Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 7. mars 2008 47 lýsingar Starvsfólk til ungdómshúsið á Tvøroyri Til ungdómshúsið á Tvøroyri verður søkt eftir einum fólki at arbeiða 25 t/v at byrja við. Arbeiðstíðirnar verða, í høvuðsheitinum, seinna- partar og kvøld. Húsið verður opið 3 gerandis- dagar um vikuna, harafturat verða tiltøk av og á í vikuskiftinum. Tað verða børn frá 4.-7.flokk, sum koma at vera í húsinum fyrra partin av degnum aftaná skúlatíð, og ung frá 8.flokki og upp til 18 ár verða seinna partin av degnum og út á kvøldið. Ungdómshúsið, sum letur upp 1. apríl, verður staðið, har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr. Starvsfólkið skal tí, saman við leiðaranum, ganga hesum avbjóðingum á møti, og: • hava áhuga og vera opin fyri einum fjølbroyttum gerandisdegi • dáma væl at arbeiða við børnum og ungum, skapa tryggleika hjá brúkarunum, og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka • kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta • eftirsum tónleikurin fer at umboða ein part av virkseminum, er tað ein fyrimunur at hava royndir og/ella útbúgving á hesum øki. Ungdómshúsið kann m.a. bjóða: • eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum • ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi • løn sambært avtalu við avvarandi yrkisfelag Skrivlig umsókn, við møguligum prógvum og við- mælum, kann sendast til: Tvøroyrar Kommunu, Tvøráv. 37, 800 Tvøroyri. Mrk. Starvsfólk til ungdómshúsið, og skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi hin 14. mars 2008 kl. 12.00. Um ivamál ella spurningar eru, vinarliga setið tykkum í samband við Onnu P. Mortensen á tlf. 372810 ella annapau@post.olivant.fo T V Ø R O Y R A R K O M M U N A FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst! Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður 15. mars 2008 kl. 10.00 á Hotel Føroyum smbrt. viðtøkum felagsins við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Val av atkvøðuteljarum 3. Góðkening av dagsskrá 4. Góðkenning av starvsskipan 5. Frágreiðing formansins 6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi 7. Innkomin uppskot 8. Val av tveimum grannskoðarum 9. Ymiskt Uppskot, sum skulu verða viðgjørd á aðalfundi- num, mugu vera felagnum í hendi 1. mars 2008 Morgundrekka fæst frá kl. 09.30. Fundurin byrjar kl. 10.00 stundisliga. Eftir fundin, á middegi verður okkurt til matna. Tilmelding er neyðug til aðalfundin, og skal til- meldast á skrivstovu felagsins í seinasta lagi týsdagin 10. mars kl.13.00. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA, verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 1. og 2. apríl 2008 og á Landssjúkrahúsinum 3. apríl 2008. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 25. mars 2008. Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík FRISØRUR Salong Madonna søkir eftir útlærdum frisørum. Vinarliga ring á tlf. 31 22 99 www.sosialurin.fo