Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 49 - 10. mars 2008 BarnsBurður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður tosað um at leingja barsilstíðina upp í eitt ár, og samstundis skulu páparnir nú fáa álagt við lóg at vera heima hjá barn­ inum ávíst tíðarskeið í hesum árinum, barnsburðar­ farloyvið varar. Tað fegnast Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag um á aðal­ fundinum í Føroya Arbeið­ arafelag um vikuskiftið. Barnsburðarskipanin er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir gjalda. Men Ingeborg Vinther staðfestir, at eins og ALS, er heldur ikki Barsilsskipanin nøktandi fyri tímalønt Ingeborg Vinther sigur alt gott um, at tað skal vera møguligt at vera heima hjá barninum í eitt ár. ­ Men tað krevur, at inngjaldið til Barsilsskipan­ ina hækkar. Og tað merkir so aftur, at antin mugu partarnir á arbeiðsmarkn­ aðinum gjalda meir, ella má landskassin gjalda tað, sum í restar. Ingeborg Vinther stað­ festir, at tað, sum samgong­ an ætlar, er, at tað skal vera arbeiðsmarknaðurin, sum skal gjalda eykarokningina. ­ Tá er lagamanni hjá sam­ gonguni at leingja barsils­ tíðina, tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu gjalda. Men samstundis er tað eisini ætlanin, at lands­ myndugleikarnir framvegis skulu hava valdið á skip­ anini, so at teir kunnu áleggja arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum fleiri og fleiri gjøld. ­ Men skulu vit gjalda, mugu vit eisini hava ábyrgdina og stýrið á skip­ anini. Alt annað er heilt burturvið, staðfestir Inge­ borg Vinther. Tey trý feløgini, sum hava tikið seg saman um felagsskapin Samtak, vilja fegin hava fleiri feløg upp, men enn hevur ongin tikið av samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað var eitt gott tiltak, tá ið Havnar Arbeiðsmanna felag, Føroya Arbeiðara­ felag og Fiskimannafelagið, tóku seg saman í fjør og stovnaðu Samtak. Tað staðfesti Ingeborg Vinther á aðalfundinum í felagnum nú um viku­ skiftið. Hon vísti á, at fak­ felagsrørslan hevur í nógv ár ætlað at skipa seg í tætt samstarv og eitt stig á leiðini varð tikið í fjør, tá ið Samtak varð stovnað. ­ Við Samtaki ætla feløg­ ini í størri mun at seta dagsskránna, segði Inge­ borg Vinther. Enn eru tað bara hesi trý feløgini, men tey hava bjóðað hinum arbeiðara­ feløgunum við í samstarvið. ­ Vit hava eisini vent okkum til Handverkara­ felagið og bjóðað teimum við í samstarvið. Men enn hevur ongin tikið av og í Samtaki bíða tey nú eftir svari. Og IngeborgVinther heldur avgjørt, at fleiri feløg skuldi komið við ­ Jú fleiri feløg, ið eru við, tess sterkari verður felagsskapurin. Hon ivast ikki í, at Samtak hevur stóran týdning fyri feløgini, og at lurtað verður eftir tí, ið kemur frá felagsskapinum. Hon sigur, at eitt, sum Samtak ger, er at royna at fáa ávirkan á tey lógar­ uppskot, ið koma til við­ gerðar á Løgtingi. ­ Nógv samband hevur verið ímillum Samtak og undanfarnu samgongu, og eg ivist ikki í, at samstarv verður eisini við hesa samgonguna, so vit fáa okkara ávirkan, har vit halda, at tað er neyðugt at gera vart við okkum, sigur Ingeborg Vinther. Umframt samtak, hevur Føroya Arbeiðarafelag eis­ ini samstarv við Nordisk Union og felagsskapir í Evropa, umframt annað altjóða samstarv umvegis norðurlendskar samstarvs­ felagar. ­ Hetta er eisini neyðugt, til tess at vit kunnu fylgja við og vera við í tí, sum hendir uttan fyri Føroyar, sigur Ingeborg Vinther. Gjald og vald skulu fylgjast Skulu vit gjalda meiri í barnsburðarskipanina, skulu vit eisini hava valdið á henni, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á aðalfundinum um vikuskiftið Bjóða fleiri feløgum upp í Samtak Ingeborg Vinther fegnast um, at samgongan ætlar at bøta um barsilsskipanina, men skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava rokningina, skulu teir eisini hava valdið Høvundur heiðurspláss Sum tann fyrsti íslendski rithøvundurin hevur Ólafur Jóhann Ólafsson hevur fingið O'Henry­bókmentavirðislønina. Hana fær hann fyri stuttsøgusavnið Aldingarðinn, sum hann fekk íslendsku bókmentavirðislønina fyri í 2006, og sum árið eftir varð kosin sum ein av teimum bestu í Bretlandi, tá hon kom út í enskari týðing. Ólafur Jóhann Ólafsson sigur, at hann er fegin um heiðurin, sum høvundar sum Hemingway og Steinbeck hava fingið fyrr. Ikki longur fiskurin Í mong ár hevur fiskivinnan átt tey størstu tølini í íslendsku lønarhagtølunum, men soleiðis er ikki longur. Framrokn­ ingar vísa, at í ár fer aluminiumsvinnan at rinda sínum starvsfólki 13,5 mia. íslendskar krónur í lønum, og tað er líka nógv, sum fiskivinnan rindar sínum starvsfólki, skrivar Morgunblaðið. Tølini vísa, at aluminiumsvinnan gevur nógv størri avkast til samfelagið enn toskurin, 54 mia. krónur ímóti 38,4 mia. krónum.