Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 49 - 10. mars 2008 Ingeborg Johannesen f. 14.11.1901 – d. 02.07.1988 Ingeborg Johannesen var dóttir Ingeborg Nielsen úr Vági og Janus Djurhuus úr Havn, og vaks upp í Danmark. Ungdómsdreym­ ur hennara var at gerast sjúkra­ systur, men hon var ein av teim­ um sum fekk tuberklar og av tí gjørdist heilsan ikki so góð, og tað bleiv av ongum. Sum vaksin kom Ingeborg til Føroya at vitja familju og eisini til Skálar, har hon átti fleiri systkinabørn. Har møtti hon glyvradronginum, Johan Johanne­ sen, sum var lærari við Skála skúla. Seinni giftust tey og búsett­ ust á Skála. Tey fingu tvær gentur og ein drong. Skála húsmøðrafelag 1. mai 1952 stovnaði Ingeborg Skála húsmøðrafelag og har savnaði hon aðru hvørja viku næstan øll konufólk, eldri enn 14 ár, í gamla skúlanum til hugna­ kvøld við stokkum, upplestri og drekkamunni. Ingeborg undirvísti eisini í kvøldskúla í hondarbeiði og matgerð – undirvíst varð heima hjá henni. Eisini savnaði hon skúlagenturnar til hond­ arbeiði. ”Spirella”-korsettið Ingeborg umboðaði vælumtókta “Spirella”­korsettið. Hon tók mát av kvinnum, sum ynsktu sær antin brósthaldara ella hofti­ haldara ella bæði út í eitt. Mátini sendi hon til Danmarkar og tað, sum kom aftur, var sum stoypt upp á kroppin. Ingeborg hevði ein vakran urtagarð, ikki bara blómur og trø, men eisini jørðber. Hon ferðaðist eisini nógv suður í tey heitu londini, sum tá var óvanligt. Nógva annað kundi verið sagt um Ingeborg, tí hon var nakað heilt fyri seg. Ingeborg var slóðbrótandi og nýskapandi. Hon stovnaði Skála Húsmøðrafelag, hon hevði kvøld­ skúla, hon umboðaði og seldi korset kring landið, dyrkaði ymisk plantusløg og feraðist til fjarskotin lond. Alt hetta var óvan­ ligt fyri eina kvinnu í 1950´unum. Ingeborg Johannesen andaðist í juli 1988, 86 ára gomul. Elsa Súsanna Jacobsen f. 07.12.1906 – d. 26.11.1992 Elsa Súsanna var ættað úr Lamba, dóttir Kristiannu f. Højgaard úr Rituvík og Hans Jacob Lamhauge, og búsettist á Glyvrum. Kongshavnar kvinnufelag 6. november 1957 stovnaði Elsa Sanna, saman við øðrum kvinnum Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Endamálið var fyrst og fremst at hjálpa til á tí sosiala økinum. Jólaveitslur, dunnuspæl og hús Limagjaldið var 20 kr. um árið. Lítið av pengum var ímillum fólk tá, so tað gekk spakuliga. Tær bundu pløgg og seldu ella keyptu sjálvar. Høvdu basarar, sum øll lótu lutir til. Elsa Sanna dugdi sera væl at fáa øll við. Tað var høgtíðsdámur í bygdini tann dagin basarur var. Tá nýggi skúlin skuldi takast í nýtslu góvu tær gardinurnar. Seinni eisini urgu og ljósmyndatól. Elsa Sanna helt alt bera til, og tað gjørdi tað eisini. Jólaveitslu hildu tær í onkrum turkihúsi, har øll vóru vælkomin. Fyri at fíggja veitsluna gingu tær hús úr húsi at biðja um eitthvørt og væl gekst. Tær høvdu eisini dunnuspøl (bingo), og sjálvt um vinningarnir vóru heldur smáir, var tað ógvuliga hugnaligt. Elsa Sanna skipaði fyri. Barnagarður Tær sóu at brúk var fyri einum barnagarði og fóru at hugsa um hús. Tað var ramaskríggj í bygdini, tá kvinnufelagið keypti eitt grundstykki – tær vóru hildnar at verða púra svakar. Elsa Sanna, saman við hinum, gavst ikki so. Hetta var ein ógvuliga strævin tíð fyri tær. Men í 1976 varð miðhæddin liðug og hon varð leigað út. 2. mai 1982 lat barnagarðurin, sum ætlað, upp í kjallaranum í bygninginum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Elsa Sanna var ófør, fekk alt at bera til. Ein slóðbrótari og íverksetari við lít. Elsa Súsanna Jacobsen andaðist í november 1992, 85 ára gomul. Karolina Petersen f. 27.09.1924 – d. 11.11.2006 Tofta Kvinnufelag ynskir at heiðra Karolinu Petersen, sálu, ið m.a. var kend sum leiðari av ALV­skúlanum við Áir. Karolina Petersen var av Toftum, dóttir Sannu og Andreas Hansen úr Túni, og búði meginpartin av lívi sínum í Hvalvík. Karolina Petersen var fødd 27. september 1924. Hon myndaði sosialpolitikkin í seinnu helvt av farnu øld á endurbúgvingar­ og vistarheimsøkinum í Føroyum. Tað var fyrst í 50­árunum, at hon fór á Blindastovnin í Keypmannahavn at læra seg ymiskt handaligt arbeiði við tí fyri eyga at seta nakað í gongd í Føroyum. Hjálp til førleikaskerd Og hon fór til verka ikki bara við at skapa endurbúgving fyri blind í landi okkara, men fyri øll, ið vóru førleikaskerd. Hon fann fólkini, ið høvdu tørv á hjálp, gav teimum bústað og hon syrgdi fyri upplæring og skúla. Skúlin við Áir Í 1956 stovnaði Karolina Petersen skúlan við Áir, har fólk kundu búgva og nema sær útbúgving innan handil og skrivstovu. Hon slepti ikki einstaka næminginum, fyrr enn hon visti, at hann eisini hevði fingið lønt arbeiði. Vistarheimið Ávegis sá hon, hvussu trupult tað var at finna innivist til heilsubrekað. Tí var hon í 1965 stigtakari til Tórshavnar privata Vistarheim, ið framvegis er eitt vælvirkandi vistarheim. 