Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 48 - 7. mars 2008 ] Meistara­ heitið kann fara til Sørvágs Um vikuskiftið kann SÍ gera sær sjálvum tann stóra beina, at vinna meistaraheitið. Kravið er tó at teir megna at knúgva Mjølnir, og tað verður ongin løtt uppgáva. Vinnur SÍ móti Mjølni um vikuskiftið, so eru teir greipu­ vinnarar, tí um miðjan februar vunnu teir eis­ ini steypakappingina. Í finaluni møttu teir júst Mjølni, og tá var talan um klassamun. Um vikuskiftið verður tað sjálvandi ein heilt ørðvísi dystur, men man má tó siga, at bólturin liggur til SÍ, at sláa í gólvið. Dystur er tó eisini á Kambsdali, har ÍF, ið enn kunnu vinna meist­ araheitið, taka móti Fleyr. Møguleikin hjá ÍF, at vinna FM, er tó bert teoretiskur, tí fyri at hetta skal kunna lata seg gera, krevst, at Mjølnir bæði vinnur móti SÍ og tapur móti ÍF í seinasta dystinum í ár. Skuldi tað ikki eydnast Mjølni at vinna í Sørvági, verður tað hinvegin SÍ ið vinnur FM. So fyri at taka saman­ um, so sær tað út til at meistaraheitið liggur fyri hendrunum á SÍ, ið við sigri kunnu avgera alt sjálvir. -niels BK Tromsø eru farnir í søguna Norska flogbóltsfelagið BK Tromsø, ið hevur havt tveir føroyskir leikarar í felagnum, sær nú út til at fara í søguna, orsakað av fíggjarligum óskili. Føroyski leikarin Rúni Weihe hevur í síðsta ár spælt í felagnum, men í ár hevur hann valt, ikki at spæla við. Hetta sigur hann seg so heldur ikki angra. – Eg sá at hendan gongdin ikki kundi halda á fram, og eg eri glaður fyri at steðga í ár. Áður hevur Bárður Bendix Mikkelsen eisini verið knýttur at felagnum í Tromsø. Fíggjarliga óskilið er somikið stórt, at felagið hevur eina skuld áljóðandi nærum 700.000 krónur, og tað er spjatt yvir 41 ymiskar kreditorar. Tann eini av kreditorunum er Norska Flogbóltssambandið, og fyri at sanera ta skuldina áljóðandi 65.000 krónur, noyðist felagið niður í lægstu deildina, umframt at teir ikki sleppa at flyta upp, komandi tvey kappingarárini Í Meistaradeildini hjá kvinnum hevur tað í ár, bert verið talan um tvey lið, ið kappast um FM-heitið, og lagnan skuldi eisini blaka júst hesi bæði liðini í ringin, tá steypafinalan skuldi spælast um miðjan februar FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Fuglfjarðakvinnur og sør­ vágskvinnur hava ikki tapt nógvar dystir í ár, og einastu ferðina, tey hava mist á stokkinum, er tá tey hava møtt hvør øðrum. Í landskappingini hava liðini spælt tvær ferðir í Sørvági, og tá hevur SÍ megnað at knúgvað ÍF, meðan tað á Kambsdali gjørdist talan um sigur til ÍF. Ein dystur er eftir millum liðini bæði, og hesin verður eisini í høllini á Kambsdali. Hesin fer at avgera meistaraheitið. Seinastu fyrireikingarnar Bæði í Fuglafirði og í Sør­ vági, verður seinasta høvið, at fáa seinastu blokkarnar at fella upp á pláss, um viku­ skiftið, tá liðini bæði hava dystir, tær eiga at vinna. SÍ vitja í Kollafirði, og har er unga KÍF­liðið heldur skert, eftir at onkur av stuðulsleikarunum eru farnar av landinum í lestrar­ ørindum. ÍF taka móti Fleyr á heimavølli, og tað eigur eftir øllum sólarmerkingum, at geva ein heimasigur. Fleyr liðið er sera ungt, og liðið er nærum júst tað sama, sum felagið hevur í kvinnuunglingum. So hesar ungu moyggjar hava fram­ tíðina fyri sær, og kunnu taka hetta kappingarárið sum eina uppliving og byggja víðari á hesar týdningarmiklu royndir. Jakstra bronsuna Mjølnir liðið hevur veruliga ment seg seinastu dystirnar, og vinna tær aftur um viku­ skiftið móti Drátti, og aftur í næsta vikuskifti, suðuri á Tvøroyri, samstundis sum Dráttur tapur sín seinasta dyst móti KÍF, so sær heilt gott út hjá Mjølni. Hóast tað er lítið sannlíkt, so er møguleikin enn har, og í Mjølni fara tær óivað inn til báðar dystirnar sum íresta, við hugsanini um, at tað ber til at náa bronsu heiðursmerkjunum. Alt bendir á, at dystirnar um vikuskiftið fara at vera seinasta upphitingin hjá oddaliðunum báðum SÍ og ÍF, og at avgerðin fer at fella í høllini á Kambsdali tann 15. mars Upphiting til endabrestin Unga SÍ liðið hevur knúst alla mótstøðu, síðan tapið móti ÍF í steypafinaluni, og eftir finalutapið, lovaði Karin Mikkelsen, at genturnar vóru ræðuliga skuffaðar, og at tað ikki skuldi henda seg aftur. Síðan tá hava tær víst ræðandi styrki, og spenningurin er í hásæti, nú tað styttist fram móti avgerandi dystinum á Kambsdali, 15. mars