mánadagur 10. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 49 - 10. mars 2008
tíðindi
Seinnapartin fríggja
dagin vóru menn frá
R2 Net á Støðlafjalli
og umvældu eitt brek
í sendiútgerðini. Við
tyrlu vóru útgerð,
amboð og menn flutt
niðan higar. Netið
hjá okkum má bara
rigga, sigur Petur
Jacobsen, stjóri á R2
Net við Sosialin og
Rás2
Sendari
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Ólavur Frederiksen
Á Støðlafjalli: Tað sær ikki
so bratt út, men tað er kort
ini ein fittur gongutúrur,
um ein avgerð at ganga av
Gøtueiði og niðan á Støðla
fjall.
Fleiri hava roynt henda
túrin, men tá hevur viðførið
ikki verið av slíkum slagi
sum seinasta fríggjadag.
Tá skuldu nevniliga Petur
Jacobsen og sonurin, Jan
enn einaferð niðan á hetta
fjallið, ið er omanfyri 500
metrar høgt. Men hesaferð
var viðførið av slíkum slagi,
at ein ikki vil sleppa undan
at bera tað so langt.
Talan var um sendiútgerð,
káplar, partar av eini an
tennu og onnur amboð, ið
tveir so tøkniliga kønir
menn sum teir báðir hava
fyri neyðini, tá eitt slíkt
arbeiði skal gerast. Fyri at
lætta um hjá teimum var
tyrlan boðsend til endamál
ið. Bæði útgerð, amboð og
fólk skuldu flytast av tyrlu
pallinum í Klaksvík og nið
an á Støðlafjall.
Tyrlan skuldi fara haðani
stundisliga kl. 12:11, fyri at
tað ikki skuldi ganga út yvir
ferðaætlanina restina av hes
um
degnum.
Flúgvast
skuldi beinleiðis á fjalla
toppin, og eftir stuttan steðg
aftur til Klaksvíkar við
teirri slitnu útgerðini.
Tað ráddi bert um hjá
teimum báðum R2monnun
um og umboðunum fyri tíð
indatænastuna at vera til
reiðar hesa løtuna. Her var
eingin tíð at spilla!
Gera stóran skaða
Stjórin í R2 Net, Petur
Jacobsen hevur bert eitt
ynski: At lurtararnir hjá
Rás 2 skulu hoyra allar
sendingarnar altíð.
Kring landið hava teir
fleiri sendistøðir, sum hava
til endamáls at tryggja
hetta. Í løtuni er hetta gjør
ligt í øllum landinum, tó
eru ávís støð í ávísum bygd
um, har tað ikki hoyrist,
millum annað í Tjørnuvík.
Á Støðlafjalli stendur ein
týðandi sendari, um ein
kann siga tað so. Og tá
trupulleikar eru við hesum
sendaranum, so rakar tað
eisini fleiri av hinum. So
leiðis var støðan fram til
henda fríggjadagin.
Trupulleikarnir á sendi
støðini hjá R2 Net heruppi í
510 metrar hædd, byrjaðu
fyri eini trimum mánaðum
síðani. Teir hava síðani
roynt at funnið feilin, og
hava eisini gjørt tað fleiri
ferðir. Men tað vísti seg, at
feilurin kom aftur líka so
skjótt, uttan at teir funnu
útav hví so var.
Men umsíðir funnu vit
so fram til, at tað vóru rottur
sum høvdu spælt okkum
eitt puss. Tær høvdu simpelt
hen gnagað seg upp gjøg
num gólvið, og hava havt til
fragd at gnaga í káplunum,
soleiðis at lítið og einki sig
nal fekst ígjøgnum.
Nú tóku vit bara avgerð
um at gera alt í standa aftur,
Rottur gnaga káplar á
Petur Jacobsen hevur mangar ferðir áður verið her á toppinum á Støðlafjalli. Hesaferð var útgerðin so rúgvusmikil, at tyrlan mátti
brúkast at flyta hana niðan
Jan og Petur Jacobsen høvdu eina stóra uppgávu at loysa henda dagin á Støðlafjalli. Teir tóku
tyrluna niðan og vóru við hús aftur um nátturðatíð, eftir strævnan arbeiðsdag í hæddini
Tyrlan er hent, tá tung útgerð skal flytast niðan á høgt fjall – vinstrumegin stjórin á R2
Net, Petur Jacobsen, í miðjuni flogskiparin Anfinn Frederiksen og við bakinum móti
myndamanninum, Jan Jacobsen