mánadagur 10. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 49 - 10. mars 2008 ]
VB-VÍF 36-26 (15-14):
VB heldur vónini
VB greiddi sína skyldu, tá VÍF vitjaði. Men
tær skulu hava hjálp frá StÍF, um Neistin
skal yvirhálast á málstrikuni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
VÍF argaði annars nakað nógv sunnudagin. Eftir ein
fyrra hálvleik, har VB hevði verið leikliga omaná,
settu gestirnir veruliga ferð á seinastu løtuna undan
steðginum.
Bert eitt mál var á muni, tá liðini fóru til hálvleik, og
í løtunum eftir steðgin stóð ferðir á jøvnum, meðan
áskoðararnir gjørdust alt meira spentir.
Men so loysnaði. Laila Jespersen og Daiva Toumaite
drógu liðfelagarnir við sær, og tó at VÍF royndi at
venda gongdini við einum time-out, so beyð ikki
bøtur. VB hevði veruliga fingið flogið aftur, og so
gjørdist talan at enda um veruliga stórsigur.
Hvør nytta er í hesum, er tó ilt at meta um. VB hevur
ikki lagnuna í egnum hondum, og tí mugu tær bara
gera sítt – eisini í seinasta dystinum. Tá skal Neistin
spæla útidyst móti StÍF, og megnar heimaliðið tá tað
óvæntaða, er tað uppgávan hjá VB at lofta einum
óvæntaðum finalubólti.
Seinastu tíggju
minuttirnar var betur
tendraða heimaliðið
omaná, og so mátti
StÍF heim við einum
óvæntaðum tapi
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast munurin á stigatalv-
uni verður toygdur, so hvørt
sum kappingarárið líður, so
er munurin ikki størri enn
so, at stríðast skal fyri hvørj-
um tí einasta stigi.
Og um ikki annað, so
fekk StÍF ta læruna við sær,
tá teir vitjaðu í Hoyvíkar-
høllini sunnudagin.
Á pappírinum skuldi StÍF
nevnliga verið sterkara lið-
ið, og ofta hava innanhýsis
uppgerðirnar millum feløg-
ini givið stórsigurin til eyst-
uroyingarnar.
Men fyri tað løgdu hoy-
víkingar stóra orku í dystin
sunnudagin. Teir buldraðu
avstað frá fyrsta bríksli, og
tó at StÍF raknaði við, sum
fyrri hálvleikur gekk, so
vildu teir á heimaliðnum
veruliga prógva, at javnleik-
urin móti Kyndli ikki var
íkomin av tilvild.
Um miðjan hálvleikin
fekk StÍF tó vent dystinum,
og gjøgnum størsta partin
av seinna hálvleiki hildu
teir eisini fast um vunnu
leiðsluna.
Hoyvíkingar noktaðu tó at
geva seg, og seinastu løtuna
av dystinum settu teir enda-
spurtin inn. Ikki minst takka
verið góðum verju- og mál-
mansspæli. Soleiðis fekk
StÍF bert eitt mál seinastu
13 minuttirnar, og tað var
ikki nóg mikið til at halda
hart arbeiðandi vertunum
niðri. Og so kundu gestirnir
bara iðra seg um, at Davic
Edvardsen ikki punkteraði
spenningin, tá hann hevði
møguleikan at økja til 22-20
úr sjey metrum
Annað enn sum styrkur
av sjálvsálitinum kann H71
ikki brúka sigurin til, men
hesin undirstrikar tó viljan
hjá spælarunum til altíð at
gera sítt besta, tá farið verð-
ur á vøllin.
Hján StÍF tænti tapið hin-
vegin sum áminning um, at
júst tað at gera sítt besta,
altíð er neyðugt. Og fáa teir
ikki lyft álopsspælið nakað
heilt fitt undan finaludystu-
num, kunnu trupulleikarnir
væl gerast alstórir, tá enda-
liga plaseringin av FM-
heitinum skal avgerast.
Við fýra málverjum
á skaðalistanum
er einki forgjørt í,
at Henrik Larsen
ivast í, um eitt
forbannilsi hvílir
yvir kreppurakta
felagnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur leingi staðið illa
til hjá Køge. Fyrsta hálva
árið hjá Henrik Larsen gekk
annars sum eftir ánni, og
fyri góðum ári síðani var
Køge á uppflytarakós, tá
farið varð í vetrarsteðg.
Her stóð tó greitt, at góða
gongdin ikki kundi halda
fram. Felagið megnaði ikki
at røkja fíggjarligu skyldur
sínar, og hetta kostaði.
Bæði á stigatalvuni, har lið-
ið varð dømt at missa stig,
og eisini á vøllinum, tá
fleiri av profilunum á lið-
num valdu at skifta felag.
