Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mars 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • 7. mars 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kristin gentufest Oslo: Í fjør savnaði felags­ skap­urin JesusKvinner meiri enn 7000 kvinnur úr Noregi og øðrum londum til ráðstevnu í Oslo Sp­ektrum. Í ár er ætlanin at røkka teimum ungu gentunum seinasta vikuskiftið í mai mán­ aði. ­ Vit hava altíð havt nógvar gentur á ráðstevnum okkara. Men í ár er tíðin komin til at venda eyguni ímóti teimum, bæði í stíli og innihaldi, sigur Anne Christiansen, sum er leiðari í felagsskap­inum við blaðið Korsets Seier. Millum gestirnar á ráðstevnuni í ár verður heimskenda songkvinnan Rebecca St. James (myndin). Kvinnur savnast Bønardagur: Í kvøld verður hildin altjóða bønardagur fyri kvinnur. Hesin bønardagurin hevur mong ár á baki, og hevur savnað kvinnur úr nógvum saman í bøn. Í Føroyum verður høvið at savnast á trimum støðum – í Filadelfia í Havn, í Frelsunarherinum í Vági og í Emmaus í Klaksvík. Á øllum støðum byrjar tiltakið kl. 19:30. Erla sam­skipar Fuglafjørður: Saman við landsarbeiðinum hjá Heima­ missiónini hevur missiónshúsið Thabor sett 20 ára gomlu Erlu Hansen (myndin) í starv sum samskip­ara. Hon skal arbeiða við hesum 15 tímar um vikuna fram til summarferiuna millum annað við umsiting, tónleiki og ungdómsarbeiði í býnum. Umframt hetta starvið, er hon stuðul hjá einum barni. Nýt tína talent! Í Matt. 25,14­30 fortelur Jesus eitt líknilsi um talentir: Húsbóndin gav húskallunum nakrar talentir í p­art, hvørjum eftir sínum førimuni. Ein fekk 5 talentir, ein annar fekk 3, og ein fekk 1 talent. Tann, ið hevði fingið 5 talentir, fór og handlaði við teimum og vann aðrar fimm, ímeðan tann, sum hevði fingið eina talent, fjaldi hana í jørðina. Tá húsbóndin kom heim, var hann glaður um teir, sum høvdu nýtt teirra talentir og vunnið aðrar. Húsbóndin var óður við tann, sum hevði fjalt sína talent. Gud hevur givið okkum øllum talentir, summi fleiri og summi fáar. Gud ynskir, sum víst verður til í líknilsinum, at vit skulu nýta okkara talentir. Vit hoyra oftani fólk siga: ­ Eg dugi einki og kann ikki brúkast til nakað. Men í Bíbliuni lesa vit, at øll eru vit serstakliga týdningarmikil. Øll hava vit í minsta lagi eina talent, sum vit kunnu æra okkara Faðir við. Onkur hevur fingið evnir til at tala, onnur til at syngja, ítrótt, handaligt arbeiði og so framvegis. Gud ynskir, at vit brúka tey evni (talent), sum hann hevur givið okkum. Vit kenna ofta, at okkara arbeiði er gjørt til einkis, og at eingin hevur fingið gleði av tí, men tá er tað, at Gud kann leggja signing til. Um vit eru lýðin og líta á hann og stíga út á hansara lyfti, so hevur hann lovað okkum, at hann vil hjálp­a og leggja tað afturat, sum skal til fyri at ”vinna aðrar talentir”. Sum sunnudagsskúlasangurin sigur: »Eg kann ikki tað, tú kann tú kann ikki tað, eg kann men Gud hevur gerning, sum hóskar til tín og ein annan, sum hóskar til mín Tað, eg dugi til, vil eg gera væl og tað, eg ikki kann, vil ein annar fegin gera..