mánadagur 10. mars 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 49 - 10. mars 2008
tíðindi
Grundgevingin hjá
dómsnevndini at velja
Ingeborg Vinther til
ársins kvinnuliga
føroying:
Avgerðin um at Ingeborg
Vinther skal fáa heiðurin at
vera Ársins kvinna hesuferð
man vera tann skjótasta og
lættasta
man
vera
hin
skjótasta og lættasta avgerð,
eg havi verið við til at taka.
Hennara navn peikaði á seg
sjálvt millum innkomnu
uppskotini, og allir nevndar
limirnir vístu á hana, næstan
áðrenn teir vórðu spurdir.
Eg hugsi heldur ikki, at
tað skuldi verið neyðugt at
grundgeva fyri almenning
inum, at hettaa er tann rætta
avgerðin.
Í meira enn tríati ár hevur
Ingeborg Vinther havt ein
leiðandi leiklut í føroysku
samfelagsgongdini.
Hon
hevur sjálv sett dagsskránna
og hon hevur sjálv stýrt
gongdini tann vegin hon
hevur viljað. Ikki fyri sína
egnu skyld, tí hon hevði iva
leyst kunnað gjørt so mangt
annað í lívinum, men vegna
tey, ið hon fyri so mongum
árum síðani átók sær at
standa á odda fyri og verja:
Arbeiðarastættina og løn
takararnar í síni heild, og
serstakliga tey lágløntu.
Ingeborg Vinther gjørdist
forkvinna í Føroya Arbeið
arafelag í 1980 og síðani er
hon afturvald 12 ferðir utt
an so mikið sum at hava
havt eitt tað einasta mótval
evni nakrantíð. Tað verður
sagt um hana, at tað merkti
eitt skifti í fakfelagspolit
ikkinum hjá Føroya Arbeið
arafelag, at hon tók við sum
formaður. Frammanundan
vórðu nýggjar sáttmálar
fingnir í lag uttan stórvegis
hóvasták ella verkfall, men
Ingeborg var meira bran
eggjað og stýrdi við harðari
hond. Ja, soleiðis stendur
um hana í einum blað, og
vit, ið bert eru áskoðarar til
alt tað, ið fer fram í fak
felagsarbeiði, við lønarsam
ráðingar, undir verkføllum
og í øllum øðrum, ið hevur
fylt dagarnar hjá Ingeborg,
vit hava helst ta fatan, at
hon man ikki vera mjúk at
strúka.
Eg veit ikki hetta, men eg
kundi hugsað mær, at Inge
borg onkuntíð, tá harðast
hevur leikað á, hevur hoyrt
slík orð sum groggj og ill
riski ella onnur orð av sama
niðrandi slag, ið javnan
verða nýtt um kvinnur, ið
átaka sær leiklutir, sum
tann Ingeborg hevur. Men
millum limirnar í felagnum
hevur eingin ivi verið, tí øll
hesi árini, hon hevur verið
formaður, hevur ongin still
að upp ímóti henni, tá for
mansval hevur verið. Inge
borg hevur víst aðrar síður
eisini, og man oftari hava
fingið síni úrslit við góðum
samráðingarevnum, góðum
leiðsluhátti og smidligari
framferð. Tað er bara tað, at
hon hevur megina at standa
við sítt og halda fast um tað
rætta, tá tað krevst og er
neyðugt.
Javnstøða hevur eisini
upptikið Ingeborg. Sjálv
sagt, tí millum hennara lim
ir í Føroya Arbeiðarafelag
eru eisini teir størstu lág
lønarbólkarnir, harímillum
tær tímaløntu og ófaklærdu
kvinnurnar.
Líka løn fyri sama arbeiði
var fyrsta arveiðsuppgávan
hjá Ingeborg sum fakfelags
kvinnu. Í 1977 leiddi Inge
borg
lønarsamráðingar
fyrstu ferð. Tá fingu mann
fólk hægri tímaløn enn
kvinnur.
Samráðingarnar
endaðu við, at eftir fýra
árum skuldu konufólk fáa
somu løn sum mannfólk.
Hetta var ein sigur, men
stríðið er ikki av, tí enn hava
mannfólk væl hægri inn
tøku enn menn. Hetta veit
Ingeborg.
Hon hevur eisini verið
uppi í politikki, og var ein
av
fakfelagsleiðarunum,
sum stillaðu upp fyri Verka
mannafylkingina í 1994
fyri at tala arbeiðaranna søk
á tingi í einum tí truplastu
tíðarskeiði, vit hava havt í
landinum í okkara tíð. Hon
varð vald fyri Suðuroynna,
og var í tinginum í 4 ár. Tó
man hon hava hildið, at hon
gjørdi betri gagn uttanfyri,
og stillaði ikki uppaftur.
Eitt mál sum mannarætt
indi hevur eisini hennara
áhuga, og hennara klára
rødd hoyrist tíðiliga í orða
skiftinum.
Tað skal skarpur lútur til
skurvut høvd, verður sagt,
og hetta noyðist hon at tola,
ið vil fram í taka ræði í eini
mansstýrdari verð. Her hev
ur Ingeborg gingið undan
og víst øðrum kvinnum á
tann einfalda veruleika, at
spurningurin um javnstøðu
er ein spurningur um makt,
og at makt er ikki nakað ein
fær í gávu. Eingin við makt
letur hana sjálvboðin frá
sær. Vilt tú javnstøðu, mást
tú vilja makt, og vilt tú hava
makt, mást tú taka hana.
Tá eg setti hesi orðini
saman rann mær ein kendur
amerikanskur poppsangur í
huga, ið eg hugsi Ingeborg
sjálv hevði kunnað sagt um
sítt virki. Hon setir dám á,
har hon er og tí hugsi eg um
Frank Sinatra, ið singur:
I did it my way!
Eg geri tað á mín hátt!
Tí
fært
tú
henda
heiðurin.
Ingeborg Vinther
ársins kvinna
Fari fyrst og fremst at takka fyri heiðurin at verða vald
til ársins kvinnu. Tað er ein stór æra.
Tað var ikki nakað, sum kom mær til hugs, tá eg fyri
skjótt 28 árum síðani bleiv formaður fyri Føroya
Arbeiðarafelag, og mátti út í tað stríð tað tá var at vera
kvinna í einum mansdomineraðum samfelag. Tað var
ikki altíð so lætt.
At gerast ársins kvinna 28 ár seinni má eg siga er ein
veldugur heiður, sum eg takki hjartaliga fyri.
Tað er mær ein stór gleði nú eg síggi so nógvar
kvinnur eru valdar á ting og eru komnar í landsstýri, og
tær storma fram sum stjórar ymsastaðni í samfelagnum.
Tað fær meg eisini at hugsa, at tað, sum man hevur
stríðst fyri og gingið á odda fyri, ikki hecvur verið til
fánýtis. Tí tað hevur víst tað og kanska fingið aðrar
kvinnur at hugsa um, at okur kvinnur duga, okur kunna,
bara okur vilja.
Eg fari enn einaferð at takka fyri hendan stóra heiður,
takk fyri.
Takkarrøðan hjá
Ingeborg Vinther
Løgmaður handar Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, heiðursbræv í
samband við kjósanina av henni sum ársins kvinnu
Hans Andrias Sølvará fekk ársins kjakvirðisløn, Ingeborg
Vinther gjørdist ársins kvinna og Annfinnur í Skála og
Jonhard Mikkelsen gjørdust árins menn
Myndir Jens Kristian Vang