Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 48 - 7. mars 2008 lýsingar Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøðingur til avloysarastarv fyri deildarleiðara Á G3 er eitt barnsburðarfarloyvisstarv fyri deildarleiðararan leyst at søkja til setan 1. mai 2008 ella eftir avtalu til og við 31. mars 2009. Á G3 eru hesi medisinsku ambulatoriini: hæmodialysan, cardiologisk amb., onkologisk amb., hæm. amb., diabetes amb., nuclear med./lunga amb., maga/ tarm amb., nefrologisk amb, viðgerðir fyri rheumatologiskar sjúkur og klinisk neuro fys. lab. Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktar- frøðingi við drúgvum fakligum royndum innan medisinska viðgerð og røkt og við góðum samstarvsevnum. Deildarleiðarin skal virka fyri, at deildin virkar sum ein eind, við best møguligari nýtslu av starvsfólkaorku og kanningarhølum til gagns fyri sjúklingin. Ein partur av arbeiðsuppgávunum hjá deildarleiðaranum eru í klinkkini. Deild- arleiðarin hevur, innan tað sjúkrarøktar- fakliga økið, tilvísing til leiðandi sjúkra- røktarfrøðingin á medisinska deplinum. G3 er opið hvønn yrkadag kl. 08.00 – 16.00. Harumframt hevur hæmodia- lysan opið leygardag og trý kvøld um vikuna. Deildarleiðarin hevur ábyrgd av: • sjúkrarøktini • klinisku arbeiðsuppgávunum • tí dagligu leiðsluni á deildini • fakligu menningini • fíggjarstøðuni á deildini Vit kunnu bjóða • innleiðslu • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • positivt tvørfakligt samstarv • ávirkan á fakliga menning • fakliga kompetentar starsvfelagar Krøv til umsøkjarar • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi • drúgvar fakligar royndir innan medisinska økið • royndir í kliniskum arbeiði • royndir og hug til leiðslu • áhuga í fakligari menning av starvsfólkum • visiónir, sjálvstøðug/ur og kreativ/ur í arbeiðinum Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava • dialysu serútbúgving • leiðsluútbúgving Starvslýsing og fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Evu Mortensen deildarleiðara á G3, lokal 6250, t-post: lsevamo@ls.fo ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, t-post: lsasapo@ls.fo Umsóknarfreistin er 26. mars 2008 kl. 12.00 Summarferiuavloysarar Sjúkrarøktarfrøðingar Pleygarar Heilsurøktarar Sjúkrahjálparar Heilsuhjálparar Ljósmøður Søkt verður eftir starvsfólki til fulltíðar og parttíðar feriuavloysarastørv í skiftandi vaktum í tíðarskeiðinum 1. juni 2008 til og við 31. august 2008. Økini, ið tørva summar- feriuavloysarar í ár, eru: • hæmodialysu ambulatorium • hjartadeild • barnadeild, børn 0-14 ár • føðideild/præmaturstova og ljósmøðraskipanin • geriatrisk deild • intensiv deild og skaðastova • operatiónsdeild (við tilkallivakt frá bústaði/kamari) • kirurgisk, medisinsk og psykiatriskar seingjadeildir Vit ynskja ágrýtin røktarstarvsfólk við dirvi, góðum samstarvsevnum og evnum til at virka sjálvstøðugt. Nærri upplýsingar fáast við at ringja 304500 til leiðandi sjúkrarøktarfrøðing: • Nainu Túgvustein, Skurð- og akutt depilin, lokal 5102, lsnaitu@ls.fo • Ása Poulsen, Medisinski depilin, lokal 6102, lsasapo@ls.fo • Bergit Weihe, Psyk. depilin, lokal 4102, lsberwe@ls.fo • Eyðfríð L. Jacobsen, leiðandi ljósmóðir, lokal 5301, lseydja@ls.fo Umsóknarfreistin er 27. mars 2008 Onnur leys størv á Landssjúkrahúsinum (sí meira á www.lsh.fo) Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin (endurlýsing) Umsóknarfreistin er 10. mars 2008 Læknaskrivari til Medisinska depilin Umsóknarfreistin er 12. mars 2008 kl. 12.00 Yvirlækni til Røntgendeildina Umsóknarfreistin er 17. mars 2008 KT-starvsfólk Umsóknarfreistin er 17. mars 2008 kl. 12.00 Starvsfólk til Fíggjardeildina Umsóknarfreistin er 17. mars 2008 kl. 12.00 Ljósmøður Umsóknarfreistin er 25. mars 2008 Radiografar/Røntgen- sjúkrarøktarfrøðingar Umsóknarfreistin er 11. apríl 2008