Fíggjarviðurskiftini eru
enn ikki komin í rættlag, og
hóast Køge enn ikki er sent
í skiftirættin, so hevur fe-
lagið ikki loyvi at skriva
nýggjar yrkissáttmálar við
spælarar.
Fýra skaddir
málverjar
Tað ger sjálvandi, at Henrik
Larsen ikki hevur bestu
umstøður at fyrireika seg,
nú seinna hálva av donsku
1. deild fer ígongd. Men
støðan á málverjaplássinum
er mest sum katastrofal.
Hósdagin gjørdist Vahid
Ghiasvand fjórði málverjin
á skaðalistanum hjá fyrrver-
andi føroyska landsliðsvenj-
aranum. Hann kundi tó
troysta seg við, at royndi
Simon Miotto var komin
seg yvir sín skaða, og tí
stóð hann í málinum, tá
Køge spældi venjingardyst
móti AB.
Men har gekk aftur galið.
Bert lítil løta var farin av
dystinum, tá Miotto rendi
saman við Patrik Wozniacki
hjá AB, og málverjin noydd-
ist á sjúkrahúsið við einum
broti í fótinum.
- Eg veit ikki, hvat eg
skal siga. Hetta er jú púrasta
sjúkligt, og eg havi ongan
tíð upplivað nakað líknandi.
Tú skuldi pínadoy trúð, at
vit bukaðu málverjarnar við
gassum ella onkrum líkn-
andi, men tað gera vit altso
ikki, sigur Henrik Larsen
við heimasíðuni, bold.dk.
- Teir rendu saman og
komu at sparka hvønnannan,
so eg rokni við, at fóturin
aftur er brotin. Í øllum før-
um søgdu teir seg hoyra eitt
knekk, og á sjúkrahúsinum
sóu læknarnir, at ein riva
var í fótinum, sigur Henrik
Larsen.
Køge vann annars dystin
móti AB 2-1.
Súni og teir spældu javnt
Seinasti venjingardysturin hjá Viborg áðrenn superligan byrjar
aftur, varð spældur fríggjadagin ímóti HJK Helsinki. Dysturin
endaði við javnleiki 1-1. Súni Olsen varð á beinkinum hjá
Viborg, men hann varð sendur á vøllin í seinna hálvleiki. Viborg
hevur spælt átta venjingardystir í ár. Teir hava vunnið tveir, tapt
tveir og hava spælt fýra javnar.
Vit eru truplir at vinna á
Venjarin hjá Súna Olsen í Viborg, Hans Eklund, hevur, at liðið hjá
honum er við at verða klárt til superliguna.
- Vit høvdu sjálvandi viljað vunnið seinasta venjingardystin, men
hesin javnleikurin vísir enn einaferð, at vit eru ikki lættir at vinna
á, sigur Hans Eklund, sum fegnast um, at avrikini hjá hansara liði
hava verið meira støðug seinastu vikurnar, enn tey vóru í
superliguni í heyst.
VB-StÍF 36-26 (15-14)
10 min: 7-5
20 min: 10-8
40 min: 23-18
50 min: 28-22
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 16(2), Laila Jespersen 8, Carol
Kjærbæk 3, Bára Mortensen 2, Sváva Vestergaard 2,
Monica Samuelsen 2, Christina Holm 2, Una
Egilsdóttir 1
StÍF: Fríða Marjunardóttir 6, Liljan Djurhuus 5(1),
Torgunn Johannesen 5(1), Elisa Leo 3(1), Ioana Rapa
3, Heidi Joensen 3, Rannvá á Rógvu 1
Brotskøst: VB 2, VÍF 4
Útvísingar: VB 3, VÍF 6
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA
H71-StÍF 22-21 (10-13)
10 min: 6-4
20 min: 7-9
40 min: 15-17
50 min: 18-20
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 8(2), Esbern Patursson 4, Poul Kjartan
Dam 3, Hans Kári Hansen 2, Johnny Durhuus 2, Rógvi
Sørensen 2, Niels Viggo Niclasen 1
StÍF: David Edvardsen 7(1), Leivur Justinussen 4, Borgar
Danielsen 4, Danni Syhler 3, Rúni Niclasen 2, Alexandur
Johansen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 2
Útvísingar: H71 4, StÍF 2
Diskvalifikatión: H71 1(3X2 minuttir)
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen
FAKTA
Óhappini skola
yvir Henrik
H71-StÍF 22-21 (10-13):
Oddaliðið fall
Eina løtu hevði VÍF VB á knøunum, men Laila Jespersen
og Daiva Toumaite vildu tað tó øðrvísi
Mynd: Johannes Andreasen
Fýra málverjar eru á
skaðalistanum hjá Henrik
Larsen, nú hann roynir at
fyrireika Køge til várhálvuna