Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 49 - 10. mars 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ikki er tað gerandiskostur hjá mær at skriva minningarorð, men tíðliga í 2006 fluttu tvey fólk, sum eg metti sera høgt, heim. Tí hesar reglur Tveir sunnudagsskúlalærarir fluttir heim Sum tað sæst á dagfestingini omanfyri hevði Teddy kunna hild­ ið 80­ára føðingardag 9. mars. Teddy er farin. ­ Hesi vóru boð­ ini eg fekk sunnumorgunin hin 5. februar 2006 á veg inn á morg­ unmøti í Salem. Teddy var gamal, og hevði verið ússaligur leingi, so boðini komu ikki óvart á meg. Hóast hetta, kendi eg ein ómeta­ ligan sakn hólva inn yvir sinnið hesa løtu, tí hann hevði havt sera stóran týðning fyri meg, heilt frá barnaárum. Tað fyrsta eg minnist til Teddy, er frá barnaárunum í sunnudags­ skúlanum í Salem á Tvøroyri, tá hann meistarliga greiddi okkum frá um Jesus og um trúarfedrarnar í gamla testamenti. Søgan um hin sjúka við Betesdahylin stendur enn ljóslivandi fyri mær, eisini frásøgnin um tær fyrstu páskirnar, tá Ísraelsmenn smurdu blóðið á durastavin, sum verju tá deyðs­ eingilin kom framvið. Hvussu hann inntreingjandi fekk okkum at skilja týðningin av at fáa blóð Jesusar smurt á okkara hjartadyr, longu sum børn. Tað serliga við Teddy var at hann tosaði so at siga við øllum kroppinum, stundum grulvandi á øllum fýra, og stundum rennandi. Og hvør minnist ikki træpinnin, sum hann sló í talarastólin, um onkur hevði hug at fjasast ov mikið. Alt hetta saman við einum djúpum andaligum salvilsi, gjørdi at orðið um Jesus festi djúpar røtur í barnasinninum, og enn í dag hugsi eg mangan um løturnar í sunnudagsskúlanum við stórum takksemi. Tað var eisini Teddy, sum saman við Jenisi steðgaði okkum, tá eg og vinirnir sum tannáringar, eins og hin bururturvilsti sonurin, vóru á veg burtur frá Guði. Hetta fór fram heima í stovuni hjá honum og Odu eitt vetrarkvøld í 1976, og tað kvøldið kom at hava avgerandi týðning fyri lívsleið mína. Eisini stóð heimið hjá Odu og Teddy altíð opið fyri okkum, og øll ungdóms­ árini kendu vit okkum sum synir, sum altíð kundu koma inn á gólvið, og har fáa bæði likamliga og anda­ liga føði. Hesar løtur kunnu ikki gerast upp í verðsligum virði. Bert ævinleikin fer at avdúka tann ómetaliga týðning, hetta hevði fyri okkum. Samkoman í Salem á Tvøroyri var hansara andaliga heim, og har vísti hann eitt ótrúligt trúfesti og ágrýtni alt tað eg minnist, og eru tað mong við mær, sum minnast aftur á tær kraftmiklu og einfaldu evangelisku talurnar hann hevði. Hesar prógvaðu, at hann livdi í einum inniligum samfelagi við frelsara sín, og at hann ynskti at deila tað ríkidømi hann har fekk við okkum. Eitt annað, sum ein legði til merkis í talum hansara, var eyðmjúkleiki, tí hann ynskti altíð at gera Jesus stóran, væl vit­ andi um sína egnu ússaligu støðu sum menniskja yvirfyri einum ræt­ tvísum Guði, har einasta bjarg­ ingin er Hansara ófatiliga náði. Eitt positivt og lætt lyndiseyð­ kennið, saman við Andans ávirk­ an í lívi hansara gjørdu, at har sum Teddy var, har var gleði og sangur, og hetta hevði eina drag­ andi megi á øll, sum vórðu saman við honum. Ja, mangar gleðiløtur eru at minnast afturá, t.d. tá ið vit við guittara – og Teddy onkuntíð við munnharpu – góvu “den hele armen” við ymisk høvi. Tey seinnu árini sást og hoyrd­ ist týðiliga, at Teddy var ikki tann sami. Fleiri sjúkutilburðir høvdu skert