Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 10. mars 2008 17 tíðindi Støðlafjalli og skifta bæði antennu­skip­ an, káplar og sendara út. Nú sku­ldi alt verið í lagi, greiðir Petu­r frá til Sosial­ in. Mjørki og kaffi Klokkan var ikki meiri enn fimm minu­ttir yvir tólv, tá tyrlan hoyrdist koma inn eftir Borðoyarvík. Teir hjá Atlantsflogi hava tað við at vera stu­ndisligir. Hjá okku­m í landi var einki annað at gera enn at fáa menn og útgerð niðan móti tyrlu­pallinu­m, soleiðis at vit ikki seinka ferðaætl­ anini hjá tyrlu­ni. Við hjálp­ semi ber so nógv til. Tyrlan lendir og vit gera okku­m klár at fara u­mborð. – Men nei, sigu­r flogskiparin Anfinn. – Vit ku­nnu­ ikki fara avstað beint nú. Mjørki er á Støðlafjalli! Ætlanin hjá Sosialinu­m og Rás 2 var annars at gera eitt beinleiðis innslag til tíðindasendingina á middegi frá hægsta staði á Støðla­ fjalli, men tað fór so ikki í lu­ftina tá, tí veðu­rgu­darnir spældu­ okku­m eitt pu­ss. Blíðskapinu­m hjá flog­ skiparu­m og avgreiðslu­­ manninu­m í Klaksvík, Aksel Zachariasen bilti einki. – Kom, vit fara oman í húsið at fáa okku­m ein kaffimu­nn, meðan vit bíða eftir betri líkindu­m, sigu­r Anfinn. Ein slíkan kaldan dag í mars mánaði kemu­r ein kaffimu­nnu­r altíð væl við. Meðan heita kaffið frá Akseli fer niðu­ru­m, hyggja vit eftir vevmyndu­m av tyrlu­pallu­m kring landið, samstu­ndis su­m Petu­r roynir at fáa fatu­r á fólki á Skála fyri at kanna líkindini á Støðlafjalli. ­ Ja, nú er púra klárt á Støðlafjalli, siga tey. Og enntá sól, sigu­r Petu­r við brosi á kinn. Menn seta kaffikopparnar frá sær. Nú er at brúka laga­ ligu­ løtu­na, og kvika sær niðan á. Nakrar fáar minu­tt­ ir seinni eru­ vit á flogi. Tivandi prát Niðankomnir á Støðlafjall hevu­r sólin kortini hu­g at kámast eitt sindu­r og mjørk­ in sæst nærkast, men hetta forðar kortini ikki tyrlu­flog­ skiparu­nu­m at seta seg trygt á kavaklædda vøllin her u­ppi í 510 metrar hædd. Teir gera skjótt av: Meðan motoru­rin framvegis gong­ u­r, verða útgerð og amboð hjá R2 Net tikin í land, og Petu­r og Jan fara gangandi við sku­ndi við øllu­m á hes­ u­m á baki, teir u­mleið 100 metrarnar til teirra R2 hús. Tu­ngt er at bera og u­ndir­ lagið er bleytt, men einar fimm minu­ttir seinni er tann nýggja útgerðin komin til húsini og tann gamla er komin u­mborð aftu­r á tyrl­ u­na. Tíðindamaðu­rin frá Sosi­ alinu­m og Rás2 fær stu­ndir til eitt lítið og tivandi prát við Petu­r Jacobsen, áðrenn tyrlu­motoru­rin byrjar at ganga so hart og týðiligt, at her er eingin ivi u­m, at An­ finn & Co ætla sær á flog aftu­r. Ein møgu­leiki var at ganga oman aftu­r á Gøtu­­ eiði, men hesin møgu­leikin at síggja Eystu­roy og Norð­ oyggjar úr lu­ftini einaferð enn, verðu­r ikki kastaðu­r so­ leiðis aftu­r við borðinu­m. Myndamaðu­rin hjá Sosial­ inu­m, Ólavu­r hevu­r sett seg væl fyri u­ttast við vindeyg­ að. Hann vil hava nakrar góðar landslagsmyndir – helst vildi hann tikið tær gjøgnu­m opnar dyr, men tað er ikki lógligt, fær hann at vita. So tað verðu­r gjøg­ nu­m vindeygu­ni. Tað mu­ndi kortini ikki bilað tað stóra, u­m ein skal ganga eftir myndafrásøgnini su­m u­m viku­skiftið varð løgd út á Portalin og tær myndirnar su­m eru­ at síggja á hesi síðu­ni. Jú, Føroyar eru­ eisini vakrar úr lu­ftini! Sendiútgerðin hjá R2 Net er á Støðlafjalli og tryggjar at lurtararnir á Skála og aðrastaðni kring landið kunnu hoyra sendingarnar á Rás 2 Bæði Petur og Jan Jacobsen eru tøkniliga sinnaðir og vita tí, hvat krevst til at skifta bæði sendiútgerð, antennuskipan og káplar út Nevndarformaðurin í R2 Net, Jan Jacobsen, má eisini taka sítt tak í við at fá útgerðina uppá pláss