Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 10. mars 2008 31 tíðindi Studentaskúlin í Eysturoy hevur júst havt vitjan av svensk­ um skúlaflokki, sum hevur luttikið í føroysku skúla­ gongdini í eina viku. – Hetta er ein frálíkur møguleiki at skapa altjóða sam­ bond, sigur Holger Arnbjerg í Altjóða Skrivstovuni um Nordplus Junior verkætlanina. Um­ søknarfreistin er seinni í hesum mán­ aðanum útbúgving Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Verkætlanin – Tann størsta og tann minsta møtast - byrj- aði í 2006. Heitið sipar til at Svøríki er norðurlendska tjóðin við flest málbrúkarum og umboðar eina sterka mentan, meðan Føroyar og føroyskt hava fæst málbrúk- arar. Fyrsti liður var lærarasam- starv, har peningur varð játt- aður til at lærarar frá báðum skúlunum kundu vitja skúl- an hjá hvørjum øðrum og starvast har í eina viku, sam- stundis sum áhaldandi sam- starv varð fyrireikað. Næsti liður í samstarvinum var samstarv millum flokkar, og peningur varð játtaður til hetta í juni í fjør. Flokkarnir 3.x og BF2A hava síðani samstarvað á netinum og lisið tekstir hjá hvørjum øðrum. Alt frá tjóð- sangum til stuttsøgur, grein- ar, tíðindasendingar og poppsangir eru og hava verið á skránni. Eisini eru tey í holt við at gera ein orðalista út frá sínum málsligu royndum gjøgnum samstarvið. Ymiskar náttúruupplivingar og ítrótt- argreinar eru eisini partur av verkætlanini. Hugsanin hevur alla tíð- ina verið, at studentaskúla- næmingar úr hesum báðum mentanum skulu uppliva og leggja til merkis hvønn ann- an sum norðurlendingar. Mál, bókmentir, ungdóms- mentan og lívsstílur eru lyklaorð, sum hava sett dags- skránna fyri samstarvið. Samstarv við stórum møguleikum Norplus verkætlanirnar um- fata ikki bara miðnáms- skúlar, men lærarar í fólka- skúlum og hægri útbúgving- arstovnum kunnu eisini søkja um ferðastuðul, um tey finna sær samstarvsfe- lagar í einum øðrum norður- lendskum landi og seta eina dygdargóða ætlan sam- an. Altjóða Skrivstovan er kunningardepil fyri Nord- plus verkætlanirnar og meira kunning fæst á heima- síðu teirra, www.ask.fo – Vit hava góðar royndir við hesum verkætlanunum, og umsøknarfreistin, sum upprunaliga var 1. mars er útsett til seinast í mánaðan- um orsakað av tekniskum trupulleikum við online- umsøknarskipanini. So lær- arar og skúlar hava fram- vegis møguleika at søkja um stuðul í ár, sigur Holger Arnbjerg, leiðari í Altjóða Skrivstovuni. Í ár eru Balkan londini vorðin ein partur av skipan- ini, so føroyingar hava nú eisini møguleika at søkja um samstarv við skúlar í Estlandi, Letlandi og Lita- va. - Ætlanin við hesum verk- ætlanum er fyrst og fremst at geva fólki møguleika at læra um norðurlendsku mentanirnar og stuðla undir ein felags norðurlendskan samleika, sigur Holger Arn- bjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni. Skúlar við altjóða profili Svenski flokkurin luttók í vanligu undirvísingini í Kambsdali og fekk harum- framt høvi at vitja føroysk virki og stovnar. Tey vitjaðu millum annað Sjósavnið í Argjum, bóndahúsini og Múr- in í Kirkjubø, og gingu eisini túrar í gomlu Havnini. - Næmingarnir hava fing- ið eina heildaruppliving av lívi, mentan og møguleikum í Føroyum og Svøríki og tey eru á tremur við uppliv- ingum og