mánadagur 10. mars 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 tíðindi
Nr. 49 - 10. mars 2008
- Mítt lyfti skal vera,
at framfýsni og roynd-
ir hjá tykkum at
skapa nýggjar vinnu-
møguleikar skulu
ikki møta mótstøðu
og forðingum frá
myndugleikunum.
FAS-skipanin skal
endurskipast og
gerast kappingarfør,
segði løgmaður, tá
hann setti Shipping
Føroyar 2008 í Norður-
landahúsinum
Shipping 08
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Tað var Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, sum setti Shipp
ing Føroyar 2008 í Norður
landahúsinum fríggjadagin.
Løgmaður legði fyri við
kendu orðunum, sum Pom
pejus hin Stóri brúkti, tá ið
hann gav boð til rómverjar
um í ódnarveðri at sigla
korn úr Afriku heim til
Rómaborg. Orðini vóru
hesi: ”Navigare necesse est,
vivere non est necesse” –
ella ”At sigla er neyðugt,
men ikki at liva”.
Søgan ber eisini týðilig
prógv um, at júst sjóvinna
og handil vóru grundarlagið
fyri tátíðarinnar stórveldum.
Lítla landið Fønikia, sum
lá, har Libanon liggur í dag,
var longu 1000 ár fyri
okkara tíðarrokning ein av
heimsins miðdeplum. Hetta
var ikki tí, at landið var
stórt, men har var ein virkin
sjóvinna og tí eisini eitt
virkið handilslív.
Hann segði, at sjóvinna
og handil vóru eisini grund
arlagið fyri menningini í
eitt nú Grikkalandi, Italiu,
Spaniu, Portugál og ikki
minst Stórabretlandi.
Hesi fólk sóu ikki havið
sum eina forðing, ið býtti
sundur, men sum eina far
leið, ið bant saman og læt
upp møguleikar.
Politisk skylda
Løgmaður segði, at lands
stýrið og samgongan hava
eina politiska skyldu til at
seta út í kortið og skapa for
treytir fyri, at landið fram
haldandi kann mennast.
Vit skulu við árvakni leita
eftir møguleikum, soleiðis at
allir
møguleikar
verða
gagnnýttir til fulnar. Í hesum
arbeiði hava vit ikki loyvi til
at lata teigar liggja í órøkt.
Endamálið við hesi ráð
stevnu er júst at gera vart við,
at her liggur lendið, sum
bíðar eftir, at hakin verður
meira dúgliga brúktur.
Hann vísti á, at millum
møguleikar, sum peikað
hevur verið á, er eitt nú KT
vinna, fíggjarvirksemi og
ferðavinna – og hetta er
skilagott, legði hann aftrat.
Men tá ið hesi málsøki
verða sett í miðdepilin,
kann tað tykjast uppaftur
meira løgið, at ein siglandi
tjóð sum okkara ikki í nóg
stóran mun hevur gjørt brúk
av møguleikunum innan sjó
vinnu og shipping.
Jóannes segði, at sitandi
samgonga hevur sett fokus
á sjóvinnuna og á FAS
skipanina, har henda skipan
skal gerast kappingarfør
við líknandi skipanir uttan
um okkum.
Tað skal ikki vera nakar
beinleiðis fyrimunur at velja
eina aðra skráseting fram um
okkara, legði hann aftrat.
Opin – og tó
FASskipanin varð sett á
stovn í 1992, og tá varð hon
ætlað sum ein fyribyrgjandi
skipan, so føroysk farma
skip ikki skuldu fara undir
fremmand fløgg.
Skipanin varð tó gjørd
sum ein opin skipan, har
útlendsk
reiðarí
eisini
kundu skráseta síni skip í
FAS eftir nærri treytum.
Nøkur útlendsk skip hava
verið skrásett í FAS, men
kappingin er hørð, og nógv
ar líknandi skipanir eru um
heimin – skipanir, sum FAS
ikki hevur kunnað kappast
við, segði hann.
