mánadagur 10. mars 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindi
Nr. 49 - 10. mars 2008
rføra skipan
Løgmaður heilsar luttakarum og fyriskiparum, og í blaðnum í morgin fara vit at venda
aftur til ymiskt av tí, sum var frammi á shipping-ráðstevnuni
Løgmaður gav eisini sítt
lyfti um, at FAS-skipanin
verður endurskipað, so hon
verður
kappingarfør
og
kann stuðla uppundir bú-
skaparligum vøkstri í sam-
felagnum.
- Eg vóni, at henda ráð-
stevna fer at geva okkum
øllum størri áræði og virkis-
hug enn higartil, segði
Jóannes Eidesgaard, tá ið
hann setti Shipping Føroyar
2008.
Miðjað verður eftir,
at Føroyar í 2015
hava eina shipping-
vinnu, sum í dagsins
peningi hevur eina
valutainntjening til
føroyska samfelagið,
ið svarar til eina
miljard krónur
Shipping 08
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað vóru Føroya Banki,
Sjóvinnudepilin og Reið-
arafelagið fyri Farmaskip,
sum stóðu aftanfyri Shipp-
ing Føroyar 2008. Aftrat
sær sum sponsorar, høvdu
fyrireikararnir
Team
Beredskab, Supply Ser-
vice, Thor og Mærsk.
Uppundir endan av ráð-
stevnuni, sum vardi allan
fríggjadagin, segði Ragnar
S. Olsen vegna fyrireikar-
arnar, at ein maritimur
fylgibólkur nú verður skip-
aður, sum skal fylgja
arbeiðnum við einari dag-
førdari FAS-skipan upp.
- Bólkurin fer at verða
kveikjari fyri eini føroysk-
ari shipping-vinnu, bæði á
sjógvi og landi. Umframt
at henda vinna við tíðini
kann gerast eitt gott ískoyti
til føroyska samfelagsbú-
skapin, skal bólkurin eisini
viðvirka til, at shipping-
vinnan gerst ein áhugaverd
og attraktiv vinnugrein.
Hann segði, at maritimi
fylgibólkurin
eisini
vil
virka sum eitt bindilið mill-
um almennar myndugleikar
og shipping-vinnuna.
- Vit ætla at røkka hesum
máli við, at fylgibólkurin
regluliga kemur saman og
viðger evni, sum viðvíkja
vinnuni. Ætlan okkara er
eisini at útvega útlendskan
serkunnleika at umrøða
ávís evni, soleiðis at før-
oyska vinnan áhaldandi
fær íblástur frá altjóða
shipping-vinnuni.
Ragnar S. Olsen segði,
at fyrireikararnir eisini
hava sett sær nøkur ítøkilig
mál.
- Miðjað verður eftir, at
Føroyar í 2015 hava eina
shipping-vinnu við eini
valutainntjening til før-
oyska samfelagið, ið svarar
til eina miljard krónur í
dagsins peningi. Eisini
verður miðjað eftir, at 500
skip tá verða við í FAS-
skipanini,
segði
hann
vegna fyrireikararnar.
500 skip í FAS
Prosper er eitt av skipunum,
sum Tor Shipping umsitir
fyri norðmenn. Gongst, sum
fyrireikararnir av Shipping
Føroyar 2008 miðja eftir, verða
500 skip í FAS í 2015
Anfinn V. Hansen setti lív í
Anfinn V. Hansen er formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, og á Shipping
Føroyar 08 helt hann eina undirhaldandi – og tíðum skemtiliga – røðu. Hann var
kortini ítøkiligur og vísti neyvt á, hvørjir vansarnir eru við FAS-skipanini, og
hvørjir batar skulu gerast, um skipanin skal gerast kappingarfør við aðrar skipanir
á økinum. Sosialurin fer at gera væl burtur úr framløguni hjá Anfinni í blaðnum í
morgin, eins og vit fara at gera burtur úr øðrum framløgum á ráðstevnuni.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip var ein av stigtakarunum til ráðstevnuna, og lítið er
at ivast í, at leikluturin hjá felagnum fer at hava sína ávirkan á, hvussu ein
dagførd skipan fer at verða snikkað saman. (-vilmund)