flogið. Hóast hetta var hann altíð fúsur at luttaka á møtunum, tí Andans eldur í honum brendi framvegis líka bjart. Dømi um hetta er, at hann fáar dagar áðrenn hann flutti heim, hóast sjúku og truplar umstøður, kundi vitna um Jesus fyri teimum, sum hann var saman við. Nú ein tíð er farin, og hugsa verður um Teddy og hvussu hann brúkti ein ómetaliga stóran part av tíð síni í víngarði Harrans, mátti tað so elvt til sjálvrannsakan og tráan eftir at liva Harranum nærri í komandi tíðum. Takk á Guð at tú frelsti meg Takk at eyga títt bar við meg Takk at Harran Jesus tú gav Takk fyri náðinnar djúpa hav Ikki havi eg tal á, hvussu ofta eg hoyrdi Teddy enda møtir, og við onnur høvi eisini, við hesum vers­ inum. Siga hesi einføldu og hjartanemandi orðini ikki alt, ið vert er at siga? Soleiðis minnist eg sunnudags­ skúlalæraran og hirðan Teddy Michelsen. Góða Oda, døtur, svigarsynir, barnabørn, og familja. Eg biði, at Harrin skal hjálpa tykkum í sorg­ ini og sakninum, sum tit kenna. Per Bert ein mánaða eftir at hava fylgt Teddy, komu boðini um at Nancy var farin. Hesaferð komu boðini sera óvart, tí hon var so frísk og ferðug. Tá ein møtti henni, var tað altíð við einum smíli og einum góðum og upp­ lyftandi orði. Tá ið Henry og hon vóru í bili, og tað ikki lá fyri at heilsast munnliga, ja so syrgdi hon altíð fyri at fáa kontakt við at veitra. Hesin, hennara háttur at vera uppá, hevði eitt stórt árin á meg, tí hann minti meg á týðn­ ingin av at vit koma hvør øðrum við í gerandisdegnum, og ikki bert súsa avstað í øllum meldr­ inum, sum eyðkennir okkara tíð. Nancy var trúgvandi, og var tað í tí sambandinum eg kendi hana best. Hennara andaligu røt­ ur vóru í hvítusunnusamkomuni, men hon hevði altíð eitt vist tilknýti til okkum í brøðra­ samkomuni á Tvøroyri. Eitt skifti, tað man hava verið seinast í 60­unum, og nakað inn í 70­ini minnist meg rætt, var hon sunnudagsskúlalærari hjá okkum, saman við Teddy. Tað sum serliga hevur fest seg í minnið frá tí tíðini, er tá hon segði okkum frá líðingum Jesusar og krossfesting­ ini, hvussu hon hevði ilt við at goyma tær eymu kenslur hon hevði í samband við offurdeyða Jesusar í okkara stað, og vit sóu hvussu fyrst eyguni vættust av tárum, og síðani hoyrdist tað eisini á røddini. Á hendan hátt untist tað Nancy, at leggja ein týðningarmiklan part av tí anda­ ligu barlast í okkara lítla lívsfar, sum vit børn høvdu so nógv brúk fyri, til ferðina um lívsins hav. Tey seinnu árini, eftir at hennara egna samkoma gavst við sínum virksemi á Tvøroyri, savnaðist Nancy regluliga við okkum, og vóru vit sera glað fyri hettar, tí hon hevði so nógv at geva. Tá hon tók orðið, varð tað eins og ein bleiv lyftur upp á hægri grund, tí tað sást og hoyrdist skilliga at hon var betikin av Jesusi, og soleiðis komu vit nú í manndómsárum at uppliva tað sama, sum vit sum børn upplivdu í sunnudagsskúlanum, um enn á ein nakað øðrvísi hátt. Saknurin kennist stórur hjá okkum í Salem nú stólarnir hjá Teddy og Nancy standa tómir,tí tey bæði fyltu so nógv. Men Harrin er hin sami, og er mentur at føra verk sítt víðari. Góði Henry, børn, svigarbørn, barnabørn, og familja, Harrin styrki og troysti tykkum í kom­ andi tíðum. Æra verið minnið um Nancy og Teddy Per Til minnis um Nancy Werning f. 3 mai 1937 • d. 3 mars 2006 Til minnis um sunnudagsskúlalæraran og hirðan Teddy Michelsen Teddy Michelsen f. 9. mars 1928 - d. 4. februar 2006