Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 10. mars 2008 11 tíðindi Trot á bátaplássum Tað er ikki bara í Føroyum, at kommunur hava ilt við at útvega teimum nógvu bátunum pláss. Støðan er tann sama í Danmark. Nógvastaðbi standa bátaeigarar á bíðilista, og serliga ringt er at fáa bátapláss í Keyp­ mannahavn, Norðursælandi og í Århus, sigur áhug­ afelagið Dansk Sejlunion við Ritzau tíðindastovuna. Kortini eru glottar at hóma, tí kommunur hava sæð, at tað eru pengar í at hýsa stuttleikabátum, sigur felagið. Vænta nógvar sniglar Í Danmark verður roknað við, at teir sokallaðu drepara­ sniglarnir fara at gera so nógv um seg í ár sum ongantíð fyrr, tí veðrið í vetur hevur verið sniglunum til vildar. Í umhvørvisstýrinum viðganga tey, at tey hava einki nýtt vápn ímóti teimum óbodnu gestunum. Handilin Snegelforum, sum selir ymiskt til urtagarðin, sigur við DR, at tey hava ongantíð fingið so nógvar bíleggingar sum í ár, og at fólk vilja serliga hava ymiskt ímíoti dreparasniglum. - Tað er neyðugt at fakfeløg samstarva og vit hava bjóðað fleiri feløgum upp í Samtak, men enn hevur ongin tikið av, fortaldi IngeborgVinther aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag Als skal nú umskipast, so at hon verður betri fyri tey, sum arbeiða í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi ALS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er neyðugt at neyðugt at endurskoða als, so at hon verður betri. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, á aðal­ fundinum í felagnum um vikuskiftið. Hon harmast um, at tað hevur gingið so strilti at endurskoða ALS, hóast tað nú eru 16 ár síðani, at skipanin varð sett í verk í ringastu kreppuárum í Føroyum. Fleiri royndir eru gjørdar, men politisk mótstøða hevur verið ímóti yvirhøvur at taka málið til viðgerðar. Orsøkin til tað erð er, at fleiri serfrøðingar og fleiri politikarar tvíhalda um, at ALS er ein skattur. Sostatt er tað ólógligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum um­ sita ALS, tí tað er bara Løgtingið, sum kann krevja inn skatt og tí er tað bara Løgtingið, sum kann umsita skipanina. Hetta hevur ført við sær, at uppskot um ábøtur á ALS hava verið burturvíst í tinginum. Aðrir serfrøðingar eru ósamdir og meta, at ALS er eitt arbeiðsmarknaðargjald, sum partarnir á arbeiðs­ marknaðinum fult lógliga kunnu umsita sjálvir. Fylgja upp Í novembur varð enn ein roynd gjørd at endurskoða skipanina og tá eydnaðist ikki at forða fyri, at løg­ tingið fekk málið til viðgerðar, sjálvt um tað varð roynt at forða fyri at tað kom til viðgerðar. Men áðrenn uppskotið kom til viðgerðar í Løg­ tinginum, varð val útskriv­ að, og tí fall tað burtur. Nú ætlar nývalda sam­ gongan aftur at taka málið upp. ­ Hetta má sjálvandi vera í samstarvi við stýrið fyri ALS, sigur Ingeborg Vinther. Hon vísir annars á, at stýrið fyri ALS er sjálvt farið í holt við at endurskoða lógina. ­ Serliga er tað neyðugt at bøta um fiskavirkisskip­ anina, so har mugu broyt­ ingar gerast, sigur Ingeborg Vinther. Í samgonguskjalinum hjá CHE samgonguni stendur, at ALS­skipanin verður endurskoðað, m.a. fyri at hækka endurgjaldið og fyri at gera skipanina betri fyri sjómenn, parttíðarsett og tey, sum skulu fáa tilboð um umskúling. Hetta fegnast forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag um og hon sigur, at fakfeløgini fara at fylgja hesum upp, so at samgongan eisini veru­ liga fremur hetta í verki. Betri skipan fyri fiskafólk Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið FA-AðALFundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið aðalfundur var í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, stóðu fýra av teimum sjey nevndarlimunum fyri vali. Tað vóru Georg F. Hansen úr Miðvági, sum er næstformaður í felagnum, Sunrid Vang úr Froðba, Agnar Olsen úr Hósvík og Margretha Rasmussen úr Fuglafirði og tey vórðu øll afturvald. Somuleiðis var Georg F. Hansen afturvaldur til næstformann. Hinir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag eru Ingeborg Vinther, sum er forkvinna, Karla Einarsson úr Rituvík og Poul Juul Festirstein av Eiði. Annars skuldu eisini tríggir nevndarlimiur veljast á aðalfundinum. Jógvan Páll Johansen úr Vík og Maud Túgvustein úr Fuglafirði vórðu afturvald og Elin Sørensen úr Havn varð vald ístaðin fyri Osmund Berg úr Skopun. Nevndin heldur fram