mánadagur 10. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 49 - 10. mars 2008 ]
Tað, sum skuldi
verða eitt satt
grannabrak endaði
sum ein hampuliga
linligur dystur, har
báðir partar vistu,
at Neistin vann
finaluplássið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kyndil hevur enn ikki tapt,
síðani teir tann 15. desember
vitjaðu á Skála.
Men hóast hetta, so verð
ur tað Neistin, sum skal
spæla um FMheitið í finalu
dystunum móti StÍF.
Kapprenningin um hetta
varð mest sum avgjørd, tá
Kyndil í miðvikuni snávaði
móti H71, og hon varð stað
fest sunnudagin, tá granna
uppgerðin
millum
teir
grønu og teir bláu varð
spæld á Hálsi.
Reytt eftir 6
minuttum
Dramatikkurin var annars
stórur fyrstu løtuna. Treytir
nar hjá Kyndli vóru, at teir
skuldu vinna dystin við 13
málum, og frá fyrsta bríksli
royndu teir at skrúva ferðina
upp í gjøgnum.
At Neistin longu eftir 6
minuttum misti Áka Mørk,
tá hesin í einum splitsekundi
misti tamarhaldið og liggj
andi tók í beinið á Josef
Abramansen, gjørdi ikki
støðuna hjá teimum bláu
betri.
Kyndil
tóktist
eisini
trúgva upp á møguleikan,
men tá Neistin sendi Inga
Olsen inn á vøllin at skipa
spælið, komu teir bláu aftur.
Ikki minst imponeraði Ingi,
tá hann nærum einsamallur
togaði Neistan frá 610 upp
á 1010 seinastu fimm
minuttirnar fyri steðgin.
Og so kundi hóskandi ver
ið lagt afturat, at við Jacob
Larsen í málinum er ógvu
liga ósannlíkt, at Neistin
kann tapa við 13 málum.
Stóri danin prógvaði enn
einaferð, at hann kann
verða lykilin, sum skal til,
um StÍF skal basast.
Linkaði
Seinni hálvleikur gjørdist
nakað linligur, sammett við
fyrsta hálva tíman. Rokið,
sum eina tíð lá í luftini fyri
steðgin, var nú fullkomuliga
dovnað, og ferðin á teimum
grønu kom ongan tíð upp á
eiott støði, har teir kundu
hótta við stórsigri.
Ivaleyst høvdu teir tá eis
ini ásannað, at kapprenning
in var tapt, og at tað var
rættiliga avmarkað, hvat
teir kundu gera fyri at røkka
finaluni.
Hetta gav eisini Neista
num møguleikan at skjóta
seg framum. Kyndil royndi
at hanga í, men tað bendi
alt meira á ein tryggan
heimasigur.
Fagnaðurin
á
teimum
bláu var øgiligur, so hvørt
sum bóltarnir vórðu sendir
handan Kyndilsmálverjar
nar, men kanska tóku teir
bláu eisini nakað lætt upp á
uppgávuna. Í øllum førum
vildi Kyndil seinastu løtuna
prógva, at teir ikki høvdu
tapt seinasta hálva kapping
arárið, og tað eydnaðist eis
ini.
Ivaleyst er vónbrotið hjá
Kyndli stórt, nú teir ikki
megnaðu at spæla seg í
finaluna. Men orsøkin til
hetta skal neyvan finnast í
dystinum sunnudagin. Tí
við kravi um somikið stóran
sigur, var talan at kalla um
Mission
Impossible
hjá
meistarunum, sum nú mugu
lata steypið frá sær.
Heldur kunnu teir líta aft
ur á mikudagin, har teir ikki
bastu H71, ella kanska á
onkran av fyrstu 12 dystu
num, har Kyndil als ikki
spældi sum eitt lið við meist
arapotentiali.
Tað hevur Neistin kanska
ikki gjørt alt árið. Men sein
astu dystirnir hava givið tek
in um, at liðið nú aftur er á
rættari leið. Enn er ein dyst
ur eftir, áðrenn farið verður
undir sjálvar finalurnar.
Tann dysturin verður á
Skála móti StÍF, men líkt er
nú til, at talan tá verður um
at kalla avspáking hjá flestu
spælarunum. Raðfylgjan á
stigatalvuni stendur ikki til
at broyta, og sum skilst, so
er tørvur á at hvíla fleiri av
vanliga føstu spælarunum,
soleiðis at hesir verða tøkir
til finaluna. Og tað er nú
heldur ikki óghusandi, at
StÍF tá fer at hugsa í somu
banum.
