Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 49 - 10. mars 2008 Ein maður er dømdur at sita í fongsli í sjey mánaðir fyri at hava bukað unnustu sína so illa, at blóðið fleyt og hon fekk sár og blá merki fleiri staðni í høvdinum og á kroppinum. Hann hevur áður sitið í fongsli fyri at hava bukað konufólk, hann hevur gingið saman við Harðskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein maður skal nú í fongsul í sjey mánaðir, tí hann er dømdur fyri harðskap og fyri stuldur. Hann er dømdur fyri at hava stolið nakrar túsund krónur úr einum sethúsum í Havn. Hann er eisini dømd­ ur fyri at hava brotið inn í eini sethús. Men nógv tann harðasta dómin fekk hann fyri at hava bukað unnustu sína sundur og saman so illa at blóðið fleyt. Sár, blá merki og blóð Tá ið unnustan kom undir læknahond, hevði hon sár, skurðsl og rivur fleiri staðni í høvdinum, andlitinum og á kroppinum. Hon bløddi eisini rættiliga illa frá einum skurði, hon hevði fingið í høvdið og sum mátti seymast aftur Tað var eisini illgruni um, at hon hevði brotið síð­ una. Maðurin er dømdur fyri at hava sligið og kanska eisini sparkað kvinnuna í høvdið og á kroppin og hann hevði drigið hana so harðliga eftir hárinum, at hár varð skrædnað upp við rót úr sjálvum hárbotninum og sveisingar í hárinum vóru eisini slitnaðar úr. Maðurin noktaði seg sek­ an í øllum ákærum. Hann noktaði fyri at hava brotið inn og hann noktaði fyri at hava stolið pening. Men hann noktaði seg eisini sekan í harðskapi. Hann fortaldi, at kvinnan varð so í ørviti av brennivíni og heilivági, at hon stóð ikki á beinunum, men var dottin fleiri ferðir og at hann tískil hevði hjálpt henni á føtur aftur. Og so hevði hon verið rættiliga ómøgulig. At brennivín var uppi í, varð staðfest í rættinum og tað váttaði kvinnan eisini og sjálv mintist hon lítið og onki til tað, sum var hent. Men vitni greiddu, sum høvdu verið í telefonsam­ bandi við tey, greiddu frá, at tað var týðiligt at ósemja hevði verið ímillum parið og likamligu skaðarnir. Hon hevði eisini fortalt vitnum, sum komu á staðið, at maðurin hevði bukað hana. Dømdur fyrr Rætturin trúði vitnunum og rætturin trúði heldur onki upp á, at so ógvusligir skað­ ar kundi stava frá vanligum falli. Tí varð maðurin dømdur fyri harðskapin og hann skal nú sita í sjey mánaðir. Orsøkin til, at dómurin bleiv sjey mánaðir er, at maðurin er fleiri ferðir fyrr dømdur fyri harðskap. Hann er eisini áður dømdur minst tríggjar ferðir fyri harðskap ímóti konufólki, hann hevur búð saman við, eisini grovan harðskap. Semja var um, at edrúur er hann av hampiligastu monnum, men tá ið brenni­ vín kemur upp í leikin, miss­ ir hann bæði vit og skil. Men nú hevur hann tilboð um arbeiði og hann vissaði eisini um, at hann nú skuldi í viðgerð fyri rúsdrekka­ misnýtslu. Tað gjørdi sítt til at rætt­ urin góðtók, at maðurin nú sleppur leysur og fær høvið til at sita revsingina av sær seinni. Mugu bjarga állinum Tann villi, evropeiski állurin er so illa fyri, at verður einki munagott gjørt, kann stovnurin doyggja út, skrivar tíðarritið FoodCulture. Okkurt bendir á, at stovnurin er bara nøkur frá prosent av tí, sum hann var fyri 30 árum síðani, og tí eru fleiri tiltøk sett í verk fyri at verja állin. Enn veit vísindin ikki, hvussu állur nørist í náttúruni, men donsk vísindafólk eru komin rættiliga langt við sínum kanningum á tí økinum, skrivar FoodCulture. Funnu aftur olju og gass Norska StatoilHydro hevur rakt við eina olju­ og gassleið afturat í Barentshavinum. Felagið sigur, at hesaferð snýr tað seg um eina leið, sum er einar 100 fjórðingar í útnyrðing norðan úr Hammerfest. Brunnurin er góðar 2.800 metrar undir vatnskorpuni, og tá dýpið har er 365 metrar, er brunnurin góðar 2.400 metrar undir havbotninum. StatoilHydro ætlar at bora ein kanningarbrunn afturat seinni í hesum árinum, skrivar Nordlys. Tann villi állurin í Evropa er í vanda fyri at doyggja út (Mynd: DR) Tað kostar einum manni sjey mánaðir í fongsli at hann bukaði unnustu sína sundur og saman. Hann varð eisini dømdur fyri at hava stolið nakrar túsund krónur. Hann noktaði seg sekan, men dómarin trúði honum ikki Mynd: polfoto Bukaði unnustu sína til blóðið fleyt