mánadagur 10. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 49 - 10. mars 2008 ]
Tað gandakenda við
aldargomlu FA-Cup
kappingini er enn á
lívi, tá sunnudagurin
eisini bjóðaði okkum
hyggjarum, eitt
óveruligt »Giant
Killing«, tá enn eitt
Premier League lið
fór raplandi út úr
glæsuligu kappingini
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Eins og ótrúligi sigurin hjá
Barnsley
móti
Chelsea,
dagin fyri, var sigurin hjá
Cardiff
móti
Middles
brough, fullkomuliga væl
uppiborin. Mál teirra vóru
bæði
skoraði
tíðliga
í
dystinum, og tey skutu
Peter Whittingham, ið áður
hevur roynt seg uttan
eydnu – í Aston Villa, og
Roger Johnson.
Fleiri óvæntaði úrslit
Av teimum fýra fjórð
ingsfinalunum, komu trý
heilt stór og óvæntaði úrslit.
Tann fjórða, ið var millum
Bristol Rovers og West
Bromwich Albion endaði
við stórsigri til WBA, ið
vann
heili
51.
»The
Baggies« munnu nú trúgva
fult og fast uppá sín møgu
leika til at vinna kappingina,
eftir sigurin í útsynnings
horninum
av
Onglandi.
Hvønn
skal
man
seta
pengarnar á?? Kanska eina
Barnsley
móti
Cardiff
finalu? Spennandi verður
at fylgja hesari fantastisku
kapping, nú komið er til
hálvfinalurnar.
»Giant-Killing«
Nøkur søguliga stór úrslit
hava verið í FACup kapp
ingini, ið er heimsins elsta
kapping, og sum fór av
bakkastokki á fyrsta sinni í
187172 kappingarárinum.
Nøkur av teimum fari eg
her at nevna. Í 1969 vóru
Mansfield Town komnir
heilt til fimta umfar, har
teir skuldu møta West Ham,
ið hevði heili tríggjar av
heimsmeistarunum frá 66
liðnum
hjá
Onglandi;
Bobby
Moore,
Martin
Peters og Geoff Hurst,
umframt at teir høvdu
blaðungu Billy Bonds og
Trevor Brooking á liðnum
eisini. Dysturin var útsettur
heili fimm ferðir, og varð
endaliga avgreiddur 26.
februar 1969, og tað skuldi
vísa seg at blíva ein av
størstu kvøldunum í søgu
felagsins. Framman fyri
21.117 áskoðarum á Field
Mill, vunnu Mansfield 30,
og blívu við sigrinum, bert
fjórða lið í søguni, ið megn
aði at sláa feløg úr fimm
ymiskum deildum út úr
somu kapping, í sama ári.
Eitt annað »giantkilling«
dømi, var tá Hereford Unit
ed sjokeraðu Newcastle
United við einum av kend
astu málunum í søguni hjá
hesi kapping. Málið skoraði
Ronnie
Radford.
Eitt
framúr vakurt langskotsmál
á
einum
mórudýgdum
vølli.
Nógv giant-killing
í sama umfari
Fjórðingsfinalurnar í FA
Cup í ár vóru um vikuskiftið,
og óivað man hetta farna
vikuskifti fara í søgubøk
urnar, tá flest óvæntaði
úrslit eru hend í hesu kapp
ing.
Heili
tríggjar
av
teimum fýra uppgerðunum
endaðu
við
óvæntaðum
úrslitum, og tað heilt stóra,
stóðu Barnsley fyri, tá teir
fult uppiborið vunnu móti
Chelsea, eftir at teir høvdu
sligið
Liverpool
út
í
undanfarna umfarinum. Nú
mugu teir metast til at vera
favorittar til at fara við
øllum. Málið hjá Barnsley
skoraði stóri og sterki
áleyparin Kayode Odejayi.
Bert eitt Premier League
felag er eftir í kappingini,
og er tað Portsmouth, ið
eisini heilt óvæntað vann
móti sjálvastu Manchester
United. Úrslitið var 10, og
málið skoraði Sulley Ali
Muntari við brotssparki.
Man Utd høvdu annars
hópin av møguleikum, men
inn vildi bólturin barasta
ikki. Teir vóru sum gandaðir
kundi man næstan sagt.
Gandurin livir enn
Fagnaðurin var ovurstórur á Oakwell, tá Barnsley hevði sent Chelsea-millióningarnar úr fínu steypakappingini. Her er tað málverjin, Luke Steele, ið verður
fagnaður av áskoðarunum
Mynd: Polfoto/AP
1/4-finalurnar
Man.Utd.-Portsmouth
0-1
Middlesbrough-Cardiff
0-2
Chelsea-Barnsley
0-1
Bristol R.-WBA
1-5
FAKTA
Grant er hóttur
Venjarin hjá Chelsea, ísraelski Avram Grant, viður
kennir, at hann væl kann vera ávegis úr venjara
sessinum hjá Chelsea. – Eg kann góðtaka eina
uppsøgn, skuldi hendan komiuð, tí sjálvandi eiga vit
at vinna á Barnsley. Hinvegin eru vit enn við í
Champions League og í oddastríðnum í Premier
League. Og ein sigur í aðrari av hesum kann bjarga
mær sessinum, sigur Grant.
Spanska stjórnin í FIFA-kríggj
FIFA hóttir nú Spania við revsitiltøkum, um stjórnin ikki heldur seg
burtur frá fótbóltsviðurskiftum. Orsøkin er, at stjórnin vil skifta
leiðsluna hjá teimum sersambondum, sum ikki hava vunnið sær
umboð til komandi Olympisku leikirnar. – Spanska lóggávan er
galdandi fytri øll. Og eitt ítróttasamband hevur ábyrgd, tí tað
umboðar landið í altjóða hópi, sigur spanski forsetin, Jose Luis
Rodriguez Zapatero. FIFA krevur hinvegin, at fótbóltssambandið er
ovasti myndugleiki innan sítt øki, og tí er hóttanin, at Spania kann
verða bannað frá komandi EMendaspælinum.