eygleiðingum, greiðir Hanna Jensen, lær- ari í Studentaskúlanum í Eysturoy frá. - Sum skúli og lærarar hava vit á Studentaskúlanum á Kambsdali fingið ein samstarvsfelaga, sum vit kunnu fáa gagn av í fram- tíðini eisini. Bond eru knýtt, og góðir møguleikar eru fyri at aðrir lærarar – eisini saman við øðrum flokkum – kunnu samstarva á ymisk- an hátt, fyri støðugt at menn- ast og læra av síggja, hvussu onnur gera í líknandi umstøðum. Hanna Jensen sigur, at verkætlanin hjá teimum byrjaði eftir eitt kontakt seminarium hjá Norplus, sum hon luttók á. - Tað eru nógvir møgu- leikar at finna skúlar at sam- starva við. Flestu lærarar kenna starvsfelagar í somu fakum í øðrum londum, og tá er lætt at seta eina felags verkætlan í gongd. Ella kann ein, sum eg, luttaka í kontaktskeiði, har lærarar úr øllum norðanlondum lut- taka. Á heimasíðuni hjá Al- tjóða Skrivstovuni ber eisini til at finna møguligar sam- starvsfelagar, sigur Hanna Jensen. Hon heldur, at Norplus er ein upplagdur møguleiki hjá skúlum at skapa sær ein altjóða profil. Føroyskir skúlar hava ikki møguleika at luttaka beinleiðis í evro- peiskum samstarvsfelags- skapum, sum tildømis Eras- mus, tí Føroyar ikki eru limur í ES. - Men í Nordplus hava vit møguleika at vera við, og nú tá økið er víðkað til Balk- an, er hetta jú ein spennandi møguleiki fyri skúlar at skapa sær ein altjóða profil, soleiðis at næmingar sum søkja inn á ein ávísan skúla vita, at tey fáa møguleika at seta seg inn í aðrar mentanir við beinleiðis samstarvi við næmingar í øðrum londum. Størsta og minsta tjóðin møtast Svenskt-føroyskt samstarv førdi herfyri ein svenskan skúlaflokk til Føroya. Her eru tey gongutúr í Havn. Fremst frá vinstru: Gøran (svenskur lærari), Christoffer, Hanna (føroyskur lærari). Miðrað frá vinstru: Elin, Sandra, David, Manoj, Annika (svenskur lærari), Jonas. Aftast frá vinstru: Sami, Nina, Johan, Lovisa, Linda, André, Pontus og Josefin Mynd: Jens Kristian Vang Neistin givið peninga­ gávu Í gjár fekk Føroya Felag móti Krabbameini handað kr. 100.000,­ frá SMS, Eik og Føroya Tele. Hetta fór fram áðrenn dystin millum Neistan og Kyndil í Høllini á Hálsi í Havn tíðindaskriv Gávan er ein liður í stuð- ulsavtaluni millum Neist- an, SMS, Kauphting og Føroya Tele, sum byrjaði í heyst, har fyritøkurnar bundu seg til ikki bara at stuðla Neistan. Eik hevur yvirtikið leiklutin hjá Kauphting, og samstund- is sum fyritøkurnar bundu seg at stuðla Neistanum, ynsktu tær eisini at stuðla Føroya Felag móti Krabbameini við einari peningaupp- hædd. Nú kappingarárið er farið at halla, fekk felagið peningagávuna handaða. Umframt beinleiðis stuðulin, hevur besta manslið Neistans leikað við búmerkinum hjá Før- oya Felag móti Krabba- meini á bringuni. Á búna- num hevur staðið eitt telefonnummar, 905600, sum fólk hava kunnað ringt til. Fyri hvørt upp- kall fara 25,- kr. óskerdar til Krabbameinsfelagið. Jákup N. Olsen, for- maður í Føroya Felag móti Krabbameini fegn- ast um gávuna. - Vit eru sera takksom fyri henda stuðul og hetta tiltak, sum SMS, Kaupting og Føroya Tele hava tikið stig til saman við Neistanum, sigur Ják- up N. Olsen. Telefonstuðulin er ikki uppgjørdur enn, og møgu- leiki verður at stuðla við at ringja til telefonnumm- arið í eina tíð afturat.