Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 49 - 10. mars 2008 ] Kreppan er stór í Newcastle, sum enn ikki hevur vunnið, síðani Kevin Keegan tók við ábyrgdini av liðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Áskoðararnir fegnaðust, tá Kevin Keegan í mars mán­ aði varð settur í leysa venj­ arasessin hjá Newcastle. Seinnu árini hevur felagið langt ífrá livað upp til vónirnar um eina støðuga plasering í oddinum. Og spælið var sjáldan átókt sjampanjufótbóltinum, sum felagið borgaði fyri, tá Keegan fyrru ferðina sat við stýrisvølin. Ikki vunnið í ár Tveir mánaðir og átta dystir seinni er fagnaðurin tó ikki eins sjónligur. Hóast the Mighty Mouse, sum Keegan verður nevnd­ ur, hevur roynt at ført sítt æviga bjartskygni yvir á spælararnar, so hevur úr­ tøkan absolutt ikki verið nakað at reypa av. Enn hevur Keegan ikki vunnið við felagnum í hesum umfarinum, seinasti sigurin var tann 16. januar, tá Newcastle vann 4­1 á Stoke í FA­Cup kappingini. Í Premier League skal leitast aftur til 15. desember, um ein sigur skal finnast, og vána gongdin hevur sent annars stolta Newcastle við fúkandi ferð niður gjøgnum stigatalvuna. Sjálvur er venjarin fram­ vegis bjarstkygdur. Nú er tosið tó meira um møgu­ leikarnar at halda sessinum í Premier League, og tí setninginum væntar Kevin Keegan at røkka. ­ Vit hava ein væl saman­ sjóvaðan hóp av spælarum, og vit hava allir trúnna uppá, at vit eru eitt nóg gott lið til at halda sessinum. ­ Vit eru vísir í, at tað ber til. Tú skalt hava 40 stig, um tú skalt bjarga sessinum, so fýra sigrar afturat skuldu verið nóg mikið hjá okkum, sigur venjarin við enskar miðlar. Lagnudystirnir Komandi mánaðin fer at vísa, um hald er í útsagnun­ um hjá Keegan. Tá verða dystir móti fleiri av teimum liðunum, sum Newcastle stríðist við í botninum, og tað verða helst hesir, sum gera lagnuna hjá felagnum av. Men tað er púrasta vist, at Newcastle illa er ført fyri at standa móti fíggjarliga bakkastinum, sum tað vildi verið, um felagið dettur eina deild niður. Fleiri av spælarunum á liðnum teljast millum teir heilt væl løntu í Premier League. Og tað er langt ífrá víst, at nøvn sum Owen, Martins, Given, Duff og Geremi vilja finna seg í sekunda­fótbólti. Svár kreppa í Newcastle Tað er stórt glopp millum núverandi støðuna hjá Newcastle og spruttndi álopsfótbóltinu,sum liðið sýndi,seinst Kevin Keegan hevði ábyrgd av liðnum Myn: Polfoto/AP Newcastle undir Keegan 19. januar Newcastle-Bolton 0-0 26. januar Arsenal-Newcastle 3-0 29. januar Arsenal- Newcastle 3-0 (FA-Cup) 3. februar Newcastle-Middlesbrough 1-1 9. februar Aston Villa-Newcastle 4-1 23. februar Newcastle-Manchester United 1-5 1. mars Newcastle-Blackburn 0-1 8. mars Liverpool-Newcastle 3-0 Komandi dystirnir 17. mars Birmingham- Newcastle 22. mars Newcastle-Fulham 30. mars Tottenham- Newcastle 5. apríl Newcastle-Reading 12. apríl Portsmouth- Newcastle 19. apríl Newcastle-Sunderland 26. apríl West Ham- Newcastle 3. mai Newcastle-Chelsea 11. mai Everton- Newcastle FAKTA Laudrup einki hoyrt til Chelsea Um vikuskiftið ljóðaði, at Chelsea hevur áhuga í at fáa Michael Laudrup til venjara hjá felagnum. Men í dag sigur Laudrup, at hann einki hevur hoyrt um hetta. – Eg havi lært meg at liva við slíkum slatri. Líkamikið, hvussu tápuligt tosið enn er, sigur Michael Laudrup við danska Ekstra Blaðið. Fyrsta árið í spanska Getafe hevur Laudrup fingið góð úrslit, hóast byrjanin upp á árið var sera vánalig. Getafe er væl ávegis sponsku steypafinaluni, og í UEFA­Cup kappingini er liðið at finna millum tey 16 seinastu. Blatter vil revsa Taylor Hóast enska Fótbóltssambandið gav Martin Taylor tríggja daga leikbann fyri beinbrotstacklingina móti Eduardo hjá Arsenal, er FIFA­forsetin ikki nøgdur. – Vit hava rætt at biðja eitt samband um at geva okkum innlit í mál. Og halda vit, at revsingin ikki er nóg hørð, kunnu vit stramma hetta upp, sigur altjóða fótbólts­ forsetin, Sepp Blatter. Eitt nú heldur hann, at ein hóskandi revsing kundi verið, um Taylor varð leik­ bannaður eins leingi, sum Eduardo er úti við skaða. Manchester United fekk eina óvæntaða gávu frá Wigan, sum helt Arsenal at nullinum. Samstundis stríðast Liverpool- feløgini um seinasta Champions League- sessin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vikuskiftið í Premier League var fyrst og fremst av, at fleiri feløg vóru í dysti í FA­Cup kappingini, har fleiri óvæntað úrslit vóru. Seks dystir vórðu tó spældir, og serliga var tað merkisvert, at Arsenal ikki rakk sínum setningi, tá teir spældu á útivølli móti Wigan. Enn hevur Arsenal bert tapt tann eina dystin hetta kappingarárið, men javnleikurin móti Wigan var tann níggjundi av slagnum, og hann bar við sær, at Manchester United nú aftur kann vinna seg á oddasessin. Arsenal skapti annars møguleikarnar, sum vóru neyðugir, men í málið vildi bólturin ikki, og so vaks munurin niður til silvur­ plássið bert til tvey stig. Á Anfield helt Liverpool fram við góðu taktunum, tá teir sendu kreppurakt Newcastle heim við ongum, men kapprenningin við Everon helt tó fram, tá hesir vunnu 1­0 á útivølli móti Sunderland. Einki er at siga til, at bæði Liverpool og Everton vija legga nógv fyri í royndunum at vinna seg framat Champions League milliónunum, og tí er lagt upp til satt brak á Anfield, tá grannauppgerðin stendur á skránni seinasta dagin í hesum mánaðinum. Arsenal snávaði Úrslitini Liverpool-Newcastle 3-0 Reading-Man City 2-0 Blackburn-Fulam 1-1 Sunserland-Everton 0-1 Tottenham-West Ham 4-0 Wigan-Arsenal 0-0 FAKTA