mánadagur 10. mars 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 49 - 10. mars 2008 ]
Tað kostaði nógv, tá
Kyndils-málverjin
fekk eitt diskutabult
reytt kort. Og
so hevði Neistin
ongar trupulleikar
av at vinna
grannauppgerðina
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við útlitum fyri fjórða sigr
inum á rað móti grannunum
hevði Kyndil sítt at stríðast
fyri, tá tær sunnudagin
spældu móti Neistanum.
Neistin hevði hinvegin
finaluplássið at spæla fyri,
og fyrstu longu løtuna tókt
ist hetta viga nógv meira
enn setningurin hjá Kyndli.
Í øllum førum var Neistin
flúgvandi
fyri
steðgin.
Kyndil hevði als ikki sama
flog, sum liðið hevur havt í
nógvum av dystunum síðani
jól, og alt bendi á ein
veruligan stórsigur til mest
sum endurreista Neista
liðið.
Dýrt reytt kort
Tað er tó ein støða, sum
verður í fokus, tá dysturin
sunnudagin skal eftirmetast.
Nevnliga reyða kortið, sum
Guðrun í Lágabø fekk, tá
lítið korter var farið av
seinna hálvleiki.
Kyndil reistist nevnliga
veruliga
eftir
steðgin.
Kanska hildu tær bláu, at
nú var sloppið, og tí høvdu
tær ilt við at finna rætta
gearið aftur. Og hinvegin
hevði Kyndil so ongar ætl
anir um at sleppa grannun
um soleiðis uttan víðari.
Ein spruttandi Jacklin
Durhuus gav bláu verjuni
svárar trupulleikar, og tá
viðspælararnir eisini fylgdu
við, minkaði munurin mill
um liðini við fullari ferð.
Efitr bara 10 minuttum var
hesin komin niður í tvey
mál, og tó at Neistin aftur
økti, tá tær eina løtu spældu
í yvirtali, var verulig tendr
ing komin í dystin.
Vendipunktið kom, tá
Neistin ætlaði sær í skjót
álop. Guðrun var komin út
úr málinum, men tá hon sá
Anju
Heinadóttir
koma
rennandi, steðgaði málverj
in púrasta upp. Dómararnir
mettu tó, at málverjin aktivt
bremsaði mótspælaranum,
og so varð ostaskorpan tikin
úr lummanum. Og so kundi
tað gera tað sama, at bæði
málverjin og bonkurin harð
liga mótmæltu avgerðini.
Ein setningur eftir
Fyrst og fremst, so kostaði
hetta
Kyndli
fyrstavalið
millum stólparnar. Annað
var, at hetta samstundis tókt
ist køva spælihugin hjá
liðunum fullkomuliga. Við
sjey málum á rað punkteraði
Neistin allan spenning í
dystinum, og nú er finalan
eitt stórt fet nærri hjá
teimum bláu.
Ein uppgáva er tó eftir.
Komandi vikuskiftið skal
Neistin inn á Skála at spæla
móti StÍF í einum dysti,
sum skal vinnast. Áður
hava tær bláu havt sínar
trupulleikar av StÍF, og tí
eru tær fullgreiðar um, at
hetta undir ongum umstøð
um verður lætt.
Kyndil hevur tá enn ein
fingur við í spælinum.
Snávar Neistin, so er tað
VB, sum kann taka yvir við
einum sigri, tá tær vitja hjá
júst Kyndli.
Í Klaksvík verður
bara bíðað eftir FM-
finalunum. Hesa ferð
fekst tíðinat ganga
við ætlaða sigrinum
á StÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast StÍF ofta hevur givið
Stjørnuni trupulleikar, so
var eingin ivi um, at Stjørn
an var favorittur sunnudag
in.
Og tann leiklutin livdu
tær eisini alt fyri eitt upp
til. Heldur enn at byrja í
eini dølskari leikferð, setti
Stjørnan hesa ferð tempo á
frá fyrsta bríksli, og tað
gekk heldur ikki long tíð,
áðrenn munur veruliga kom
millum liðini.
