týsdagur 19. juni 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 19. juni 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
21
20
Nr. 114 - 19. juni 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
C
M
Y
K
20
At Jákup Mikkelsen
undir ongum
umstøðum heldur
fram í Herfølge kemst
serstakliga av einari
orsøk. Viðferðin, sum
hann hevur fingið frá
leiðsluni í felagnum,
hevur ofta verið sera
vánalig. Nú sáttmálin
við felagið rennur út,
eru tað ikki blíð orð,
sum málverjin gevur
leiðsluni
FÓTBÓLTSTILVERA
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk
Meistarar í fjør – niðurflyt-
arar í ár. Somikið skiftandi
hevur fótbóltstilveran hjá
Jákupi Mikkelsen verið
innan fyri seinasta eitt ára
tíðarskeiðið.
Niðurflytingin varð long-
u staðfest í triðseinasta
leikumfari, men kortini
gjørdi liðið ein seinasta
vørr í seinasta leikumfar-
inum, tá teir noyddu Silke-
borg at taka til takkar við
einum bronsumerki.
Fleiri orsøkir
Tveir dagar eftir kapping-
arlok fekk Sosialurin eitt
prát við føroyska landsliðs-
málverjan, og eitt av evn-
unum var sjálvandi, hvat
tað var, sum kiksaði hjá
felagnum hetta kappingar-
árið.
- Sjálvandi eru fleiri or-
søkir. Vit fingu eina øgiliga
ringa byrjan, og kanska
gjørdi Faxe tað mistakið, at
hann satsaði nógv upp á
Europeisku dystirnar. Skrá-
in varð tá sera strævin hjá
okkum, og hetta kostaði
eisini fleiri skaðar. Millum
annað varð Kenneth Jensen
tá skaddur, og var at kalla
ikki við hetta árið.
- Rok var eisini um Jens
Madsen, tá hesin brádliga
varð seldur, og at Jesper
Falck og Steven Lüstu
brádliga
vórðu
seldir,
gjørdi tað heldur ikki betri.
Serliga var missurin av
Steven stórur, tí síðani Faxe
kom, hava vit roynt at flutt
spælið langt niðan á vøllin.
Hetta gekk, tá Steven kundi
renna allar bóltar upp í
verjupartinum, men í ár
hava vit ikki havt nakran
somikið skjótan spælara.
- Sjálvandi eru fleiri or-
søkir, og vit spælarar mugu
so eisini átaka okkum
okkara part av skuldini. Vit
hava ikki verið nóg góðir,
men tað hevur nevndin so
heldur ikki.
Undanfarin ár hevur eyð-
kenni hjá Herfølge verið
ein svikaleysur stríðsvilji.
Spurdur, um hesin hevur
restað í í ar, svarar Jákup, at
tað hevur hann kanska.
- Í so máta var stuttligt at
síggja seinata dystin móti
Silkeborg. Okkara spæl var
koyrt, men vit fóru kortini á
vøllin at stríðast, og tað gav
so eisini úrslit. Tað er
kanska nakað, sum hevur
mangla.
Seldu beint undan
dysti
Tá Jákup nevnir, at nevndin
heldur ikki hevur verið nóg
dugnalig, er náttúrligt at
spyrja, um hann við hesum
heldur, at teir hava verið ov
passivir. Til hetta svarar
Jákup, at tað hava teir part-
víst verið, men eisini mein-
ar hann við hesum, at teir
ofta kundu gjørt tingini
øðrvísi.
- Mátin, sum teir seldu
Jesper Falck og Steven
Lüstu var í øllum førum
ikki serliga heppin. Vit
spældu hóskvøld á heima-
vølli móti AIK Stockholm,
og umvegis pressuna fingu
vit fríggjadagin at vita, at
teir báðir vóru seldir.
- Hvørki spælarar ella
Faxe vistu av hesum, og vit
skuldu fyrireika okkum til
dyst
mánadag.
Sostatt
høvdu vit bert eina venjing
at fyrireika okkum til, at
týdningarmesti leikarin hjá
okkum ikki var við.
Hóast alt hetta, so heldur
Jákup ikki, at stemningurin
millum leikararnar hevur
verið so øgiliga ringur hetta
kappingarárið.
- Sjálvandi var tað stutt-
ligari í fjør, tá pressan var
til venjingarnar og so fram-
vegis, men eg haldi kortini,
at tað hevur verið í lagi
millum spælararnar. Vit
hava vant, eins og vit
gjørdu áður, og yvirhøvur
hevur hetta ikki bilað.
Hevði sáttmála í
hondini
Miðskeiðis í kappingarárin-
um ljóðaði, at Jákup skuldi
vera ávegis til FCK, og
málverjin viðgongur eisini,
at heilt nógv var um hetta
tosið.
