Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 114 - 19. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 C M Y K 22 Nr. 114 - 19. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Sandoyingar vóru á odda stóran part av dystinum móti VB, men tá 90 minuttir vóru leiktir, høvdu vágbingar kortini tryggjað sær stigini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Vágbingar vóru favorittar, tá teir sunnudagin fóru til Sands, har útidysturin móti B71 stóð á skránni. Ikki minst eftir ruddiliga sigurin á NSÍ fyri viku síðani, har tað mest sum var staðfest, at nú høvdu meistararnir aftur fingið ferð á spælið. Hóast hetta, so mundu gestirnir ikki taka sær av løttum, tí júst B71 var eitt av bert tveimum liðum, sum í fjør megnaði at knógva vágbingum. B71 kundi økt Eftir fyrstu trý korterini kundi eisini verið líkt til, at sandoyingar aftur í ár kundu gera okkurt við vág- bingarnar. B71 var tá á odda, og hóast VB eisini royndi at trýsta, so hevði ikki eydnast teimum at javna leiðsluna, sum Kári Reynheim hevði givið heimaliðnum. Leiðslumálið kom tíðliga í dystinum. Eitt innlegg slapp at ferðast aftur til handaru stong, har leikandi venjarin at kalla ótarnaður kundi stúta bóltin í netið. Eftir hetta, so hevði heimaliðið eina løtu tamar- hald á, tó at VB, sum nevnt, eisini royndi at trýsta. Vágbingar høvdu eisini møguleikar, men heimalið- ið hevði gyltan møguleika at økja um leiðsluna, men úr sjey metrum eydnaðist ikki Julian Florescu at beina bóltin í kassan. VB trýsti heimaliðið Fram móti endanum av fyrra hálvleiki lat heimalið- ið seg trýsta longur aftur á vøllin, og hendan gongdin helt eisini fram í seinna hálvleiki. Tíggju minuttir eftir at hol varð sett á seinna um- farið, eydnaðist eisini vág- bingum at javna, og bert tríggjar minuttir seinni høvdu teir lagt seg á odda. Fyrra málið kom, eftir at Birgir Jørgensen og Tórður Holm spældu bandaspæl, so Birgir at enda gjørdist leysur, og kundi senda bólt- in í kassan. Seinnu ferðina var Predrag Zivkovic upp á spæl, tá hann fann ein leys- an Jón Paula Olsen, og nú vóru tað brádliga vág- bingar, sum stóðu við bestu kortunum. Tað eydnaðist ongan tíð veruliga hjá heimaliðnum at koma aftur í aftur dystin, og fram móti endanum kundi leikandi venjarin, Krzyztof Popczynski, stað- festa sigurin, eftir at Tórður Holm hevði havt næst seinasta fótin á. Skulu tora Við sigrinum helt VB so- statt fast um tað, sum líkist einari ætlan um heiðurs- merki, og ikki minst munnu teir báðir seinastu sigrarnir kennast fløvandi, eftir at liðið annars hevði tapt tríggjar dystir á rað. Orsøk- irnar eru kanska fleiri, og millum annað hevur liðið nú ikki skaðar at dragast við, eins og leikbann ikki hava gjørt seg galdandi hesar báðar dystirnar. Sum skiltist á vágbingun- um, so mundi størsta orsøk- in kanska vera tann, at liðið nú veruliga er farið at stríðast aftur. Í fleiri dystum í fjør var júst stríðs- viljin avgerandi faktorurin, og tí frøast teir ivaleyst um, at hugburðurin til uppgáv- una nú aftur tykist at vera hin rætti. Fyri sandoyingar mundi tað hinvegin kennast hug- stoytt, at teir aftur mistu eina leiðslu. Hetta hevur fleiri ferðir verið galdandi tey bæði seinastu árini, og ivaleyst er her talan um ein sálarligan trupulleika. Innan ítróttarsálarfrøði verður ofta tosa um hug- takið »at tora at vinna« og ivaleyst er tað eisini hetta, sum sandoyingar skulu læra. Spurningurin er so bara, hvussu dýrur læru- peningurin verður við hes- um, tí á næstniðasta sess- inum eru ikki ráð ella stundir at bíða alt ov leingi eftir næsta sigrinum. B71-VB 1-3 (1-0) 1-0: Kári Reynheim 4 1-1: Birgir Jørgensen 55 1-2: Jón Pauli Olsen 58 1-3: Kristof Popczynski 88 Dómari: Lassin Isaksen (KÍ) B71: Valdemar Nowicki – Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bergleif Sólsker – Hans Jørgen Djurhuus Eli Hentze, Jón Brekku, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson – Kari Reynheim, Kári Nielsen VB: Bjarni Johansen– Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Jóan Pauli Olsen, Marek Vierbicki, Michael í Lága- bø, Krzyztof Popczynski, Palli Augustinussen – Birgir Jørgensen, Robert Cieslewicz B71-VB 1-3 (1-0) VB vendi dystinum Sterk kapping verður í løtuni telvað í Svøriki, har kvinnu- ligi svenski stórmeist- arin Pia Cramling óvæntað er á odda framanfyri menn sum Jan Timman, Ivan Sokolov og Curt Hansen. Eisini hevur Flóvin Tór Næs júst luttikið í einari