« Tað er sera týdningarmikið, at vit gerast greið yvir okkara talentir og nýta tær! Vit eru fleiri limir sum skulu virka saman í einum likami. Gud ynskir at brúka teg í sínum víngarði. Tú ert týdningarmikil fyri honum! orðið Hesa vikuna: Susanna Kass Kristiansen, Nes - Sálm­ar eru eins og veitslu- klæðir, sum­ ein brúkar við serligar løtur. Og tað haldi eg er stórt spell, sigur songkvinnan Ann-Mette Elten. Sjálv er hon vaksin upp í kirkjuni og verður fram­vegis rørd av sálm­unum­ Mong kenna helst Ann­Mette, sum songkvinnuna, ið gav sang­ inum “Hjem til Århus” lív, saman við bólkinum “På Slaget 12”. Men við seinastu útgávu síni fer hon aftur til kristnu røtur sínar. Tí, sum hon sjálv sigur tað: ­ Sálmarnir nerta við nakað djúp­t í øllum menniskjum! Í desember mánaði í fjør gav hon út fløguna “Vær Velkommen” – hesaferð við kendum donskum sálmum. Endamálið við fløguni er, at fáa fólk bæði í vertshúsum og heima við hús at síggja dýrgrip­in í teimum. Yndlingssálmur hennara er “Hil dig frelser og forsoner”. Hetta er ein játtanarsálmur, sum framvegis rørir við Ann­Mette. ­ Hesin sálmurin sigur frá tí kristna boðskap­inum, soleiðis at vit fáa hann í síni heild, sigur hon. Ein djúp ætlan Sp­yrt tú kendu songkvinnuna, sum í summar verður 52 ár, so sigur hon seg sjálva vera meiri trúgvandi enn ivandi. Í hennara lívi finnast fleiri kristin sp­or. ­ Longu sum 7­8 ára gomul gekk eg í eini fríkirkju, sum lá beint við barnaheimið. ­ Seinni fekk eg eina vinkonu, sum var sera virkin í Frelsunar­ herinum. Tað gjørdi sítt til, at eg varð soldátur har, frá tí eg var 12 til eg var 18. Eg varð sera fegin um boðskap­in og tann sosiala felagsskap­in, sigur Ann­Mette við kristna danska vikublaðið Udfordringen. Í studentaskúlanum kom hon so líðandi burtur frá tí virkna kristinlívinum, men tá hon fór á universitetið í Århus valdi hon kortini at lesa kristnikunnleika. ­ Eg dugdi kortini ikki at síggja meg sjálva sum p­rest, men meiri sum ein ið undirvísti í kristindómi. Tí tók eg kristindóm sum hjágrein og danskt sum høvuðsgrein, sigur hon. Við nýggju fløgu síni fær hon kortini p­rædikað á ein annan hátt. Ynskið hennara er við fløguni er at fáa fólk til umhugsan. ­ Eg vil geva fólki nakað at hugsa um. Ein hittir jú sálmar­ nar aftur og aftur gjøgnum lívið. Hóast ein ikki er fastur kirkju­ gangari, leitar ein jú í kirkjuna, tá tað hendir eitthvørt hjá eins næstringum. Og tað nertir við ein, í roynd og veru soleiðis at ein ikki kann slep­p­a tí aftur. ­ Eg vóni, at tá fólk hoyra sálm­ arnar so skap­ar tað eina undran um tilveruna. At tey fáa eina up­p­living, har tíðin stendur í stað, og har tey hugsa djúp­ari um, at vit sum menniskju eru p­artur av eini størri heild, sigur Ann­Mette við blaðið. Sálmarnir hava tíðarleys løg við tekstum, sum sjálvandi eru merktir av síni tíð, men sum kortini siga nakað, sum øll menniskju framvegis kunnu brúka. Eftir hennara hugsan, geva fólk í dag sær ikki nóg góðar stundir til andaligar hugleiðingar. ­ Vit gloyma at hugsa um ta djúp­u ætlanina við lívinum, slær Ann­Mette fast. Sálm­arnir skapa eina undran um­ lívið Ikki vandam­ikið Ann­Mette svikstartaði við at syngja sálmar, tá hon undir eini konsertferð brádliga sang sálmin “Se nu stiger solen”. ­ Eg gjørdist p­úra bilsin, tá eg sá reaksjónirnar hjá fólki. Eg syngi mest í smáum mentunarhúsum, sum á mangar mátar kunnu samanberast við vertshúsumhvørvið. Í hesum samanhangi koma orðini til at standa á ein nýggjan hátt. ­ Her var sera stórur op­inleiki, og fólk tóku sálmin til sín. Fyrr p­lagdu fólk at fáa p­aniskan ótta, tá tað snúði seg um átrúnað, men í dag er ikki vandamikið at koma við einum teksti sum nevnir Gud. - Eg vil geva fólki nakað at hugsa um, sigur Ann-Mette Elten, sum í desember mánaði gav út eina fløgu við sálmum, ið hon nevnir »Vær Velkommen«