mánadagur 10. mars 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 10. mars 2008
35
rulla so illa, at mong als ikki
hætta sær hesa leið á vetrartíð,
ella um tað bara er eitt lítið
sindur at í sjónum. Harumframt
er tað mangan trupult hjá
Másanum at leggja at á verandi
lendingum. Sjógvur skolar eisini
ofta yvir kaiina, og tí mugu fólk
passa sær løgir fyri at sleppa í
land ella umborð. Hetta er ikki
nakað, ið eggjar fólki nú á
døgum at leita sær til Svínoyar,
men hóast tað, so eru fleiri, ið
trúliga vitja bygdina, og ber tað
boð um, at Svínoy er eitt stað,
tey eru góð við.
Onkur, ið kanska ikki kennir
til viðurskiftini í Svínoy, spyr
kanska, hví vit ynskja okkum
tunnil, tá tað nú eru
atløguviðurskiftini, ið eru ein
forðan fyri einum góðum
ferðasambandi til Svínoyar. Til
tað kann eg siga, at Havnin á
Svínoynni ikki er so løtt
atkomilig frá bygdini av, tí
neyðugt er at fara gjøgnum eina
líð, og tað tekur umleið ein tíma
at fara hagar til gongu. Tunnulin
skal tí gerast fyri at fáa atgongd
til Havnina, og er hetta tí ikki
øðrvísi enn at gera ein veg
millum bygdir. Tað verður bara
hildið, at ein tunnil er besta
loysnin, tí tað verður sera trupult
at gera veg gjøgnum líðina.
Tað eru nú skjótt 30 ár
síðani, svínoyingar fyrstu ferð
bóru fram hetta ynski, so tað er
als ikki talan um, at svínoyingar
nú brádliga eisini eru farnir at
tosa um tunnil. Heldur eru tað
røddirnar aðrastaðni frá í
landinum, ið eru komnar aftaná,
men sum hóast tað kortini verða
tiknar framum, so svínoyingar og
onnur, ið ferðast hesa leið, mugu
standa á síðulinjuni og hyggja at,
meðan landið aðrastaðni verður
uppaftur betri útbygt enn
frammanundan. Tað er harmiligt,
at Føroya Løgting drálar so
leingi við at taka eina avgerð um
hesa farleiðina til Svínoyar, tí tað
er av alstórum týdningi fyri, at
bygdin skal reisa seg aftur.
Nýtt løgting er nú valt og
nýtt landstýri skipað. Nógv hevur
verið tosað um at raðfesta tær
íløgur, ið gerast skulu, yvir eitt
langt áramál. Tað er kanska
skilagott, men eg vil undirstrika
her, at er tað nakar, ið hevur
bíðað eftir, at Føroya Løgting fær
í lag at taka eina avgerð um at
bøta um samferðsluna í einum
ávísum øki, so eru tað tey, ið
ferðast leiðina til Svínoyar. Skulu
íløgurnar til at bøta um
sambandið til Svínoynna nú aftur
skúgvast afturum í røðini, so er
tað sum at fáa vátan vøtt í
andlitið. Tað tykist tíverri sum
um hugburðurin er tann, at alt
annað aðrastaðni í landinum, har
ferðasambandið frammanundan
er fleiri øldir frammanfyri tað
afturúrsiglda sambandið til
Svínoyar, fyrst skal útbyggjast
enn meira og so kanska, um vit
tá hava hug og tíð og ikki longur
hava brúk fyri pengum
aðrastaðni, so skulu vit umhugsa
at gera okkurt har úti í Svínoy. Er
hetta leisturin fyri
samferðsluútbyggingum í
Føroyum, so verður drúgt hjá
okkum í Svínoy at bíða, tí um alt
fyrst skal vera gjørt fullkomið
alla aðrastaðni, so koma vit at
bíða til dómadag – einki er so
vist sum tað. (Tá eg sigi, tað
verður drúgt, kann eg sjálvandi
mistaka meg, tí eg veit ikki nær
dómadagur verður.)