- Eg samráddi meg fram
til ein sáttmála við FCK í
januar ella var tað februar,
og vit vóru eisini samdir
um ein sáttmála. Eg var
eisini til læknakanning, og
hetta gekk eisini væl. Teir
spurdu meg tá, um eg vildi
skriva undir beinanvegin,
men eg vildi gjarna lesa
sáttmálan enn einaferð, og
tók hann tí við mær til hús,
og hann liggur framvegis
við hús.
- Teir skuldu so venda
aftur til, men tað gjørdu teir
ikki fyrr enn vit spældu
móti teimum tann 13. mei.
16. mei tosaðu vit aftur
saman, og teir søgdu, at nú
var støðan ein onnur. Teir
vóru nøgdir við málverjan,
sum teir høvdu, og støðan
hjá okkum var kanska ikki
so góð, so upp á ein penan
máta søgdu teir, at teir
høvdu skift støðu.
Spurdur, um hann angrar,
at hann ikki setti undir-
skriftina á sáttmálan ta
ferðina, sigur Jákup, at tað
ikki nervar hann so nógv.
- Eg havi lisið sáttmálan
ígjøgnum, og alt er ikki,
sum tað skuldi vera í
hesum. Í øllum førum
restaði ein upphædd í
hesum, sum vit annars vóru
samdir um. Sáttmálin var
soleiðis, at ongan so-
nevndan »sign-on fee«
hevði fingið. Hinvegin
skuldi eg so tvær ferðir í
sáttmálaskeiðinum fáa eina
ávísa upphædd útgoldna.
Tann seinna av hesum var
samstundis tann størra, og
sambært sáttmálanum stóð,
at hesa fekk eg, um eg
framvegis hevði sáttmála
við felagið hin 1. juli 2004.
Sáttmálan gekk tó út dagin
fyri, so hetta skuldi í øllum
førum verði broytt.
- Sjálvandi iðrar mann
seg eitt sindur, men eg iðri
meg nógv meira um, at
Herfølge ikki vildu sleppa
mær fyri hálvum triðja ári
síðani, tá FCK og Hibern-
ian sýndu áhuga. Teir hava
faktist bremsa mær fleriri
ferðir i hesum.
Møguleikarnir vóru
har
Tá prátið fellur inn á møgu-
leikarnar, sum Jákup hevur
havt fyri at skifta felag,
fella eisini nøkur hørð orð
frá málverjanum, sum eru
rættað
beinleiðis
móti
leiðsluni í felagnum. Ikki
minst, tí hesir eftir øllum at
døma ikki hava verið heilt
reiðiligir, tá hetta fór fram.
- Eg tosaði við ein blað-
mann í Skotlandi, sum
hevði
tosað
við Alan
McLeish,
sum
tá
var
manager í Hibernian. Hann
segði seg hava fingið allar
lutir í sáttmálatilboðnum at
vita, og millum annað
hevði eg fingið frían bil og
íbúð umframt eina mánað-
arløn upp á 100.000 kr.
netto. Eg tosaði síðani við
Kenneth Wegner, sum var
stjóri í Herfølge, men hann
tvíhelt um, at teir einki
høvdu hoyrt frá nøkrum.
Jákup klamsar við hurðini
Eilen og Jákup Mikkelsen
uttan fyri heimi, sum tey
eftir øllum at døma nú siga
farvæl við. Undir ongum
umstøðum heldur
fótbóltstilveran hjá Jákupi
fram í Herfølge
- Eg helt hetta vera eitt
sindur løgið, tí tað stóð
eisini at lesa á tekstvarp-
inum, men tað var ikki fyrr
enn eg tosaði við Faxe, tá
vit samráddust seinast, at
eg fekk at vita, hvat veru-
liga var farið fram. Hann
segði mær, at Hibernian
vóru til reiðar at rinda 2
mió.kr., og tað er sjálvandi
keðiligt at fáa slíkt at vita
seinni.
- Seinni hetta árið spurdi
Wegner meg, um eg møgu-
liga hevði havt áhuga í at
komið til FCK, og eg svar-
aði tá ja. FCK og Herfølge
fóru tá í ítøkjuligar sam-
ráðingar, har FCK vildi lata
2,5 mió.kr. Herfølge royndi
– við at nýta boðið hjá
Hibernian á 2 mió.kr. – at
trýsta prísin upp, og alt
endaði við, at FCK ístaðin
keyptu Michael Steens-
gaard heim úr Onglandi
fyri 2,7 mió.kr.
- Møguleikarnir at koma
víðari, hava sostatt avgjørt
verið til staðar, men teir í
Herfølge hava lagt seg í-
millum hvørja ferð. At teir
einki leggja í mín persón, er
kanska skiljandi, tí teir
skulu jú royna at fáa sítt
virki at bera seg, men eg
havi so einki til yvirs fyri
nevndini
hjá
Herfølge.
