fríggjadagur 7. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 48 - 7. mars 2008
Saknar tú spenning?
SEV søkir eftir elektrikara, elinnleggjara ella líknandi til Sundsverkið
Á Sundsverkinum er eitt starv sum
elektrikari, elinnleggjari ella líknandi
leyst at søkja.
Talan er um eitt spennandi starv við
góðum møguleikum fyri bæði
fakligari og persónligari menning.
Tú fer at seta tíni fingramerkir á
arbeiðini, ið skulu gerast.
Á deildini starvast í løtuni 3
verkfrøðingar og 4 elmontørar.
Elfelagið SEV er interkommunalur felag
Tínar arbeiðsuppgávur verða millum
annað:
• at vera við í dagliga viðlíkahaldi-
num av eltekniska útbúnaðinum og
SRO skipanini á verkinum
• innlegging og íverksetan av el-
innleggingum og stýringum.
• at verða við at finna feilir sum koma
á elútbúnaðin og bøta um hesar
Tú:
• er útbúgvin elektrikari, elinnleggjari
ella tilsvarandi
• dugir at arbeiða við SRO- og PLC
skipanum, instrumentering og
kalibrering av transmittarum
• dugir at arbeiða við stýringum og
lykladiagrammum
• kennir til elinnleggingar og veitingar-
anlegg (SB6)
• dugir at arbeiða við teldu á vanligum
støði
• dugir at samskifta á donskum og
enskum
Vit ganga út frá, at tú er fleksibul og
kann arbeiða uttanfyri vanliga
arbeiðstíð, tá ið brúk er fyri tí.
Sjálvandi er tú fyrikomandi og lættur
at arbeiða saman við.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum SEV og avvarðandi yrkisfelag.
Er hetta nakað, ið hevur tín áhuga,
skal tú senda eina umsókn við
prógvum til:
Elfelagið SEV
Landavegur 92
Postsmoga 319
110 Tórshavn
í seinasta lagi 26. mars 2008.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Terja Nielsen, deildar-
verkfrøðing á 346800.
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum
fæst burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av
framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at
gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin
økist.
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum,
virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði
góðsku- og kervis-ábyrgdina í Føroyum.
Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært lógarkrøvum til trygd og
annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og
skeiðum og eftirútbúgvingum annars.
Sundsverkið er størsta elverkið í Føroyum við einum mátti uppá umleið 45MW. Á
verkinum eru 5 motorar. Tveir teir størstu av hesum standa í løtuni fyri eini stórari
eltekniskari dag-føring, og er tað ætlanin at tann, ið settur verður, eisini fer at seta seg
inn í hesa nýggju framkomnu SRO-stýriskipan.
Talan er í høvuðsheitum um útskiftan av láspenningstalvum, alarmskipan, last- og
spennings-regulatorum, pumpustýringum og yvirskipaðu stýriskipanina. Eisini verður
onnur útgerð á Sundsverkinum tengd at somu skipan, soleiðis at tað framyvir verður ein
yvirskipað stýriskipan fyri alt elverkið á Sundi.
Á Sundsverkinum verður annars arbeitt við Siemens S7, ABB 800xA, Profibus osv.
Kvinnufelagnum í Havn
í Norðurlandahúsinum
Byrjað verður í forhøllini kl. 15, har Amnesty
International hevur framsýning um pakistanskar kvinnur.
Heiðrún og Alvi spæla violin og guitar, og møguleiki
verður at fáa sær okkurt leskiligt at drekka.
Við myndum og teksti fer Kvinnufelagasamskipan
Føroya at seta fokus á nakrar av okkara
undangongukvinnum.
Frá 15.30 til uml. 17.30 verður orðaskifti um
fosturtøku, har evnið verður lýst frá ymiskum
sjónarhornum, bæði fakligum og hugsjónarligum, eitt nú
tí juridiska, læknafrøðiliga, kristiliga, samfelagsliga og tí
persónliga sjónarmiðinum.
Elin Winther Poulsen, tíðindakvinna, verður
fundarstjóri.
Aftaná pallborðsorðaskiftið verður ein biti at eta.
Borðreitt verður við góðari buffet, og høvi verður at
keypa sær okkurt leskiligt afturvið matinum úr caféini.
Kostnaður fyri tiltakið um dagin er 150 kr.
Kl. 19.30 byrjr sjónleikurin Ibsens kvinnur við norsku
sjónleikarakvinnuni Juni Dahr. Norðurlandahúsið selur
atgongumerki undan sýningini. Kostnaður fyri leikin er
125 kr. Øll eru vælkomin.
-----
Valkyrjurnar á Pubbini
á Tvøroyri
Valkyrjurnar, sum er áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy,
skipa altjóða Kvinnudagin 8. mars fyri áhugaverdum
tiltaki í Pub & Café´ini hjá Thomsen á Tvøroyri.
Á skránni er tónleikur, fyrilestrar og ábit. Byrjað verður
við sangi og guitartónum frá Rebekku Søndergaard
Mortensen og einum vælkomstdrykki. Síðani fer Anna
Mortensen, forkvinna í Valkyrjunum, at hugleiða um
kvinnudagin og kvinnur i Suðuroynni.
Marita Rasmussen, sum er nýggjur stjóri í
Vinnuhúsinum, fer at tosa um vinnumøguleikar í Suðuroy
og í Føroyum sum heild. So verður matarsteðgur, har
bjóðáð verða ymiskar salatir við breyði, og Rebekka
syngur og spælur. Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur,
við sergrein í tara, fer síðan at halda fyrilestur, har hon
viðger samansetingina Tari, gransking og Suðuroyggin.
Susanne Høgh Olesen, sjúkrarøktafrøðingur og master í
MVU, fer at tosa um kvinnur og útbúgving undir
heitinum “som at spise dessert”. At enda fer Elin
Mortensen, samskipari í Amnesty International, Føroya
deild, at røða um harðskap móti kvinnum.
Tiltakið, sum er alment, verður í Pub & Café´ini hjá
Thomsen. Byrjað verður kl. 13 til uml. 16. Kostnaðurin
100 kr. Atgongumerkir í forsølu á Pub & Café´ini hjá
Thomsen, í Tangabúðini og á Statoilstøðini á Tvøroyri og
í Vági.
Sí eisini heimasíðuna HYPERLINK ”http://www.
valkyrjurnar.org” www.valkyrjurnar.org
Á Bryggjuni
í Vestmanna
Altjóða kvinnudagurin verður hátíðarhildin á
bryggjuni í Vestmann. Á skránni verður hipp-hopp
dansur, og íverksetarin í Vestmanna, Mariann
Ivansdóttir, fer at skipa fyri makeover.
Malan Johannesen heldur aftur í ár 8. mars-
røðuna, og Laura Joensen frá Tjóðleikpalli Føroya
fer at hava hugleiðingar og smærri einmansleikir.
Ungir vestmenningar úr ungdómshúsinum Staðið
fara somuleiðis at spæla tónleik.
Haldið verður leygarkvøldið 8. mars kl. 20 á
Bryggjuni.
8. mars tiltøk