Eftir hetta hevði heima
liðið ráð at taka tað meira
róligt, men hóast hetta, so
var sigurin ikki í vanda eitt
einasta sekund. Um nakað,
so var spurningurin bara,
hvussu nógv meistaranri
vildu leggja fyri, og tann
parturin
gjørdist
minni,
sum minuttirnir gingu.
Við bert einum dysti eftir
at spæla tykist Stjørnan
framvegis vera væl tendrað.
Og tær eru enn ikki dornar
í vandamestu grøvina at
taka sær av løttum, nú so
stutt er eftir, til tað aftur
verður álvari.
Hjá StÍF er árið sum so
eisini liðugt. Tilveran í
deildini er væl og virðiliga
bjargað, og so hava tær
kanska ikki tað stóra at
hugsa um. Men tær hava
enn ein fingur við í spælin
um um, hvør skal spæla
finalurnar móti Stjørnuni.
StÍF spælir nevnliga á sein
asta leikdegi móti Neistan
um, sum skal vinna tann
dystin, skulu tær verða
partur av finaluni.
Nygaard í Randers
Í gjár spældi hálvi føroyingurin Marc Nygaard sín fyrsta
dyst fyri danska felagið Randers. Dysturin var í
steypakappingini, og Randers var á útivølli ímóti
Brøndby. Vertirnir løgdu seg á odda 20, áðrenn Randers
minkaði um munin til 21. Dystirnir um vikuskiftið vóru
í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, og komandi
vikuskiftið byrjar landskappingin aftur.
Rógvi Jacobsen skoraði aftur
Rógvi Jacobsen var millum málskjúttarnar, tá IL Hødd vann 31 á
Kristiansund BK í venjingardysti í gjár. Uppi í topp eru Rógvi
Jacobsen og Joachim Magnussen støðugar hóttarnir og vinna flestu
nærdystirnar. Báðir komu eisini á máltalvuna og tað er frálíkt. Tað
gongur væl hjá føroyska landsliðsleikaranum í IL Hødd, Rógva
Jacobsen. Klaksvíkingurin var aftur í dag millum málskjúttarnar, tá
liðið vann við trimum málum móti einum í venjingardysti móti
Kristiansund BK. Hann økti til 31 í seinastu minuttunum. Hetta skrivar heimasíða felagsins.
Neistin-Kyndil 31-25 (16-9):
Dýr útvísing
Stjørnan-StÍF 28-22 (17-9)
10 min: 7-3
20 min: 12-5
40 min: 19-12)
50 min: 24-17
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 11(5), Joan M. Djordjevic
4, Anna Kristina Samson 4, Maria við Neyst 3, Durita
Ljósstein 2, Bára S. Klakstein 2, Edith Hansen 1, Durita
Christophersen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 8(3), Ninna K. Joansen 8(1),
Sunfríð Johansen 3, Rósa Johansen 2, Oddrún Danielsen
1, Johanna í Króki 1
Brotskøst: Stjørnan 5, StÍF 5
Útvísingar: Stjørnan 4, StÍF 2
Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA
Neistin-Kyndil 31-25 (16-9)
10 min: 4-2
20 min: 13-6
40 min: 18-16
50 min: 24-18
Málskjúttar
Neistin: Nicolera R. Hansen 7, Rakul Augustinussen 7(4),
Anna Clementsen 7, Unn J. Kragesteen 4, Ása á Neystabø
4(1), Ása Christiansen 1
Kyndil: Jacklin Durhuus 7, Lina Andriulyte 4, Tordis
Tróndarson 4, Randi Wardum 3(3), Hildur Høghamar 2,
Barbara Egilstrøð 1, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1,
Eyðritt Andreasen 1, Ragnhild á Plógv Hansen 1
Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 4
Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4
Diskvalifikatión: Kyndil 2 (Eitt beinleiðis reytt og eitt 3X2
minuttir)
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.
FAKTA
Stjørnan-StÍF 28-22 (17-9):
Finaluklárar
Við sigrinum á Kyndli eru Neista-kvinnurnar nú bert ein dyst frá FM-finaluni