Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 45 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogur til Verkhúsið Virkni Verkhúsið Virkni søkir eftir pedagogi til farloyvisstarv við setan frá 1. apríl 2008 og eitt ár fram. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Verkhúsið Virkni er ein dagsstovnur har vit, í einum vælskipaðum pedagogiskum umhvørvi, geva kropsliga og sálarliga menningartarnaðum ítøkilig amboð til at menna sítt lívsvirði og sjálvsvirði. Starvið er krevjandi bæði kropsliga og sálarliga, men er samstundis ein støðug pedagogisk avbjóðing. Vit vænta at tú: • tekur lut í øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan • sær týdningin av góðum samstarvi • sjálvstøðugt kann seta ígongd og skipa fyri virksemi Um tú spælir uppá eitthvørt ljóðføri, er tað av stórum áhuga hjá okkum. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um Pedagogur, ið fram- manundan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna- setanin fram, og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin peda- gogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála- ráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Hildur Hermansen, á telefon 28 91 00. Hevur tú hug og áræði at royna teg á einum virknum arbeiðs- plássi, so send eina umsókn við hjáløgd- um próvskjølum, viðmælum og C.V. til: Nærverkið Trivnaðartænastan Postsmoga 26 110 Tórshavn Stílað: Hermann Mortensen, virkandi deildarleiðari Umsóknarfreist: 1. apríl 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Pedagogur til Bústovnin Eirargarð 16A/16BN Bústovnurin Eirargarður 16A/16BN søkir eftir pedagogi til farloyvisstarv við setan frá 01.04.2008 til 31.03.2009, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Á bústovninum búgva 15 menningar- tarnað fólk, har fleiri teirra hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at tann ið settur verður, er likamliga væl fyri og er áhug- aður í at luttaka aktivt í øllum avbjóð- ingum og er opin fyri nýhugsan. Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálv- støðugt og at samstarva við onnur, umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til leiðaran á Bústovninum á tlf. 315422 ella 315423. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um Pedagogur, ið fram- manundan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna- setanin fram, og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin peda- gogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála- ráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Umsókn: Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Bústovnurin á Eirargari 16 A/BN FO-100 Tórshavn Stílað: Bjørg Mohr, leiðari Umsóknarfreist: 25. mars 2008 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Sjúkrarøktarfrøðingur til Røktarheimið á Mørkini Eitt farloyvisstarv í starvsbrøki 0,7 er leyst at søkja frá 1. apríl 2008 til 1. november 2008. Vit søknast eftir eini eldsál, ið: • Hevur hug og hegni at veita røkt og umsorgan til húsfólk okkara • Vil viðvirka til góðskumenning av veittum tænastum • Tekur undir við visjónini um at skapa eitt heimligt og lívligt umhvørvi • Hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar Vit kunnu bjóða: • góðar arbeiðsumstøður í nýggjum heimi • eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt • eitt starv við nógvum avbjóðingum • eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning Fólk við útbúgving sum heilsurøktari hava eisini møguleika at søkja. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á Mørkini, Kristbjørg Toftegaard, á telefon 471050 ella 282054. Umsókn skal sendast til: Røktarheimið á Mørkini Neystavegur 435 Streymnes Stílað: Kristbjørg Toftegaard Umsóknarfreist: 25. mars 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Frítíðaravloysarar til Røktarheimið á Mørkini Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri røktarstarvsfólk og hjálparfólk í køki og reingerð/klæðnavaski í tíðarskeiðnum1. juni til 31. august 2008. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi Fakfelag og Fíggjar- málaráðið. Setanarøkið umfatar Nær- verkið og deildir undir tí. Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, leiðara, á tlf. 471050. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Røktarheimið á Mørkini Neystavegur 435 Streymnes Stílað: Kristbjørg Toftegaard Umsóknarfreist: 31. mars 2008 Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimatænastuni Vágar/ Norðstreymoy. Fyrstu húsfólkini fluttu inn í mai 2006. Á Mørkini eru 26 búpláss og 6 umlættingar pláss. Heimið er býtt út í 4 húskir við 8 húsfólkum í hvørjum húski. Aðalsetningurin fyri heimið er at skapa eitt heimligt og livandi umhvørvi, har trivnaður og sjálvaavgerðarrættur hins einstaka er í hásætið. Lesið -so eru tit við!