Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 41 lýsingar Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Fólk til húsavørðin Til deildina hjá húsavørðinum verður søkt eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt. Deildin er ein partur av Tænastudeplinum, har tað eru 7 aðrar deildir. Starvsinnihald Starvið umfatar vørukoyring, inni- og útiarbeiði og til tíðir tungt arbeiði. Viðkomandi skal verða fryntlig/ur, fyrikomandi og hava góða heilsu. Umsøkjari við stóra koyrikortinum hava fyrimun. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heimir Ottósson, leiðandi húsavørð, tlf. 304500, lokal 1270, t- post: heot@ls.fo Umsóknarfreistin er 25. mars 2008 kl. 12.00 Ergoterapeutur Til okkara vælvirkandi toymi av ágrýt- num og positivum starvsfeløgum á Ergoterapiin á psykiatrisku deild søkja vit eftir avloysara fyri ergoterapeut 34 tímar um vikuna. Starvið er frá 1. apríl 2008 ella skjótast tilber, fram til 31. mars 2009. Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss í stórari menning har tú fært møguleika fyri fakligum og persónligum avbjóðingum. Um arbeiði: Ergoterapiin viðgerð brúkarar frá øllum psykiatriskum deildum umframt ambu- lantar brúkarar. Vit arbeiða sentralt í ergoterapiini, og ergoterapeutarnir hava ábyrgdina av hvør sínari deild. Vit bjóða tær eitt spennandi starv, har arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroytt- ar. Vit nýta m.a eina kanadiska fyrimynd sum fatanargrundarlag, og arbeitt verður nógv við dokumentatión. Ergoterapeuturin Skal vera áhugaður í at luttaka í einari spennandi avbjóðing, kunna vísa áræði, vera opin fyri nýggjum tiltøkum og sum vil vera við til at útbyggja tað tvørfakliga samstarvið við aðrar fakbólkar. Vit leggja dent á persónligir eginleikar so sum fleksibilitet, greiða talu og humor. Nærri fæst at vita um arbeiðstíðir, arbeiðsuppgávur o.a við at venda sær til Súnu Mørk, deildarergoterapeut, tlf. 304500, lokal 5785 og 5786. Umsóknarfreistin er 25. mars 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari/pleygari til Psyk. D1 (endurlýsing) Eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 1,0 er leyst at søkja til setan 1. apríl 2008 til og við 31. desember 2008. Deildin er ein opin 5 daga psykiatrisk móttøkudeild við 14 seingjaplássum. Arbeiðið er skipað eftir kontaktpersóns- skipanini, og eru vit í gongd við at innarbeiða kognitiva viðgerð sum arbeiðshátt. Vit raðfesta samstarvið, trivnaðin og fakligu menningina høgt. Arbeiðsumhvørvið er avbjóðandi og spennandi. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkra- røktarfrøðingur, heilsurøktari/pleygari • royndir og fakligan áhuga innan psykiatrisku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • góða innleiðslu • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til deildarleiðaran, Jóngerð M. Nielsen á telefon 304500, lokal 4021, t-post: lsjonni@ls.fo ella til leiðandi sjúkrarøktarfrøðingin, Bergit Weihe, lokal 4102, lsberwe@ls.fo Umsóknarfreistin er 25. mars 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur til G3, onkologiska ambulatorium Á onk. amb. G3 er eitt avloysarastarv á starvsbrøki 0,8 leyst at søkja til setan 1. mai 2008 ella eftir avtalu til og við 30. april 2009. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • kunna og vegleiða sjúklingar og avvarðandi um krabbamein • tryggja eina kvalifiseraða viðgerð og eftirkanning av sjúklingum • samskipa samstarv við aðrar deildir, primer øki og Ríkissjúkrahúsið • kunna, vegleiða og undirvísa aðrar deildir um røkt og viðgerð av krabbameinssjúklingum • samskipa viðgerð og eftirkanning hjá krabbameinssjúklingum • sjálvstøðugar viðtalur • ráðgeva um linnandi sjúkrarøkt • geva kemoviðgerðir Førleikakrøv: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • kemoskeið • faklig vitan innan økið • kliniskar royndir innan røkt og viðgerð á økinum • góð tvørfaklig samstarvsevni • arbeiða sjálvstøðugt Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompotentar og virknar starsvfelagar • tvørfakligt samstarv • fakliga menning Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava: • onkologiska eftirútbúgving • drúgvar kliniskar royndir innan viðgerð og røkt av onkologiskum sjúklingum Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Evu Mortensen, deildar- leiðara á G3, lokal 6250 ella til Mariu Debess, onk. amb., lokal 6210. Umsóknarfreistin er 25. mars 2008 kl.12.00 Læknaskrivaranæmingar Tvey lærupláss sum læknaskrivara- næmingar eru leys at søkja til setan 1. september 2008. Talan er um eina lærutíð uppá 2 ár, harav 15 vikur eru býttar í 5 modulir á 3-4 vikur á handilsskúla í Danmark. Hin parturin er praktikktíð við hollari undirvísing og einari rokeringsætlan á Landssjúkrahúsinum. Fyrstu 3 mánaðir- nir er ein royndartíð. Upptøkukrøv: HG (2 ára) ella HH HF- ella studentsprógv + HG prógv (18 vikur) frá handilsskúla Førleikakrøv: • Góður førleiki í føroyskum og donskum • Góður førleiki í teldutøkni og tekstviðgerð • Góð samstarvsevni/samskiftisevni • Góður røkjuskapur • Kunnleiki í latíni er ein fyrimunur Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara, lokal 6103. Umsóknarfreistin er mánadagin 28. mars 2008 kl. 12.00