Eg vil tí heita á allar
politikarar um at taka
viðurskiftini viðvíkjandi
samferðsluni til Svínoyar í
størsta álvara og skunda undir at
fáa framt tær neyðugu íløgurnar
so skjótt sum gjørligt, so
Svínoyggin framvegis kann vera
ein virkin partur av føroyskari
søgu og mentan og ikki bara
nakað, sum vit kunnu lesa um í
bókum.
- - - - -
Eg havi nú hug at venda aftur
til okkara fólkakæra skald úr
Havn. Mong løtan er farin við at
reika í yrkingum hansara, har tað
mangan kemur til sjóndar ein
fløvandi alskur til alt, ið rørist í
okkara lítla, men kortini
fjølbroytna landi - bæði á bygd
og í bý. Í seinastuni eru ódnir
farnar um landið, so harðar sum
sjáldan fyrr. Úr Skálavík frættist
frá stórum brimskaða, og í Gøtu
leikaðu hvirlurnar í upp á tað
harðasta, og vil eg nú tríva í aftur
yrkingina, eg byrjaði við, har tað
eisini er talan um ódnarveður, tó
meiri enn bara á ein hátt. Eg
síggi fyri mær ta ódn, ið leikaði á
hjá einum gomlum gøtumanni á
sinni, og gevi eg nú
Áarstovuskaldinum orðið eina
løtu:
Sat gamalur í Gøtu,
so grátt var hár og skegg,
hann gekk sær eina løtu
út undir hallarvegg.
Alt fór at aftna dagur,
nærum var sólin sett.
Um firðir fuku glaður,
og loft var myrkareytt.
Hann hoyrdi íðu róta,
sá brim um Mjóvanes,
sá ódnarsjógvar bróta
og rennisúg um fles.
hamarsklettum høgu
hekk skaddan vát og grá,
bar vestan vetrarkvøðu
út yvir Gøtu vág.
Ov drúgt verður at taka øll
ørindini við, men soleiðis sær
Hans Andrias fyri sær
Gøtutrónda; henda gamla
høvding, ið syrgir teir falnu
gøtuskeggjar. Svárt kennist tað
honum at verða svikin á
ellisárum og ikki vera mentur at
løna aftur tann nívandi loga, ið
bylgist honum í barmi. Einaferð
var hann mætur høvdingi við
stórum valdi, men nú var eingin,
ið vildi rætta honum hjálpandi
hond. Í hesum viðfangi kann eg
ikki lata vera við eisini at hugsa
um móðurbróðir hansara,
Svínoyarbjarna, ið sat sum
høvdingi í Svínoy fyri meiri enn
túsund árum síðani. Tað var
hann, ið forðaði fyri, at
Sigmundur og Tórur vórðu
dripnir eftir orrustuna í Dímun.
Tá áttu svínoyingar eina rødd, ið
hoyrdist og sum hevði makt og
myndugleika, men nú tykjast teir
gloymdir av øllum.
Tað myrknar í havsbrúnni, og
eitt æl tekur leiðina inn eftir
Svínoyarvík, men Dragin stendur
enn líka reystur og letur seg ikki
vika av fótum, men herjar á
illveðrið. Veður og vindur leika í,
og brimdunið buldrar í homrum
og fjøllum, men mangt eitt ælið
hevur hesin kappi køvt og við
treysti stígur hann út í brimið.
Aldubrotini strúka honum hvít
um hálsvølin, men hann letur ei á
sær finnast. Hann er vorðin
sáttur við náttúruna. Hetta er
hansara stað. Her varð hann
settur at standa í ódn sum í logn
og bera merki svínoyinga bæði í
viðgongd og mótburði, og nú tað
dregur samanum, og eygað er um
at missa hann burtur í sjóroki,
vindi og regni, er tað, sum hoyri
eg hann siga við meg, meðan
hann stígur út í ódnarveðrið og
tað uppøsta Atlantshav, berandi á
barmi hvítan sjógv og skúmandi
aldubrot: “Ja, har ganga tey, ið
valdið hava, á teimum bonaðu
gólvunum suðuri í Havn. Sig
mær! Munnu tey vita, hvat tað
veruliga merkir fyri svínoyingar,
at teir hava tokka til heimstaðin,
men eingin ønir teimum aftur? -
Vónandi glógvar tað tó í onkrum.
– Skriva tú; eg skal taka mær av
illveðrinum.”