Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-10, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 10. mars 2008 45 tíðindi Grundgevingarnar hjá dómsnevndini fyri at velja Annfinn í Skála og Jonhard Mikkelsen til ársins mannligu føroyingar: Heiðurin Ársins maður í ár fer til tveir menn. Teir eru Annfinnur í Skála og Jon­ hard Mikkelsen. Teir fáa heið­ urin fyri avrikið við orða­ bókum sínum ensk­føroysk og føroysk­ensk orðabók, ið forlagið Sprotin hevur givið út bæði talgilt og á pappíri. Eg dugi ikki at gera orða­ bøkur, men eg veit nakað um hetta og vil taka fram tvær síður við hesum. Annað er hetta ómetaliga drúgva og putluta arbeiði, ið einhvør orðabókagerð krevur, og tað tolni og seiggi, ið skal til. Allar tær tíggjutúsundtals avgerðir, ið skula takast í samband við hvørt einasta orð á báð­ um málum. Í einum livandi máli hevur einki orð bert eina merking. So hevði mál­ ið verið deytt og lítið brúki­ ligt. Her nyttar ikki at gita ella bert taka fyrstu og van­ ligastu merking. Orðabóka­ ritstjórin má finna dømini, har orðini veruliga verða søgd ella skrivað. Ofta kann ein merking ikki sigast við øðrum orðum enn í dømum. Og hvussu bendast orðini í kyni og falli t.d., tí summi orð hava aðra merking í ein­ tali og fleirtali og summi hava aðra merking í øðrum falli. Summi orð hava nýggja merking eitt nú við eini ávísari fyriseting frammanfyri og aðra merk­ ing við aðrari fyriseting. Og soleiðis kundi eg hildið fram. Eg sigi ikki hetta fyri at vera so klókur, tí í veruleik­ anum veit eg ikki heilt nógv um tað. Eg sigi hetta fyri at geva eina lítla hóming av arbeiðinum aftanfyri eitt tílíkt stórverk. Høvundarnir hava áður givið eina ensk­ føroyska orðabók út saman við Zachariasi Wang. Hesir tríggir hava hartil givið eina dansk­føroyska orðabók út saman við Hanne Jakobsen. Vit hava aðrar eldri orða­ bøkur millum enskt og før­ oyskt og ymsar smærri orða­ listar eisini. Høvuðsmunurin millum tær og hesa nýggju hjá Annfinni og Jonhardi er helst støddin t.e. bæði talið av leitorðum og støddin á frágreiðingunum. Teir eldru ritstjórarnir hava havt tann fyrimun, um eg kann kalla tað so, at kunna loypa yms­ ar trupulleikar um. Brúkarin finnur javnan ikki annars vanlig orð í teimum. Hetta fer ivaleyst eisini at henda onkran, ið brúkar hesar nýggju orðabøkurnar, men sera sjáldan kortini við teim­ um 70 ávikavist 80 túsund leitorðunum, ið har eru. Hitt eg vil nevna, er hin stóri munurin millum heims­ málið enskt og hitt lítla mál­ ið føroyskt. Enskt er m.a. eitt bókmentamál, brúkt og tillagað og víðkað og víðk­ að í túsund ár, har øll nýtsta finst í skriftmentunum. Hetta má takast atlit til. Síð­ ani er enskt eitt heimsmál. Har er ikki bert enskt í Ong­ landi, og tað eru fleiri ensk mál og málbrigdi í Ong­ landi. Til enskt hoyrir eisini skotskt, amerikanskt, austr­ alskt, indiskt­enskt og so framvegis. Hvussu skalt alt hetta endurgevast neyvt og rætt á føroyskum. Og hvussu við teimum túsund­ tals ensku orðum og vend­ ingum, ið ein ikki finnur aftur í føroyskum? Soleiðis kundi eg hildið fram, men hetta er hvørki