fríggjadagur 7. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 48 - 7. mars 2008
Vinningur
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hósdagin 6. mars fekk
Mary Marsten í Klaksvík
handaðan vinningin í SMS-
kappingini,
sum
Smyril
Line og Sosialurin skipaðu
fyri.
Vinningurin var ein ferð
við Norrönu til Blokhus
ella Hirtshals fyri fýra per-
sónar við bili. Gávukortið
er galdandi fyri fráferðirnar
13. og 20. mars 2008.
Mary, sum arbeiðir í
handli í Klaksvík, sigur, at
hon er sera fegin um vinn-
ingin.
Hon sendi bert eitt SMS-
boð til kappingina. Tað var
við talinum 57, ið var
lægsta talið sum bert ein
persónuir sendi, og tað var
hon.
Blokhus ella Hirtshals
eru tvey nógv eftirspurd frí-
tíðarstøð. Blokhus er eitt av
best kendu frítíðarstøðum í
Danmark
við
nógvum
ymiskum tilboðum, serliga
til familjur við børnum.
Hirtshals hevur eisini nógv
at bjóða upp á sum t.d.
Nordsømuseet, ið er tað
størsta av sínum slagi í
Evropa.
Oda Andreasen, sum er
søluleiðari fyri Føroyar hjá
Smyril Line, sigur at nú teir
nógv umrøddu stabilisator-
arnir á Norrönu virka sum
teir skulu, eru allar fortreytir
fyri eini góðari uppliving
hjá teimum, sum ferðast
við skipinum.
Mary Marsten í Klaksvík vann SMS-kappingina, sum Smyril Line og Sosialurin skipaðu fyri.
Her fær Maria saman við soninum vinningin handaðan frá Odu Andreasen, søluleiðara fyri
Føroyar hjá Smyril Line
Blokhus er eitt av best kendu frítíðarstøðum í Danmark
Nordsømuseet í Hirtshals er tað størsta av sínum slagi í Evropa
Mary vann
SMS-kappingina