IM- kapping TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Søguríka Sigemann Chess Tourament í Malmø er nærum liðug telvað, og í ár vísir tað seg at GM Pia Cramling hevur góðar møguleikar. Eftir seks um- førum er hon saman við landsmanninum Tom Wedberg á odda við fýra stigum, meðan unga stjørnuskotið Teimour Rad- jabov og veteranurin Boris Gulko eru beint í hølunum. Sokolov, Timman og dan- in Curt Hansen hava allir telvað undir miðal og liggja javnir við trimum stigum. Nevnast skal tó at Curt hevur vunnið síni tvey sein- astu talv og tykist væl á veg. Trý umfør resta í. Aðrir í hesari GM-kapp- ing eru Johny Hector, Nick de Firmian og altjóða meistarin Emanuel Berg. Hesir liggja allir í niðara enda og stríðast. Pia omaná Stuttligt hevði verið um svenska konubrotið Pia helt fram við góða spælinum og møguliga endar ovast tá av- tornað er. Hon er við sínum 2496 ratingstigum seedað sum nummar níggju, eitt framanfyri Emanuel Berg, 2474, og er tað tí sera ó- væntað um hon megnar at knógva mannfólkinum. Føroyavinurin Ivan Soko- lov er hægstrataður. Fylgjast kann við kapp- ingini á www.sigemanchess.com. Flóvin Tór Næs luttók í IM-kapping í Stokholm, sum endaði sunnudagin. Flóvin hevði lægsta styrk- istalið í tíggjumansbólkin- um. Tann hægsti hevði beint omanfyri 2400 í rat- ing í mun til altjóða rating- talið 2236 hjá Flóvini. Hann fekk óhepna byrjan á kappingina, tapti trý tey fyrstu talvini og reistist ikki aftur. Flóvin endaði loksins aftastur við hálvumøðrum stigi. Marginalarnir vóru ikki á hansara síðu á hesum sinni. EM Í Makedonia hevur altjóða talvsamgongan Fide skipað fyri sokallaðum EM. Heili 204 telvarar, harav nógvir sterkir stórmeistarar, í einum opnum bólki. Vinn- ari bleiv Emil Sutovsky úr Ísrael eftir umdyst við Ruslan Ponomariov. Judit Polgar gjørdist nummar trý, og tískil kann sigast við vissu at kvinnuligir telvarar hava í hesum løtum góðar dagar. Norðurlendsku umboðini vóru ikki við í toppstríðn- um. Danin Peter Heine Nielsen hevði eina ringa kapping meðan íslendarin Hannes Stefansson bleiv fremsti norðurlendingur. Teir ovastu 46 telvarnir fingu beinleiðis atgongu- merki til Fide-HM seinni í ár. Talvið hesa vikuna Cramling,P (2496) - Berg,E (2474) [A87] Sigeman & Co Malmoe SWE (5), 16.06.2001 (Eftir 24_Bxe6) 1.d4 f5 2.g3 Nf6 3.Bg2 g6 4.b3 (Yvirdekkar e5) Bg7 5.Bb2 0-0 6.Nf3 d6 7.0-0 Qe8 8.c4 Na6 9.Nbd2 Rb8 10.Qc2 b5 11.a3 c5 12.dxc5 Nxc5 13.cxb5 Qxb5 14.Nd4 Qe8 15.b4 Ne6 16.Qb3 Qf7 17.Nc6 (Tað hongur væl saman hjá hvítum. Nógvar hálvopnar linjur at arbeiða við) 17...Rb7 18.Rac1 Rc7 19.Rc2 Ne8 20.Bd5 Bxb2 21.Qxb2 Nf6 22.Bb3 Kg7 23.Rfc1 Qe8?? (stórt mistak. Støðan er tó kortini helst tapt hjá svørtum) 24.Bxe6 Bxe6 DIAGRAM 25.Nd4! (Og hvítur vinnur mann) 25...Rxc2 26.Nxe6+ Kf7 27.Ng5+ 1-0 Konubrotið úr Svøriki Tórður Holm byrjaði dystin á beinkinum, men kom á vøllin í seinna hálvleiki, og var við í uppspælinum til tvey av VB-málunum Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Scania P93 til sølu Árg. 1991.Við nýggjari lift. Hevur isoleraðan kassa (Norfig), og er í góðum standi.Til sølu fyri 95.000 kr. v/mvg Tlf. 314728 ella 219728 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir avloysara í 3-4 mánaðir, sum lastbilførari til farmastøðina á Drelnesi,Tvøroyri. Starvið fevnir um Høvuðsuppgávurnar hjá lastbilføraranum eru at vera við til: • Farmaflutning og farmaavgreiðslu • Fylgja uppgávum, málsetningum o.ø. fyri farmastøðina • Tryggja gott samstarv við kundar, myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar • Vegleiða og upplýsa kundar • Frágreiðingarskyldu yvirfyri farmastøð- leiðaranum Førleikakrøv • Koyrikort til lastbil/trailara • Krana- og trukkprógv • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap og er kundavinarligur Setanartreytir Løn- og setanartreytir verða eftir sáttmál- anum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi skjótast til ber. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til William Mortensen, Farma- støðsformann. Tlf. 37 13 38 ella e-post: ssl-drel@ssl.fo Lastbilførari á Drelnesi Avloysari Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi,og skal fyritøk- an í so stóran mun sum gjørligt rekast á handils- ligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, her- undir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 opera-tørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Lesið Sosialin 23