Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 4 - Vit hoyrdu ongantíð eitt øvugt orð frá øllumt teimum mannligu leikarunum í NSÍ. Har vóru ongantíð trupuleikar við venjingar- og vallartíðum, bóltum, klæðum o.ø. Vit gjørdust ein partur av eindini beinavegin, og vit føldu okkum eitt við felagið. Eg havi ikki merkt annað í HB heldur, nakrar síðuviðmerkingar og skemtilig prik hava verið, men vit hava bara givið aftur av somu skuffu. - Annika Hansen kennir ikki til annað enn, at kvinnuligu fótbóltspionerarnir í Føroyum vóru væl móttiknar. Tá kvinnufótbólturin kom á breddan í skandinavisku londunum í 1960- unum og 1970-unum gekk ikki líka væl í hond allastaðni. Og úrslitið var, at fótbóltsfeløg, sum vóru kvinnufeløg burturav vóru sett á stovn. Men hetta letur til at verða ein ókendur trupuleiki í Føroyum. Men Annika er ikki nøgd við misjøvnu umrøðuna hjá okkum fjølmiðlafólkum, tá tað kemur til Formuladeildina hjá monnum, og bestu deildini hjá kvinnunum. Har eru vit fjølmiðlafólk farin heilt yvir í tað “mannligu” grøvina. Sama býtið, sum er millum kvinnur og menn í hondbólti og flogbólti hevði verið ynskiligt at havt í fótbólti, tá um umrøðu ræður. Hondbóltur, kappróður og Judo Annika royndi seg ikki bara í fótbólti, hon hevur eisini leikt hondbólt, róð kapp og íðka judo. Í Judo lá ræðið fyri: - Eg gjørdist Føroyameistari í Judo í 1983. Eg vann allar í mínum aldursbólki, har var ov lítil mótstøða, so eg tímdi ikki at fáast við tað meir. - Hon hevur eisini róð kapp við Hósvíkingi, og tá hon var tannáringur leikti hon hondbólt við NSÍ tað eina árið. Annika er vaksin upp í Funningsfirði, sum er blivin ein meiri kend bygd, nú tá alsamt fleiri bilførarar verða noyddir at fara upp um Eiðisskarð. Her búði hon síni fyrstu 18 ár. Tað var av tilvild, at Annika fór at leika fótbólt í 1986. Hon búði í Runavík tá, og fór mest sum í berum forvitni oman á vøllin við Løkin at hyggja eftir kvinnunum, sum leiktu fótbólt har eitt kvøldið. Hon bleiv rópt inn á vøllin at leika við og leikti hon tveir teir fyrstu dystirnar á miðjuni. Men í triðja dystinum var hon sett á høgra bakk. Àrið eftir gavst málverjin, og Annika fór at verja málið, júst hetta árið eftir gekk rættuliga væl í hond hjá teimum, og vunnu tær suverent 2. deild hjá kvinnum. Men komnar upp í bestu deildina í 1988 var setningurin væl strævnari, og taptu tær nógvar dystir. Burtur frá fótbólti Sum so mong onnur bygdarfólk endaði Annika við at búseta seg í Havn. Men komin til Havnar gjørdi hon einki við fótbóltin. Tað var ikki fyrr enn í 1995, at Ann Hansen, sum tá leikti við Kvinnuligu fótbóltspionerarnir fingu góða móttøku Annika Hansen var við, tá føroyski kvinnufótbólturin byrjaði. Hon hevur verið Føroyameistari og leikt á landsliðnum. Hon hevur tikið ungdómsvenjaraskeiðini hjá FSF, og í dag venur hon eitt nýtt ættarlið av fótbóltsgentum Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Annika um Altjóða Kvinnudagin Tað er í fínasta ordan, at ein slíkur dagur verður hildin í Føroyum og aðrastaðni. Tað er gott við slíkum tiltøkum. ... um Randi Wardum Randi er ein framúr góður málverji. Hon hevur tann rætta hugburðin tá tað kemur til seriøsitet. Fyri at siga tað, sum tað er: Hon er tann besta síðani eg gavst. Navn: Annika Hansen Fødd: 22. november 1966 Bústaður: Tórshavn Feløg: NSÍ, HB, Sunda Judofelag og Hósvíkar Róðrarfelag Fakta - Tað er betri og rættari, at vit eru við í EM-undankappingum enn, at vit eru við á Oyggjaleikunum