 -98 5 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 18 14 - 1 - 3 534 418 116 29 2 Neistin 18 12 - 1 - 5 514 470 44 25 3 Kyndil 18 10 - 1 - 7 486 484 2 21 4 H71 18 6 - 2 - 10 450 462 -12 14 5 VÍF 18 6 - 2 - 10 476 510 -34 14 6 KÍF 18 2 - 1 - 15 423 539 -116 5 Pápi Chelsea-venj- aran, Meir Grant, var tann einasti í ættini, sum yvirlivdi Holocaust Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tann fyrsti Avram Grant varð jarðaður av soni sínum Meir Grant í einari russ- iskari skóg undir seinna ver- aldarbardaga. Hesin Avram Grant varð jarðaður saman við konuni og fimm børn- um. Tey royndu at flýggja undan nasistunum, men nasistarnir fingu tey aftur, og skutu tey til deyðis. Tann einasti, sum yvirlivdi, var pápi tann Avram Grant vit kenna í dag, Meir Grant. Meir flýggjaði til Ísraels tá kríggið var liðugt. Har gift- ist hann Alizu, sum var irak- iskur jødi. Tey búsettu seg í Petach Tikva, og tað var har, núverandi Chelsea- venjarin Avram Grant var føddur 6. juni í 1955. Hatar kulda Meir Grant vil ikki vitja sonin í London: - Tað er ov kalt, og kuldi er ein av teimum fáu tingu- num eg ikki haldi út. Kuldin situr í sálini og í kroppinum frá tí tíðini, tá vit flýggju undan nasistunum, tá vit flýggjaðu úr Póllandi og til eina risastóra skóg í Russ- landi. Har royndu vit at byggja eina smáttu í 40 kuldastigum, og stríddust fyri bara at yvirliva. Vit búðu rættiliga norðanliga, tí har var ongantíð myrkt um summarið, og ljóst um veturin. So eg klári ikki kulda! Minnini sita føst í Meir Grant. Avram Grant er sjálvur merktur av líðingini hjá Grant-ættini: - Tað flestu í familju mín- ari blivu dripin undir Holo- caust hjá Hitleri. Eg skilji ikki, hvussu ein maður, sum hevur upplivað so nógvar ræðuleikar á foldum kann verða so bjartskygdur. Tá hann var 15 ára gamal hevði hann jarðað síni for- eldur og síni systkin við sínum beru hondum, Hevur Avram Grant sagt í djúpari virðing fyri pápa sínum. Mamman hataði fótbólt Mamma Avram, Aliza Grant, vildi hava, at hann skuldi gerast sakførari, og mótsatt pápanum orkaðu hon ikki fyri fótbólti. - Kona mín var ógvuliga snarsint, tá hon frætti, at Avram heldur vildi gerast fótbóltsyrkisleikari, enn at fara og lesa til sakførara ella lækna, soleiðis sum hon ynskti Avram skuldi gera. Tá gjørdi hon ikki mætari, enn at hon fór eftir einum knívi og kruvdi bólt- in hjá honum. Dreymurin hjá Avram at gerast yrkisleikari brast aftaná eina keðiliga ferðslu- vanlukku. Men hann valdi so tíðliga at gerast fótbólts- venjari, og væl hevur ging- ist. Nú stjórnar hann Chel- sea. Deildar meiningar Tað eru deildar meiningar um Avram Grant, sum verð- ur mettur at verða ein stillur, sterkur og treiskur venjari. Men summi meta Grant at verða eirandaleysan og kyn- iskan. Liverpool-leikarin Yossi Benayoun heldur nógv av Grant, og kallar hann sín lærumeistara, og heldur fast við, at uttan Grant var hann ikki komin langt á sínari leið sum yrkis- leikari. Beint øvugt heldur Eyal Berkovic, at fram- ferðarhættirnir hjá Grant ímóti leikarunum eru skelk- andi og uttan nakra virðing yvirfyri leikarunum. Nøkur fá Chelsea-við- haldsfólk mótmæltu við rasistiskum og anti-semitisk- um rakstrarrópum, tá Avram Grant setti seg í sessin hjá José Mourinho. Men eins og pápin Meir, so er Avram Grant ein yvirlivari, á stillan hátt hevur hann vunnið virðingina hjá leikarunum og viðhaldsfólkunum. Neistakvinnurnar vunnu sær fyrimun móti VB seinasta vikuskiftið. Men talan er aftur um stóra próvtøku móti Kyndli, sum hevur vunnið tríggjar tær seinastu innanhýsis uppgerðirnar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er kvinnudysturin á Hálsi, sum fokus er vent ímóti sunnudagin. Hjá bæði Neista- og Kyndilsáskoðarunum var spenningurin annars sera stórur um mansdystin, men tá Kyndil snávaði móti H71, hvarv tann spenningurin líkasum. Og tí er tað nú fyrst og fremst kvinnurnar, sum tað snýr seg um. Ikki tí at Kynd- il her kann røkka so øgiliga nógv meira enn finaluplássi- num í steypakappingini, sum nú er av. Heldur er spurningurin, um Kyndil enn einaferð kann geva VB eina hjálpandi hond, so- leiðis sum tær hava gjørt tað tær báðar seinastu ferð- irnar, at tær hava spælt móti Neistanum. Verður uppgerðin í steypa- kappingini roknað við. So hevur Kyndil nú vunnið tríggjar dystir á rað móti Neistanum. Og vinna tær fjórðu ferðina á rað eisini, munnu tær hava skrivað sín part av hondbóltssøguni á kvinnusíðuni hjá Kyndli. Og Neistin hevur alt at spæla fyri. Sigrar nú sunnu- dagin og í seinasta dystinum móti StÍF eru krav, um vinnast skal fram til FM- finaluna. Seinastu dystirnar hevur Neistin eisini fingið glið á, og tí eru útlitini fyri sigrinum kanska betri nú, enn tær vóru til seinasta uppgerðina. Og uttan iva vilja tær bláu eisini stað- festa, at tær enn skulu rokn- ast sum sterkasta kvinnu- liðið í høvuðsstaðnum. Í hinum báðum dystunum hjá kvinnum er talan um greiðar favoritt-leiklutir. Stjørnan hevur heimavøll móti StÍF, og VB hevur heimavøll móti longu niður- flutta VÍF. Rørandi søgan hjá ísraelsku Grant-ættini Tvær próvtøkur eftir Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin 09.03 14.30 Neistin-Kyndil 09.03 15.00 Stjørnan-StÍF 09.03 15.00 VB-VÍF Atlantic Airways-kappingin 09.03 16.00 Neistin-Kyndil 09.03 16.00 KÍF-VÍF 09.03 16.00 H71-StÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 08.03 14.00 ÍF-Fleyr 08.03 14.00 KÍF-SÍ 09.03 14.00 Dráttur-Mjølnir Meistaradeild menn 08.03 16.00 ÍF-Fleyr 08.03 16.00 SÍ-Mjølnir Tað vóru mong í Chelsea, sum ivaðust, tá Avram Grant tók leysa venjarasessin í felagnum. Men higar til hevur hann vunnið virðingina frá bæði Kyndilskvinnur hava vunnið tríggjar tær seinastu uppgerð­ irnar móti Neistanum. Og nú hava tær møguleika til veru­ liga at sláa fast, at hóast Neistin er ovari á stigatalvuni, er Kyndil best í høvuðsstaðnum hetta kappingarárið