Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 49 - 10. mars 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tú skuldi pínadoy trúð, at vit bukaðu málverjarnar við gassum ella onkrum líknandi, men tað gera vit altso ikki Henrik Larsen – Eg og Randi Kúr­ berg hava sett okkum persónlig mál við frælsa ítróttinum á bana. Vit mettu, at hetta var besta loysnin, um vit skulu røkka teimum, sigur Heri Ziska, sum er annar av stig­ takarunum til nýggja frælsafelagið, sum hevur stovnandi aðal­ fund leygardagin Frælsur ítróttur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo – Bragdið stríðist mest fyri renningini. Vit fara ikki at skipa fyri renning á landa­ vegnum ella nakað tílíkt. Vit geva børnum aðrar møguleikar. Ímyndirnar av frælsa ítróttinum á bana í Føroyum seinastu mongu árini, Heri Ziska og Randi Kúrberg, fara seinni í vikuni at seta á stovn egið felag. Hóast hug­ skotið er nýtt, so hava tey borið skjótt at. Leygardagin verður stovnandi aðalfundur og fari verður til verka alt fyri eitt. Hugsa ikki langt Heri Ziska hevur staðið fyri nøkrum av bestu úrslitunum í fræslum ítrótti á bana, har hann millum annað hevur vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum. Landsliðið er tó ikki fremst í huganum, nú nýggja frælsafelagið skjótt fer at síggja sínar fyrstu dagar. ­ Vit hava havt barnavenj­ ingar í vetur, og undirtøkan hevur verið stór. Dagliga koma fyrispurningar, um tað er pláss fyri fleiri. Vit hugsa ikki tíggju ár fram. Eitt av endamálunum er at fáa eitt lið á 25 børn at byrja á hvørjum ári. Seinni velur íðkarin so sína grein. Um nøkur ár kunnu vit so eisini hugsa um elituna, um møgu­ leiki er fyri hesum, sigur Heri Ziska, sum ikki dugir at síggja nakran trupulleika við, at tvey frælsafeløg eru í høvuðsstaðnum. Hann staðfestir eisini, at serligur dentur verður lagd­ ur á barna­og ungdómsvenj­ ing á bana, har tørvurin á tilboðnum er størstur. Kappast við Bragdið Tað hevur mangan verið havt á munni, at tað er alt ov lítil kapping um plássini, tá liðið fyri frælsan ítrótt skal veljast til Oyggjaleik­ irnar. Við tveimum feløgu­ num kann hugsast, at skipa verður fyri kappingum, sum kunnu lyfta støðið. ­ Sjálvandi hevði tað ver­ ið hugaligt, um Bragdið stóð fyri onkrum kapping­ um, sum ikki vóru renning ­ men á bana. Tað økir áhug­ an fyri ítróttinum og mennir íðkaran. Tað er ikki orsaka av ónøgd í Bragdinum, at tit nú royna hetta – Nei, als ikki. Eg og Randi Kúrberg hava sett okkum mál við frælsa ítrótti­ num á bana. Vit mettu, at hetta var besta loysnin, um vit skulu røkka teimum, sigur Heri Ziska. Shaila millum Garð­ arnar tryggjaði sær leygardagin luttøku til HM, tá hon setti nýtt føroyskt met í 100 metrar frísvimj­ ing svimjing Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tá Shaila millum Garðarnar úr Suðuroyar Svimjifelag í gjár setti nýtt føroyskt met í 100 metrar frísvimjing, var somuleiðis greitt, at hon eis­ ini luttaka í HM. Tíðin var 0.58,52. Hon er ein av fýra svimjarum, sum hava svom­ ið seg til gullnál seinasta árið, undir leiðslu av Jón Bjarnason. Pál Joensen úr Suðuroyar svimjifelag og Kári á Høvd­ anum úr Fuglafjarðar Svimjifelag skulu eisini svimja í HM. Malan V. Bærendsen og Pál Joensen settu eisini met fríggjakvøldið. Hetta var í ávikavist 50 metrar bringu­ svimjing og 800 metrar frí­ svimjing. Tíðirnar vóru 34,94 og 8.00,05. Sambært svimjing.com er tíðin hjá Páli Joensen nummar 30 av bestu tíðu­ num í heiminum síðan 1. august í fjør. Hetta er somu­ leiðis besta tíðin hjá juni­ orum. Shaila millum Garðarnar sleppur nú at taka lut í kappingini um heimsmeistaraheitið. Leygardagin svam hon 100 metra frí í nýggjari mettíð Nýtt felag var besta loysnin Tryggjaði sær HM-luttøku Tað er fyri at økja um breiddina, at Heri Ziska, Randi Kúrberg og onnur hava tikið stig til at stovna nýtt frælsisfelag