Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 49 - 10. mars 2008 Hanna Joensen (Jóhanna Sofía Joensen) f. 24.02.1931 – d. 11.05.2006 Foreldur Hannu vóru Óla Jákup Jensen, reiðari og politikari, ættaður úr Kvívík, og Anna Rein úr Havn. Tey settu búgv í Havn og fingu fimm børn, har Hanna, doypt Jóhanna Sofía, var elst. Hanna gekk í barnaskúla hjá frú Mohr, og fór síðani í real­ skúla. Hon var í bankalæru, men treivst ikki har. Í staðin fór hon 19 ára gomul til Skotlands at læra til sjúkrasystur á Bangour General sjúkrahúsinum í Edin­ burgh. Har fekk Hanna silvur­ merki fyri næstbesta prógvið í Skotlandi tað árið, hon var liðug, í 1954. Útbúgvingin ikki viðurkend Men Danmark og Ongland viðurkendu ikki heilsuútbúgv­ ingarnar hjá hvør øðrum, og heimkomin slapp Hanna ikki at arbeiða sum sjúkrasystir. Nakað seinni fór hon tí til Keypmanna­ havnar at umskúla seg, fyrst til læknaskrivara og síðani til korrespondent í enskum máli. Har giftist Hanna í 1957 við Jóan Peturi Joensen, læknales­ andi, úr Vági, og í 1962 fingu tey dóttrina Annu Mariu. Hesi árini royndi Hanna seg í ymisk­ um størvum, var á shipping­ skrivstovu, arbeiddi sum redak­ tiónsskrivari á blaðnum Tempo og treivst væl sum ferðaleiðari. Hanna fekk at enda eitt skiftis­ loyvi, so hon langt um leingi kundi fara aftur til arbeiðis og brúka ta útbúgving, sum hon hevði nomið sær í Bretlandi, og arbeiddi eina tíð sum sjúkrasystir á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp­ mannahavn. Aftur til Føroya Aftan á hjúnaskilnað flutti Hanna í 1965 heim aftur til Havnar saman við dóttrini, og stutt eftir læt Hanna saman við systir síni, Tordis, upp móta­ og gávuhandl­ arnar Joto 7 og 9 í Havn. Politisk vekingartíð Tíðarskeiðið í 1970­ og 80­áru­ num var ein politisk vekingartíð, og Hanna stillaði í fyrstu atløgu, eins og pápin, upp fyri Fólka­ flokkin. Hetta rakk tó ikki til loysn á teimum trupulleikum, ið nógvar kvinnur stríddust við, og Hanna gjørdist í staðin kvinnu­ politiskt virkin, fyrst í Kvinnu­ fylkingini, har hon arbeiddi við heilsu og kynsligu viðurskiftu­ num hjá kvinnum: upplýsing, fyribyrging, spurningin um abort og stóra trotið á kvinnuligum læknum í heilsuverkinum, eitt stríð sum fevndi víða og bøtti munandi um støðuna tá. Í Kvinnufelagnum var Hanna sera virkin við kvinnulistunum til býráðsvalini fyrst í 80­árunum. Hon var forkvinna eitt skifti og blaðstjóri á Kvinnutíðindum, tók lut í orðaskiftinum um javnstøðu og var skrivari í KSF, Kvinnu­ felagasamskipan Føroya, ta tíðina arbeitt var saman við NKS, Nordiske Kvindesagsfor­ eningers Samorganisation, at fáa í lag og fyrireika norðurlendsku kvinnuráðstevnuna, Nordisk Forum 88. Javnstøðulógin Í 1984 fór Hanna í Joto út í Tinga­ nes at arbeiða sum skrivari hjá landsstýrisfólki. Í 1986 var hon vald til forkvinnu í nýggju javn­ støðunevndini, sum setti sær fyri at gera uppskot til føroyska javn­ støðulóg og fáa lóg samtykta ­ eitt arbeiði, ið, hóast stóra mót­ støðu, kortini eydnaðist soleiðis, at mismunur vegna kyn frá 1994 ikki longur var loyvdur í Føroy­ um. Ódnartøk, sum Kvinnufelagið í takksemi minnist Hannu Joensen fyri. Hanna Joensen andaðist 11. mai 2006. Andrea Árting f. 23.12.1891 – d. 30.05.1988 Andrea Árting var úr Havn, dóttir Súsannu Rasmussen av Kák og Jákup á Lag, men var sum barn til fosturs hjá mostur síni Trinu og Eliasi úti í Rættará. Sum ung genta lá hon sjúk av tuberklum, men menti seg aftur og arbeiddi eftir tað í fiski og krambúð. Síðani fór hon til Keypmannahavnar, har hon tænti í nøkur ár sum arbeiðskona, áðrenn hon flutti heim aftur til Føroya, giftist og við tíðini eisini fekk fýra børn. Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag Jóannes Árting, maður Andreu, var skipari, og Andrea kundi tí arbeiða heima øll árini, soleiðis sum henni líkaði best. Hetta var eisini ein orsøk til, at fólk heittu á hana at standa á odda fyri nýliga stovnaða Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag, har hon í 1937 varð vald til forkvinnu. Eingin arbeiðsgevari kundi saka hana, og tað dirvið hon í øðrum viðurskiftum hevði sýnt, kundi koma limum felagsins til góðar, og soleiðis bleiv eisini. Líkaløn Andrea Árting var forkvinna so gott sum øll árini frá 1937 til 1977, tá ið hon, 85 ára gomul, fór frá við sigrinum í skjáttuni, at líkaløn millum kvinnur og menn var tryggjað at koma í gildi tann 1. mai 1981. Hetta í mun til byrj­ anina, tá ið konufólkalønin var 30 oyru um tíman og mannfólka­ lønin 90 oyru. Føroya Arbeiðarafelag Frá 1940 til 1958 var hon eisini stjórnarlimur í Føroya Arbeiðara­ felag og var gjøgnum tíðirnar við í mongum stríði, serliga fyrst í 1950´unum, tá ið ringastu tíðir­ nar vóru. Fyri henni hevði hand­ ans og andans arbeiði sama virði, har hvørt menniskja hevði rætt til løn, sum tað bar til at forsyrgja sær og sínum fyri, eisini kvinnur. Politikkur Rættvísi og sjálvbjargni lógu fremst í huganum. Í 1940 stillaði hon upp til løgtingsvalið fyri Loysingarflokkin, eins og hon stríddist fyri loysing undan fólkaatkvøðuni í 1946 og seinni var dyggur stuðul hjá Tjóðveldis­ flokkinum. Í Kvinnufelagnum var Andrea Árting heiðurslimur. Frítíðin Sjógvurin var eisini ein partur av Andreu sjálvari, og henni dámdi at dyrgja í Drunnhvíta, sínum lítla norska báti, og sum ung kona fekk hon í 1918 kappróð­ urin í lag aftur á ólavsøku. Hon lýsti eftir gentum at rógva, fýra bátar vórðu mannaðir, og Andrea sat sjálv til róðurs á vinnandi fýramannafarinum. Yrking Andrea hevði frá barnaárum stóran áhuga fyri tónleiki, spældi ymisk ljóðføri, yrkti m.a arbeið­ ara­ og tjóðsangir, har serliga Dunandi aldan, við vakra lagnum eftir hana, er nógv umhildin. Andrea Árting doyði 30. mai 1988, 96 ára gomul. Undangongukvinnur Kvinnuhald í Norðurlanda­ húsinum Úti við 100 kvinnur og nakrir menn møttu til 8. mars tiltakið hjá KvinnufelagaSamskipan Føroya og Kvinnufelaginum í Havn í Norðurlandahúsinum kvinnudagur Rigmor Dam Tvær framsýningar vóru á tiltakinum. Onnur til frama fyri arbeiðið hjá Amnesty International, sum greiddi frá um óhugnaligu støðuna hjá kvinnum í Pakistan, har neyðtøka og harðskapur eru amboðini hjá monnum og familjum at halda kvinnuni niðri. Hetta var rættiliga skelkandi lesnaður, har 10 kvinnur greiddu frá teirra lívi, áðrenn tær komu á eitt kvinnuheim. Útstoyttar og uttan samband við børn síni. Hin framsýningin í Norðurlandahúsinum var til heiðurs fyri seks føroyskar undangongukvinnur. Pallborðsfundur um fosturtøku Á skránni var eisini orðaskifti um fosturtøku. Endamálið við hesum var ikki at koma til nakra niðurstøðu sum so, men heldur at seta fosturtøku á skránna aftur. Birta Biskupstø, forkvinna í KSF, bjóðaði vælkomin og Elin Winther Poulsen, útvarpskvinna, stýrdi kjakinum í fullar 2 tímar. Luttakararnir í kjakinum høvdu hvør sítt upplegg, sum tók støði í teirra áskoðan – fakligu og persónligu. Luttakarar vóru Jóhanna Arge, løgfrøðingur, Turið Holm, yvirlækni og gynækologur, Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, Marjun Lómaklett, teologur og Durita Tausen, búskaparfrøðingur. Jóhanna Arge, løgfrøðingur, sum vísti á, at verandi lóggáva frá 1956 er bæði óvirðilig og ótíðarhóskandi. Tíðin er runnin frá fleiri av ásetingunum, og stundum er ósemja stundum um, hvussu lógin skal tulkast. Turið Holm, yvirlækni og gynækologur, segði ,at læknar í dag tulka lógina, so hon hóskar til samfelagið í dag, og tí átti hon eisini at verið dagførd. Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, greiddi frá tí sálarligu ávirkan fosturtøka kann elva til. Bæði fyri og eftir fosturtøku. Hon legði eisini dent á, at 90% av kvinnunum fáa ikki varandi sálarlig mein. Av teimum sum fáa mein, er orsøkin næstan altíð, at tær hava kent seg noyddar at fáa fosturtøku framda, tí umstøðurnar eru ikki til at fáa eitt barn. Marjun Lómaklett, teologur, staðfesti at onki beinleiðis stendur í Bíbliuni um fosturtøku, og at hon tískil ikki fór at nýta Bíbliuni at kjakast út frá. Eisini vísti hon á, at munur er á, at vera ímóti fosturtøku, og at vera fyri fríari fosturtøku í samfelagnum. Durita Tausen luttók í pallborðinum útfrá persónligum sjónarmiðum sínum, har hon í grundleggjandi er av teirri sannføring, at lívið byrjar, tá ið eggið er gitið. Nógvir spurningar komu frá áhoyrarunum og eitt gott og livandi kjak fór fram ímillum tey og pall­ borðið. Spurningar komu frá fleiri ymiskum sjónarhorn­ um og málið var lýst væl og virðiliga. Eftir kjakið var leskiligt sjálvtøkuborð og hugnaprát í Kafe Borðkróki.