10 ár seinni, tá tey vaksnu sálarsjúku ikki longur vóru send av landinum til viðgerðar, stovnaði hon Vistarheimið við Toftavatn. Karolina Petersen gjørdi slóðbrótandi arbeiði, tá vit í 1976 fóru undir at gera okkara egnu frímerki. Hon sá, at her vóru miklir møguleikar hjá fólki við serligum tørvi. Ikki minst hava nógvar einkjur og einligur kvinnur í landi okkara arbeitt á Frímerkjadeildini. Tær fóru í lønt arbeiði og gjørdu mun í samfelagnum. Karolina bar so í bandi, at fáa ein sáttmála, ið virkaði á tann hátt, at tey við serligum tørvi áttu fyrsta rætt til arbeiði á Frímerkjadeildini. Og tey vóru tá mong í tali. Sjúklingahotellið í Keypmannahavn Sama árið var Karolina stigtakari til sjúklingahotellið, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Gistingarhúsið varð sett á stovn til tess at lætta um hjá kvinnum, monnum og børnum, ið vóru send á Ríkissjúkrahúsið annaðhvørt sum sjúklingar ella sum avvarandi. Tá vit fóru undir at byggja ellis­og røktarheim í Føroyum, sá Karolina ein tørv fyri at skapa møguleikar fyri, at gomul fólk kundu búgva í egnum heimi so leingi sum møguligt. Tí var hon í 1980 stigtakari til eina tilkallimiðstøð fyri 80 eldri og einsamøll. Karolina Petersen hevði serligar gávur at síggja, hvar neyðugt var við eini hjálpandi hond. Hon dugdi væl at samskifta við tey, ið høvdu ávirkan og ábyrgd í samfelagnum. Hugsað verður um politikkarar og embætisfólk. Hesi høvdu eisini álit á henni. Samfelag okkara og mong við serligum tørvi í seinnu helvt av farnu øld áttu mikla ogn í konubrotinum og eldsálini Karolinu Petersen. Karolina Petersen andaðist 11. oktober 2006, 82 ára gomul. Súsanna Helena Patursson f. 27.08.1864 – d. 15.12.1916 Súsanna Helena Patursson var dóttir Pól Patursson, bónda heima á Garði í Kirkjubø, og Elina Djónadóttur, úr bóndahúsinum Uppi í Stovu á Velbastað. Súsanna Helena var elst av seks systkjum, har hini vóru beiggjarnir Jóannes, Petur, Sigert, Sverri og Gazet. Barnaárini gingu systkini í skúla heima við hús í Kirkjubø, og síðani fór Helena ung til Danmarkar at nema sær útbúgving m.a. í handarbeiði, tekning og klaverspæli, meðan brøðurnir hildu fram í realskúlanum í Havn. Høvundur Á føstulávint í 1889 varð leikurin, Veðurføst eftir 24 ára gomlu Súsannu Helenu Patursson sum fyrsti upprunaføroyski leikurin, framførdur í Sjónleikarhúsinum í sambandi við tiltakið hjá unga Føringafelagnum. Bert fá brot av handritinum eru varðveitt, men ein mynd er tíbetur, og har sæst, at høvundurin sjálv var ein av leikarunum. Leikurin segðist vera skemtiligur og snúgva seg um gerandis viðurskifti, har nógv av tí sum Føroyingafelag hevði sett sær fyri varð havt á lofti, og har áskoðanir hjá kvinnum, um eitt nú undirvísing í føroyskum skriftmáli og tjóðarmenning sum heild, vóru í miðdepli. Mótmæli Seinni búði Súsanna Helena nøkur ár í Keypmannahavn, har hon arbeiddi sum skrivari á eini advokatskrivstovu. Í 1896 stovnaði hon saman við fýra vinkonum Kvinnufelagið, sum mótmæli móti avgerðini hjá Føringafelagnum niðri ikki at loyva kvinnum at vera limir. Súsanna Helena yrkti eisini, oftast dulnevnd, t.d. Far væl í 1896, og eftir hana eru eisini tvey drúgv stuttsøguhandrit skrivað á donskum máli, har kærleikssvik og óeydna tykjast vera evnið. Í 1904 flutti Súsanna Helena aftur til Føroya. Hon var framvegis virkin í tjóðskaparrørsluni við sínum serliga atliti til umstøður og luttøku hjá kvinnum í menningini, og skrivaði m.a. greinir í Føringatíðindi og Fuglaframa, har stórur saknur var í jøvnum kynsbýti. Oyggjarnar Men aftur her var Súsanna Helena føst í verki, og longu í 1905(­08) gav hon út, stuðlað av trúgvum haldarum, blaðið, Oyggjarnar, við tilfari serliga ætlað kvinnum, í 1907 kókibókina Matreglur fyri hvørt hús og seinast í 1912 bústaðarbókina Fríðka um búgvið. Henda skriving, ið dugnaði kvinnum til javnbjóðis luttøku í øllum samfelagsviðurskiftum, samsvarar neyvt við endamálsorðingina hjá Kvinnufelagnum í Havn, tá ið tað var stovnað í 1952. Heilsan var ikki góð tey seinnu árini, og Súsanna Helena Patursson, undangongukvinna, høvundur og blaðstjóri, doyði í desember 1916, 52 ára gomul.