rætta staðið ella rætta høvi. Vil bert benda á sumt, ið liggur aftanfyri eitt verk sum hesar orðabøkurnar. Tær eru eitt alneyðugt amboð hjá okkum føroying­ um í okkara vaksandi sam­ skiftið út í heim. Onkur kann halda, at so nógv er ikki neyðugt at gera burtur úr. Slíkt sigur bert eitt fávitskut. Og til teirra, ið halda, at vit duga so væl enskt nú í tíðini øll somul, so er bert at siga, at vit duga ongantíð nóg væl eitt fremmant mál. At bronglast á hálvbrotnum enskum er langt ífrá nóg mikið. Eitt hvørt gott úrslit av samskifti er treytað av væl framborn­ um, hampiliga orðaríkum og stíltryggum máli. Bæði á móðurmálinum og á fremmandamáli. Ensk­føroyska og før­ oysk­enska orðabókin er sjálvboðið verk. At fara undir tað er at vita, at eitt úrslit bleiktrar mong, mong ár frammi í tíðini. Og so er tað framíhjá arbeiði, bert við lítlum og ongum útliti til nakra løn aðra enn hana, sum liggur í verkinum sjálv­ um. Vit eiga at vera takksom fyri, at fólk finnast, ið vilja átaka sær arbeiði sum hetta fyri hesa lønina. Tí fáa tit báðir heiðurin í dag! Annfinnur og Jonhard ársins menn Annfinnur í Skála í takkar- røðu síni: Fari at takka løgmanni og Eyðuni Andreasen fyri vøkru orðini. Annars havi eg hug at nevna, at eg nú ein dagin í Sosialinum sá tað stóð: HB fremst, Skála aftast. Nú er aftur vent í holuni. Tað er einki at taka seg aftur í, at orðabókaarbeiði er strævið og í grundini eisini eitt øgiligt putl og kendi enski orðabókamað­ urin, Samuel Jackson, sum livdi í 1700­talinum, segði »making dictionari­ es is dull work«. Og tað hava vit ofta merkt, tá fólk hava spurt, »Annfinn, hvat ger tú?« Eg sigi eg skrivi orðabøkur. »At tú tímir« ella »Tað er gott, at onkur tímir«. Sjálvandi er tað sagt í skemti eisini, men onkun­ tíð hugsar man »kanska eri eg komin á skeiva hill, kanska skuldi eg gjørt okkurt annað«. Stóru menninir í orða­ bókagerð hjá okkum eru Kristian Matras og M. A. Jacobsen, og tá man minn­ ist tær orðabøkur, sum komu út fyrst í 60­unum, vóru týðingarnar reinur skaldskapur, og tað er vónleyst at royna at gera sum hann. Man skal sjálv­ andi eisini minnast til, at orðabølkur skulu fevna um vanligt mál, tær eru annað enn bókmentamál og hámál. Vit kunnu siga, sum gomlu rómararnir søgdu: »tíðirnar broytast, og vit við teimum«, og soleiðis er tað eisini við máli. Tað tykist sum føroyskt er í broyting nú, og tað er sjálvandi bæði gott og ringt, og tá vit fóru undir arbeiðið var tað sjálvandi fyri at stuðla undir, at mál­ ið ikki púra gleið burtur. Kanska verða orðabøk­ urnar ov lítið brúktar, tí eg havi fleiri ferðir sæð at tað stendur: »Nú skal bera ella bresta«, tá vit saktans høvdu funnið í orðabókunum »Nú skal røkka ella støkka«. Bretar hava eitt mál, sum teir ikki duga, og tað kunnu teir væl liva við. Okkara størsti trupulleiki er, at føroyskt er nógv størri enn vit halda. Vit skjuldu roynt at brúkt málið meiri. Jon­hard Mikkelsen­ og An­n­fin­n­ur í Skála vóru kosn­ir ársin­s men­n­ fyri teirra orðabókaarbeiði Eyðun­ An­dreasen­, fólkalívsfrøðin­gur, var í dómsn­evn­din­i, sum valdi ársin­s kvin­n­u og man­n­