KÍF-VÍF 29-24 (14-8):
Vunnu seinasta
heimadystin
Hóast kappingarárið ikki var tað
besta, so setti KÍF eitt gott punktum
fyri heimavøllinum, tá teir vunnu
grannauppgerðina móti VÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Æran í eini grannauppgerð er vanliga nóg mikið til at
tendra kollfirðingar, og tað var hon eisini sunnudagin,
tá teir tóku móti VÍF.
Kollfirðingar hava annars ikki havt sítt besta kapp
ingarár. Og tað hevur verið nakað langt upp til høgt
flúgvandi vónirnar, sum fleiri høvdu til liðið undan
kappingini.
Hjá VÍF hevur eisini verið langt upp til avrikini,
sum fólk so ofta hava sæð frá liðnum, men boðini hava
alla tíðina verið, at eitt nýtt lið nú verður bygt upp, og
tí hevur tolið frá viðhaldsfólkunum eisini verið hampu
liga stórt.
Nýtt lið ella ikki, so vóru vestemenningar als ikki
líka tendraðir, sum vertirnir vóru tað, tá dysturin
sunnudagin varð spældur. Fyrstu løtuna spruttaðu teir
gulu kanska, men heilt skjótt stóð greitt, at vertirnir
vildu meira á degnum.
Seinna korterið av fyrra hálvleiki vann KÍF soleiðis
81, og tó at VÍF royndi at sprutta eftir steðgin, so
komu teir ongan tíð av álvara við aftur í dystin. Tá
munurin var minstur, vóru framvegis trý upp til vertir
nar, sum eisini dugdu at svara aftur, tá teir gulu royndu
at bíta frá sær.
Nú er tað álvari
Erik Hamrén, sum er venjari hjá oddaliðnum í superliguni,
AaB, sigur, at í dag byrjar kappingin aftur. Seinastu vikurnar
hevur AaB við Jón Róa Jacobsen í hópinum fyrireikað seg til
kappingina, og mánadagin er tað álvari. Alt, sum vit hava
gjørt higartil, hevur verið fyrireiking, men frá mánadegnum eru
vit í holt við kappingina aftur, sigur Erik Hamrén við
heimasíðuna hjá AaB. Fyrsti dysturin hjá AaB í seinnu hálvu av
superliguni er ímóti OB.
Amager vann á Lyngby
Leygardagin spældi 2. deildarliðið FC Amager ímóti einum
styrktum U20 liði hjá Lyngby. Dysturin endaði við 32 sigri til
Fremad Amager, sum var á odda 20 í hálvleikinum. Fleiri
føroyskir spælarar eru í Fremad Amager, men bert ein teirra var
á vøllinum undir hesum dystinum. Tað var Rókur av Fløtum
Jespersen, sum spældi við seinastu 22 minuttirnar av dystinum.
Neisitn-Kyndil 23-23 (10-10):
Kyndilin sløknaður
Neistin-Kyndil 23-23 (10-10)
10 min: 1-4
20 min: 6-9
40 min: 14-13
50 min: 20-18
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 6, Jugoslav Djumic 5, Blagoje
Buha 4, Dann Thorleifsson 3, Ingi Olsen 3, Jóhann
Brekkstein 2
Kyndil: Finnur Hansson 7(1), Hans Áki Dal Christiansen
6(1), Høgni Klein 4, Hanus Johansen 3, Josef Abrahamsen
2, Janus Einar Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 2, Kyndil 4
Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 3
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reyt)
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
KÍF-VÍF 29-24 (14-8)
10 min: 3-4
20 min: 9-7
40 min: 17-13
50 min: 22-16
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2), Rógvi Weihe 7, Ingi Johannesen
5, Regin Petersen 3, Niklas Reginsson 2, Dejan
Jankovic 2, Jóan Pauli Olsen 2, Teitur Joensen 1
VÍF: Karl Johan Djurhuus 5, Sjúrður Poulsen 5, Regin
Joensen 3, Sámal J. Djurhuus 3, Rói Lamhauge 2,
Jákup S. Andreasen 2, Eli Müller 1, Agnar Joensen 1,
Rúni Joensen 1, Magnus Müller 1(1)
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 4
Útvísingar: KÍF 3, VÍF 1
Dómarar: Kristjan Johansen & Dánjal Samuelsen.
FAKTA
Eina løtu strembaði Kyndil eftir ómøguliga málinum. Men tá stórsigurin ikki nærkaðist, fall
ferðin á dystinum