mánadagur 10. mars 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 49 - 10. mars 2008
HUGLEIÐING
Óli A. Reinert á Geilini
“Tókst hav í miklum harmi,
men høga bergið stóð;
bar hvítan sjógv á barmi
og fram í brimið vóð.”
Við hesum orðum endar Hans
Andrias Djurhuus yrkingina um
deyðastund Gøtutróndar. Hóast
mangt kundi verið at sagt um
hesa yrking, var tað tó ikki hana,
eg í fyrstu syftu ætlaði at umrøða
í hesi grein, men hesi orð runnu
mær í huga nú ein dagin, eygað
var hyggjandi út á Svínoyarvík,
har Dragin vóð upp undir hálsin í
skúmandi landsynningsbrimi,
meðan sjórokið hevjaði seg til
skýggja og tók leiðina niðan mót
Skúvaskarði. Stinnur stóð hann
har, hesin risi í Atlantshavi, og
vardi borg mót stormi og
hóttandi bylgjum, ið brustu við
øgiligum smelli mót klettinum,
so tað dundi í homrum og
fjøllum.
Soleiðis hevur hann staðið í
øldir. Í ódn sum í logn hevur
hann stinnur og trúfastur borið
merki svínoyinga, meðan ættarlið
eftir ættarlið av monnum og
kvinnum, ið myndað hava
bygdarlívið í oynni, er farið undir
flag. Á døgum Svínoyarbjarna
var oyggin høvdingasetur, og
man ikki Bjarni eisini onkra
illveðursløtuna hava eygleitt
henda risa, sum í hørðum
bardaga við veður og vind er
farin vaðandi út í brimið við
hvítum sjógvi á barmi?
Aldagomul er oyggin, og
aldagomul er bygdin. Her hava
fólk livað sítt dagliga lív í gleði
og sorg. Hava røktað haga og bø
og verið ein sjálvsagdur partur av
føroyskari søgu og mentan. Ja, í
farnum døgum taldist bygdin
millum tær frægu í landinum og
smæddist ikki burtur millum
aðrar. Tíðirnar vóru jú øðrvísi.
Føroya land var ikki
samanbundið við vegum og
tunlum, og hóast oyggin lá í
sama stað sum nú, minni enn ein
fjórðing frá Borðoynni og
Viðoynni, so kendist frástøðan
fyri nærmastu grannarnar kanska
ikki so stór kortini, tí øll livdu jú
undir at kalla somu korum, tá
farast skuldi millum bygdir.
Antin varð farið upp um fjøll til
gongu ella sjóvegis við báti. Av
tí sama var tað ikki so stórur
munur á hjá fólki av Viðareiði
ella innan av landi antin at leggja
leiðina út til Svínoyar ella fara til
Klaksvíkar. Ja, í mongum førum
var tað kanska bæði lættari og
skjótari at fara til Svínoyar. Tær
tríggjar oyggjarnar, Fugloyggin,
Svínoyggin, Viðoyggin og
bygdirnar á eystaru síðu á
Borðoynni vórðu tí eisini í
mongum førum roknaðar sum
eitt øki fyri seg, og sæst hetta
framvegis aftur í grindabýtinum,
tá býtt verður til bygdirnar fyri
eystan Múla. (Múlin er
norðurendin á Borðoynni)
Men tíðir broytast. Seinastu
40 – 50 árini hava stórar íløgur
verið gjørdar fyri at bøta um
samferðsluna í Føroyum. Havnir,
vegir og nýggj skip hava gjørt
tað munandi lættari at ferðast
millum oyggjar og bygdir, og nú
er tað ein veruleiki, at tað er
bæði lættari og skjótari at fara av
Viðareiði til Havnar enn at fara
til Svínoyar. Tiltikna ferðin, ið
Pætur í Uppsølum á sinni gjørdi
úr Klaksvík til Gásadals, tekur
nú lítið meiri enn ein góðan tíma
í bili, hóast ikki færri enn tríggir
firðir eru at fara um. Samstundist
má tó ásannast, at tað tekur
longri tíð og er mangan bæði
truplari og baldrutari at fara úr
Klaksvík til Svínoyar, hóast
geografiska frástøðan er
munandi minni.
Tað er tí við stórum harmi, at
vit, ið varða av Svínoynni, mega
ásanna, at teir politikarar, ið
valdað hava á Føroya Løgtingi
seinastu mongu árini, als ikki
hava tikið svínoyingar í álvara,
men hava hildið tað verið í
fínasta lagi, at meðan onnur
skulu sleppa at ferðast Føroya
land runt í bili uttan stórvegis
hóvasták, skulu svínoyingar og
onnur, ið ferðast við Másanum,
passa sær løgir millum
aldubrotini fyri at sleppa so
nøkulunda turrskødd í land ella
umborð.
Hóast svínoyingar fyri skjótt
30 árum síðani bóru fram ynski
um at fáa gjørt ein tunnil til
Havnar (Havnina á Svínoynni,
ikki til høvuðstaðin, Tórshavn.)
er einki hent annað enn tað, at
brimið hevur máað eitt sindur
meira burtur av kaikantinum, og
Másin nú er farin at leka verri
enn nakrantíð.
Hetta ynski varð borið fram,
tí Havnin er kyrrasta pláss á
Svínoynni, og um ferjulega varð
gjørd har, so var stutt inn í Sund
ella inn á Norðtoftir, og fyri tey
ferðandi hevði tað verið ein
munandi styttri og minni
baldrutur túrur, enn tað ofta er á
verandi farleið, har tað kann
Í sjóroki og brimduni
- nakrar hugleiðingar um Svínoynna