mánadagur 10. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 10. mars 2008
15
nøvn
Her er ein mynd av nøkrum
av manningini á trolaranum
Stella Argus. Myndin er
helst
tikin
nakað
eftir
kríggið.
Vit kenna okkurt av nøvn
unum, men fleiri mangla.
Her er tað sum vit vita, f.v.:
1.
Tummas
Thomassen
(Kvívíks Tummas), skipari,
2. Hans Egholm, 3. ókendur
(beiggi Wenzel Petersen,
búði í Runavík?), 4. ókend
ur, 5. Djóni Thomassen í
Kvívík, 6. Arnold ?, 7.
Valdemar ? (úr Nólsoy), 8.
Eli ?, 9. ókendur (av Skarva
nesi).
Teksturin er skrivaður
eftir upplýsingum frá Eli
Petersen í Havn sum eigur
myndina. Eli kundi hugsað
sær at fingið tey røttu nøvn
ini á monnunum og hvar
teir eru frá.
Tá vit hava fingið nøvnini
upp á pláss, seta vit myndina
aftur í blaðið við røttu nøvn
unum. Um onkur kennir
menninar, er viðkomandi
vælkomin at ringja til á tel.
341844 ella 216135.
Kennir onkur nøvnini?
Dagurin
11. mars. Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í
fornkirkjuni varð tikin av døgum fyri trúgv sína.
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum við gávum,
blómum, fjarritum og á annan hátt gleddu
okkum á silvurbrúdleypsdegnum, sum var
hildin tann 15. des. 2007 vilja vit takkað
hjartaliga.
Eisini vilja vit takka tykkum sum árla á
morgni sjálvan silvurbrúdleypsdagin tann
18. des. 2007, vaktu okkum við
vøkrum sangi.
Somuleiðis takka vit fyri alla hjálpina
vit fingu bæði áðrenn, undir og eftir
silvurbrúdleypið.
Takk fyri øll somul.
Bestu ynskir
Poula og Andreas
Sandá
Vetrarnáttin tann vakra um vøtn og fjøll seg leggur
fjallatindar vakrir stíga upp móti himnahálvinum
mánin undan Kirkjubøreyni nú er komin
mánalýsið um bygdina fevnur
Áin gjøgnum dalin seg smoyggjur
áarløkurin undan helluni við sjóðan kemur
móti fossinum leiðin gongur
á tromini ketta á vakt stendur
Brúsandi fossur vakurleiki hesa nátt
brúgvin um ánna bygd og bý bindur saman
ljósið frá fossinum eitt vakurleika spæl av
skaparans hond
Sandá - hesa nátt eg ei gloymi.
Steinbjørn Viggosson Olsen
Mynd frá ”Realskúlaframsýningini
191666”, sum Jórunn Dánjalsdóttir
skipaði fyri í Kommunuskúlanum í
Havn í summar. Myndin er frá 1946
av fýra næmingum í einum millum
skúlaflokki. Teir standa á toftunum av
eingilskmannabarakkunum, ið høvdu
staðið har sum Tórshavnar Kommunu
skúli er í dag.
Aftara rað f.v.: John Nolsøe,
Vilhjálmur Mohr og Kári Hansen.
Fremst: Marius Thomasen
Um onkur hevur hug at ogna sær
hesa mynd, er viðkomandi vælkomin
at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á
telefon: 226024.
Myndaeigari: Marita Arge Magnussen
Millumskúlaflokkur í 1946