Løgmaður ásannaði, at
FASskipanin hevur ikki
megnað at gagnnýtt teir
møguleikar, sum ein altjóða
skipaskráseting hevur.
Her hava vit møguleikar
at draga at okkum útlendsk
skip og reiðarí og at menna
nýggjar inntøkuvinnur inn
an sjóøkið.
Hann vísti á, at allar sam
gongur síðan 1992 hava havt
eitt ynski um at bøta um FAS
skipanina, tó uttan úrslit.
Men nú fer tað at henda.
Málið er, at ein endurskipað
FASskipan fer at økja um
føroyska farmaskipaflotan
og harvið økja um avleitt
virksemi og inntøkurnar til
Føroya.
Eingin mótstøða
Í setanarrøðu síni nevndi
løgmaður eisini, at tað í ár
eru liðin 200 ár, síðan Nóls
oyar Páll doyði.
Saman við øðrum bygdi
hann á Fløtuni Fríðu í Vági
í 1804 Royndina Fríðu, sum
var fyrsta skip bygt í Føroy
um og átt av føroyingum
síðan miðøldina. Nólsoyar
Páll var fram um alt ein vis
jónerur maður, sum stríddist
fyri at fáa fríhandil í Føroy
um. Við Royndini Fríðu
royndi hann at skapa vinnu
vegir og skapa búskaparligan
vøkstur í føroyska samfelag
num.
Jóannes vísti á, at fram
fýsni hjá Nólsoyar Pálli
møtti mótstøðu frá myndug
leikunum her á landi, sum
beinleiðis løgdu forðingar
fyri hansara ætlanum og
átøkum.
Lyfti løgmans
Mítt lyfti skal vera, at
framfýsni og royndir hjá
tykkum at skapa nýggjar
vinnumøguleikar skulu ikki
møta mótstøðu og forðing
um frá myndugleikunum.
Landsstýrið fer nú at taka
tey stigini, ið skulu til fyri
at skapa neyðugu karmarnar
fyri, at shippingvinnan í
Føroyum skal kunna menn
ast og veksa.
Gav lyfti um kappingar
”
Tey sóu havið sum eina farleið, ið bant
saman og læt upp fyri møguleikum...
Jóannes Eidesgaard, løgmaður”
FAS fer at økja um føroyska farmaskipa
flotan og at økja um avleitt virksemi...”
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Eini 250300 fólk vóru til Shipping Føroyar 2008, og fyrireik
ararnir vóru sera væl nøgdir við undirtøkuna
Í setanarrøðu síni fór løgmaður víða um og nevndi bæði Pompejus og Nólsoyar Páll,
sum báðir sóu møguleikar í farmasigling. Søgan ber týðilig prógv um, at júst sjóvinna
og handil vóru grundarlagið fyri tátíðarinnar stórveldum, segði hann
Um gjónna í einum lopi
Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var ein av teimum seinastu,
sum høvdu orðið á Shipping Føroyar 08. Hann segði, at felagið hjá teimum á Glyvrum
var millum tey fyrstu, sum virkaðu innan føroysku FASskipanina. Tað var eingin
slingur í valsinum hjá fyrrverandi skiparanum, sum avgjørdur helt, at Føroyar eiga at
taka lopið yvir í eina dagførda FASskipan í einum. – Vit eiga ikki at leypa yvir um
gjónna í tveimum, men í einum. Leypa vit í tveimum, enda vit í gjónni og gerast ov
seinir á sjóvarfallinum. Hann vísti á, at leypa vit í einum, sum hann segði vera tað
einasta rætta, kann henda, at vit skrædna í klovinum, men hetta er avgjørt ein kjansur,
sum vit eiga at taka. Torbjørn Jacobsen helt sum so mangan áður eina undirhaldandi
røðu, og hann tóktist væl upplagdur. Vit fara at venda aftur til røðuna hjá
landsstýrismanninum í blaðnum í morgin. (vilmund)