Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 48 - 7. mars 2008 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogur til Verkhúsið Virkni Verkhúsið Virkni søkir eftir pedagogi til farloyvisstarv við setan frá 1. apríl 2008 og eitt ár fram. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Verkhúsið Virkni er ein dagsstovnur har vit, í einum vælskipaðum pedagogiskum umhvørvi, geva kropsliga og sálarliga menningartarnaðum ítøkilig amboð til at menna sítt lívsvirði og sjálvsvirði. Starvið er krevjandi bæði kropsliga og sálarliga, men er samstundis ein støðug pedagogisk avbjóðing. Vit vænta at tú: • tekur lut í øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan • sær týdningin av góðum samstarvi • sjálvstøðugt kann seta ígongd og skipa fyri virksemi Um tú spælir uppá eitthvørt ljóðføri, er tað av stórum áhuga hjá okkum. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um Pedagogur, ið fram- manundan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna- setanin fram, og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin peda- gogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála- ráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Hildur Hermansen, á telefon 28 91 00. Hevur tú hug og áræði at royna teg á einum virknum arbeiðs- plássi, so send eina umsókn við hjáløgd- um próvskjølum, viðmælum og C.V. til: Nærverkið Trivnaðartænastan Postsmoga 26 110 Tórshavn Stílað: Hermann Mortensen, virkandi deildarleiðari Umsóknarfreist: 1. apríl 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Pedagogur til Bústovnin Eirargarð 16A/16BN Bústovnurin Eirargarður 16A/16BN søkir eftir pedagogi til farloyvisstarv við setan frá 01.04.2008 til 31.03.2009, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Á bústovninum búgva 15 menningar- tarnað fólk, har fleiri teirra hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at tann ið settur verður, er likamliga væl fyri og er áhug- aður í at luttaka aktivt í øllum avbjóð- ingum og er opin fyri nýhugsan. Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálv- støðugt og at samstarva við onnur, umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til leiðaran á Bústovninum á tlf. 315422 ella 315423. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um Pedagogur, ið fram- manundan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna- setanin fram, og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin peda- gogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála- ráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Umsókn: Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Bústovnurin á Eirargari 16 A/BN FO-100 Tórshavn Stílað: Bjørg Mohr, leiðari Umsóknarfreist: 25. mars 2008 Hús á Signabø 30 til sølu Norðseturhús snið 85s, bygd 1988. Stykkið er um 650m2. Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvi, buss- leið 4 steðgar tætt við. Sí myndir og uppl. á www.spadar5.com/sethus Tlf. 421419 ella 271441 eftir kl 16 um... ...er lisin -so ert tú við!