Mær hevur dámt væl í
felagnum, og havi kent meg
væl við spælararnar, men
eg havi ongan tíð verið ser-
liga væl við nevndina.
Illa viðfarin
At Jákup ikki er so væl for-
eintur við alt tað, sum
nevndin hevur tikist við,
kemur eisini fram, tá tosið
fellur inn á, um tað eisini
eru onnur viðurskifti enn
møguleikin at sleppa til
onnur feløg hevur verið
frammi.
- Eg kann nevna ta einu
ferðina, tá eg fór heim í
summarfrí, høvdu vit sagt
íbúðina hjá okkum frá
okkum. Hetta tí teir høvdu
lovað, at vit skuldu fáa eina
aðra íbúð í Køge, tá vit
komu aftur til Danmark.
Stutt áðrenn vit skuldu
niður aftur ringdi eg og
spurdi, um vit nú høvdu
fingið eina nýggja íbúð.
Eg fekk at vita, at hetta var
so at siga í lagi, men at tað
allar helst tók ein dag
afturat, áðrenn alt var í
rættlag, so teir spurdu, um
tað var í lagi, at eg búi á ho-
telli eina nátt.
- Hetta var sjálvandi
eingin trupulleiki, men tað
bleiv tó soleiðis, at vit
vórðu verðandi á hotell-
inum í tríggjar mánaðir. Eg
royndi at vera tolin, men at
enda hevði eg fingið nóg
mikið, og eftir hálvum
triðja mánaði fór eg so til
Wegner, og segði at nú
máttu teir finna okkum eina
íbúð. Tá helt hann brádliga
fast um, at teir høvdu ikki
lovað okkum nakað sum
helst, og alt endaði við, at
eg segði upp.
- Seinni kom málmans-
venjarin til mín og segði, at
kona hansara møguliga
kundi hjálpa, og longu
dagin eftir hetta hevði eg
einar fýra-fimm íbúðir at
velja ímillum. Eftir hetta
tók tað bert eina viku,
áðrenn alt var í rættlag, so
tað var honum at takka, at
eg helt fram í felagnum.
Tað løgna við hesum er
eisini, at teir flestu av
nevndarlimunum hjá Her-
følge eru sonevndir íbúðar-
hávar, so teir skuldu ikki
havt trupulleika av at finna
eina íbúð, so alt í alt haldi
eg meg ikki vera serliga
væl viðfarnar.
Fekk rokning fyri
hotellið
At viðferðin ikki altíð
hevur verið so sømilig,
verður staðfast uppaftur
harðari, tá Jákup síðani
greiður frá, hvat hendi eftir
alt hetta íbúðarrokið.
- Nakað eftir hetta fekk
eg eina rokning fyri hotell-
uppihaldið. Eg varð inn-
kallaður til Steen Zarka, og
hann spurdi meg, um eg
ikki helt tað vera rímiligt, at
mann skuldi gjalda fyri at
búgva á hotellið.
- Vit blivu so ikki samdir
um nakað, og tá eg so kom
heim, greiddi eg Eilen
(konu Jákup, blðm.) frá
hesum. Hon legði í horni og
segði sína avgjørdu hugsan
um hetta. At hon ikki helt
tað vera rímiligt, at vit
skuldu gjalda fyri hetta.
Dagin eftir, meðan vit
vandu, kom Kenneth Weg-
ner so til mín og segði, at eg
bara skuldi gloyma hasa
rokningina.
- Alt í alt hava tað ofta
verið løtur, tá eg havi ætla
mær at givist í felagnum,
og eg átti helst eisini at
hildi fast onkuntíð. Millum
annað ætlaði eg mær at
gevast í fjør, tá vit vórðu
meistarar. Sáttmálin hjá
mær rann út tað summarið,
og eg hevði ongan hug at
leingja. Tá vit samráddust
um hetta á vári, hóttu teir
við, at um eg ikki longdi
sáttmálan, varð eg avsettur.
Eg longdi so kortini við
einum ári, tí mann vildi
sjálvandi verða við í øllum
hesum, men í dag eri eg
vísur í, at eg hevði sloppið
at spælt kortini.
- Alt hetta hevur eitt
sindur við »timing og
gambling« at gera, og har
havi eg bara ikki verið ser-
liga heppin, sigur Jákup
Mikkelsen at enda.
Hvar leiðin gongur fram-
yvir hjá Jákupi Mikkelsen,
er sum kunnugt enn ikki
greitt, men við omanfyri-
standandi útsøgnum í huga,
er greitt, at tað so avgjørt
ikki verður í Herfølge.
Nú sáttmálin rennur út, og kappingin er liðug, var tað ein
meira avkláraður Jákup Mikkelsen, sum vit hittu heima í
Haslev
- Møguleikarnir at koma
víðari, hava sostatt avgjørt
verið til staðar, men teir í
Herfølge hava lagt seg
ímillum hvørja ferð