mánadagur 10. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 49 - 10. mars 2008
Stutt Sagt
Vil ikki fara
frá
Forsætisráðharrin í Mal
aysia, Abdullah Ahmad
Badawi, hevur ongar ætl
anir um at leggja frá sær,
hóast stjórn hansara fekk
eitt vánaligt úrslit á tjóðar
tingsvalinum,
sum
var
leygardagin. Stjórnin hev
ur framvegis ein lítlan
meiriluta í tinginum aftan
fyri seg, men hon fekk
munandi minni undirtøku
enn væntað. Andstøðan
heldur, at stjórnin eigur at
fara frá, tí tað vánaliga
úrslitið má tulkast sum eitt
misálit á stjórnina, heldur
andstøðan.
Andstøðan
kann harafturímóti fegnast
um valið, tí hon hevur nú
tríggjar ferðir so nógvar
tingmenn sum undan val
inum leygardagin.
Kvinna skal
heiðrast
Tríggjar kvinnur í Grøn
landi,
Karo
Thomsen
Fleischer, Tukummeq Qaa
vigaq og Asii Chemnitz
Narup, hava skotið upp at
stovna ein grunn, sum
skal fíggja eina bók um
kvinnuna Arnarulunguaq,
sum var við á teirri stóru
sleðuferðini
hjá
Knud
Rasmussen í Grønlandi.
Asii Chemnitz Narup sig
ur við grønlendska útvarp
ið, at eftirtíðin hevur
gloymt kvinnuna á ferðini,
og at hon hevur annað
uppiborið. Arnarulunguaq
var borin í heim í Qaanaaq
í 1896, og hon doyði 2.
oktobur í 1933. Arbeiðið
at savna tilfar til bókina er
byrjað, sigur KNR.
Mánin hevur
ring ella ringar
Vísindafólk halda, at ein
av mánunum hjá gongu
stjørnuni Saturn hevur ein
ella fleiri ringar rundan
um seg eins og gongu
stjørnan sjálv. Í 2004 fór
rúmdarfarið Cassini fram
við Saturn, og upplýsingar,
sum tað sendi niður á
Jørðina, benda á, at minst
ein ringur er rundan um
mánan Rhea. Er hetta so,
er tað fyrstu ferð, at vís
indin hevur funnið ein
mána við ringi ella ring
um.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- John Mccain hevur góðar møguleikar fyri at fáa
eitt langt lív. Uttan iva verður hann minst 85
Jay Olchansky professari
útlond
Tann stóri stuðulin,
sum Barrack Obama
fær ímillum teir
Svørtu veljararnar
í USA, er í ferð við
at reka teir hvítu
veljararnar yvir til
Hillary Clinton
Í Wisconsin, Virginia og
fleiri øðrum statum fekk
Barrack
Obama
heldur
fleiri atkvøður frá teimum
hvítu veljarunum enn Hil
lary Clinton, men á valunum
í Texas og Ohio var støðan
broytt. Í Ohio fekk Hillary
Clinton 65 prosent av teim
um hvítu atkvøðunum, og í
Texas valdu 56 prosent av
teimum hvítu veljarunum
hana.
Ronald Walters, sum er
professari
á
lærda
háskúlanum í Maryland,
heldur, at tann stóri stuðulin,
sum Barrack Obama hevur
fingið ímillum teir svørtu
veljararnar, hevur gjørt tað
lættari hjá Hillary Clinton
at fáa fatur á teimum hvítu
veljarunum.
Politisku eygleiðararnir í
USA eru á einum máli um,
at dysturin ímillum Barrack
Obama og Hillary Clinton
hevur fingið óvanliga nógv
ar svartar veljarar at greiða
atkvøðu. Í summum statum
er talið tvífaldað. Tað kann
koma Obama til góðar í
teimum svørtu býlingunum
í Philadelphia, men sam
stundis skal hann hava und
irtøku frá nógvum av teim
um hvítu veljarunum í Penn
sylvania, skal hann ikki
tapa uppstillingina har, siga
eygleiðararnir.
Uppstillingarvalið
í
Pennsylvania verður tann
22. apríl. Tær seinastu kann
ingarnar vísa, at var val har
nú, hevði Hillary Clinton
fingið 10 prosentstig meiri
enn Barrack Obama.
Svørtu veljararnir reka teir
hvítu yvir til Hillary Clinton
Tey svørtu atkvøða fyri Barrack Obama, og tað kann fáa tey hvítu at atkvøða fyri Hillary Clinton
(Mynd: AP)
Sosialistiska stjórnin
í Spania hyeldur fram
aftan á valið í gjár,
sum hon vann
Tá
sosialistarnir
vunnu
spanska
tjóðartingsvalið
fyri fýra árum síðani, vildi
andstøðan vera við, at teir
vunnu orsakað av misnøgd
aftan
á
tær
ógvusligu
spreingingarnar í Madrid.
Sponsku
veljararnir
hava víst, at teir lata seg
ikki kúga av hóttanum frá
ETA ella ræðusøgum frá
andstøðuni, segði José Luis
Rodriguez Zapatero, floks
formaður og forsætisráð
harri, tá tað var vorðið
greitt, at hann og flokkur
hansara høvdu vunnið valið
í gjár.
Flokkurin hjá Zapatero,
PSOE, fekk 169 tinglimir.
Tað eru fimm fleiri enn á
seinasta vali, men kortini
ikki nóg mikið til at fáa
meiriluta í tinginum, sum
hevur 350 limir. Tann stóri
borgarligi andstøðuflokkur
in, PP, hevði eisini fram
gongd. Flokkurin fekk seks
tinglimir afturat og hevur
nú 154.
Sosialistarnir
skulu
tí
hava stuðul frá minst einum
flokki til at halda fram í
stjórnini. Eins og í undan
farna valskeiði fer flokkurin
at royna samstarv við teir
smáu flokkarnar á vinstra
vonginum, men teir viknaðu
í gjár. Eitt nú fekk tann
gamli og søguríki komm
unistaflokkurin bara tríggjar
tinglimir. Tí noyðist Zapa
tero helst eisini at leita sær
stuðul frá tí tjóðskaparliga
flokkinum í Katalania, CiU,
sum hevur 10 tinglimir.
Sosialistarnir verða sitandi
José Luis Rodriguez Zapatero heldur fram sum spanskur
forsætisráðharri
(Mynd: Reuters)