fríggjadagur 7. mars 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 7. mars 2008
23
ósigur. Men nøkur ár eftir var
hennara fólk farið í tvíningar, og
hon var sostatt deyðadømd. Í
687 herjaði arabiski herførarin á
aftur. Søgan sigur, at hon fekk sítt
banahøgg uppi í Auresfjøllunum.
Sambært søgnini gjørdist hon
127 ár, harav var hon drotning í
35 ár. Søgubøkurna úr arabisku
miðøldini siga frá, hvussu hendan
eldri einkjan kundi spáa um
framtíðina. Hesar gávur hava óiva
virkað til styrkja hennara vald.
Eins og Bhutto doyði al-Kahina
sum ein politisku leiðari í stríði.
Bhutto helst av einum politiskum
bumbubresti og al-Kahina hevði
einki at gera annað enn at
stríðast til fánýtis ímóti einum
arabiskum herliðið, sum í roynd
og veru ikki steðgaði sínari innrás
40 ár seinni á franskari jørð,
fyri Charles Martel. Men hesar
kvinnur livdu tó ikki í dagligum
sambandi við truplu umstøðurnar,
sum vanliga kvinnan livdi og, enn
í dag, livir undir.
Lesiførleiki og
javnstøða í dag
Í 1980unum áttu kvinnur úr
Norðurafrika og Miðeystri seks
børn í miðal. Síðan er miðaltalið
farið skjótt niður eftir, og er nú
komið niður á trý til fýra børn í
miðal. Hetta er tann knappasta
minkingin í heiminum, sambært
UNICEF. Hendan positiva tilgongd-
in verður sett í samband við betr-
aða skúlaskapin, herundir vaks-
andi lesiførleika og upplýsing.
Hagtøl, ið siga frá fleiri barns-
burðum í einum samfelag, bera
ofta boð um lesiførleikan og
útbúgving hjá kvinnum og síðan
aftur møguleikarnar hjá kvinnum
at koma út á arbeiðsmarknaðin,
á jøvnum føti við mannfólk, og at
fáa ávirkan á sítt samfelag – og
harvið røra vit við spurningin um
javnstøðu.
Hendan omanfyrinevnda trupla
støðan fevnir um tað staðfesting,
at vaksnar kvinnur við lesiførleika
í øllum teimum arabisku londu-
num, undantikið Sameindu
Emiratunum, eru færri enn teirra
landsmenn.
Fylgjurnar av hesi støðu eru
álvarsligar avbjóðingar fyri
alt samfelagið: eitt samfelag
við einum stórum hópi av væl
útbúnum arbeiðsleysum ungum.
Og tá ið politiska trýstið er stórt,
og demokratiskar leiðreglur ikki
verða fylgdar, t.d. við harðrendum
einaræði, eru umstøðurnar jú
vánaligar til at betra um støðuna
viðvíkjandi javnstøðu. Í Føroyum
er hinvegin talan fyri ein stóran
part – og væl møguliga størsta
partin – um politiska raðfesting,
tí vit hava nevniliga umstøður at
taka fleiri stig á hesi leiðini.
Hetta er so partur av tí trupul-
leika, sum kvinnur í muslimskum
londum standa fyri, nevniliga
tað, at umstøðurnar eru sera
torførar um málið javnstøða skal
røkkast. Kring størsta partin
av muslimska heiminum eru
kvinnur fyri mismuni í statsligu
lógarverkunum, t.d. er tað
torførari hjá kvinnum at skiljast
frá ektamanninum, pápin fær
oftari rættin yvir barninum og
eisini viðvíkjandi spurningum um
arv.
Hóast støðan síðan 80ini er
nógv broytt og trýst verður lagt
á ymisku stjórnirnar at broyta
lógarverkini, soleiðis at kvinnur
í størri mun verða settar javnt
við mannfólk, so er langt eftir á
mál – luttøkan hjá kvinnum úr
Norðurafrika og Miðeystri á teirra
arbeiðsmarknaði er í dag tann
lægsta í øllum heiminum.
Trupla støðan í fleiri av
muslimsku londunum botnar
í politiskum trupulleikum.
Politisku raðfestingarnar eru ikki
gjørdar í hesum samfeløgunum,
hetta av ymiskum orsøkum.
Ein er uttan iva tann, at øll tey
arabisku londini inntil nýliga
hava verið bóndasamfeløg, og
slík samfeløg seta ongantíð
kvinnuna javnt við mannin, um
so samfelagið er muslimskt ella
ei. Í arabiska heiminum hava
politisku leiðararnir orsøka av
fíggjarligari neyðstøðu verið
noyddir at fáa tamarhald við
teimum mongu barnsburðunum.
Tí eru politisk átøk gjørd fyri
at bøta um – hetta sær mann
serliga væl í politisku átøkunum
í Iran, sum helst eigur heimsins
størstu minking í barnsburðum.
Føroyar skal í hesum mánaðinum
lata inn frágreiðing til ST um tey
átøk, sum eru gjørd til frama fyri
javnstøðu. Tað er greitt, at hjá
okkum føroyingum er tað meiri
ein spurningur um raðfesting,
enn truplar umstøður, sum forða
okkum í at taka stigini á leiðini
ímóti javnstøðu millum kynini.
Nr. 48 • 7. mars 2008
Vikuskifti
Al-Jazeera: Skjal prógvar
amerikanska samansvørjing
Í vikuni hevur al-Jazeera kunngjørt tíðindini um, at tíðindarásin hevur fingið
hendur á eitt, sambært rásini, avdúkandi skjal. Skjalið skal prógva, at
amerikanskir myndugleikar hava lagt ætlanir um at skifta fólkavaldu Hamas
út við Fatah-rørsluna. Skjølini eru tó ikki skjalmerkt við stempli ella líknandi,
leggur tíðindarásin afturat síðst í tíðindaskrivinum.
ska heiminum
Ein ung Benazir Bhutto
úr 80unum við byrjanini á
politisku yrkisleið síni.
Fakta: Iran eigur helst heimsins størsta fall í barnsburðatali – frá 8,1 í 1976 til
2,4 í 2000