mánadagur 10. mars 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 49 - 10. mars 2008
tíðindi
Grundgevingin hjá
dómsnevndini at
velja Hans Andrias
Sølvará til ársins
kjakvirðisløn,
førd fram av Karin
Kjølbro:
Vit fýra, Jóannes Dalsgaard,
Annleyg Lamhauge og Jón
Brian Hvidtfelt, hava havt
tann heiður at meta um,
hvør skal hava ársins Kjak
virðisløn, og vit eru samd
um at orða okkum soleiðis:
Torført er at siga nakað nýtt
um demokratiið og fólka
ræði, men tað, sum oftast
verður víst á í hesum høpi,
eru orðini hjá Voltaire, ið
livdi í 18. øld, nevniliga: Eg
eri ósamdur í øllum tú
sigur, men til mín deyð vil
eg berjast fyri tínum rætti at
siga tað!
Meta vit fólkaræðisligu
politisku skipanina, so vita
vit, at meirilutin til eina og
hvørja tíð ræður. Hetta kann
manngan av minnilutanum
kennast bæði beiskt og
órættvíst. Tí er virðingin
fyri sjónarmiðum annara so
týdningarmikil í fólkaræð
inum.
Hetta merkir, at vit ikki
bert hava høvi og rætt til at
kjakast, men at vit nýta
henda rætt til at kjakast og
finnast at, har vit halda tað
vera verða neyðugt og hósk
andi.
Tað merkir so aftur, at tað
helst skulu vera grundgev
ingarnar, sum sigra, tá stór
ar og smáar avgerðir skulu
takast eitt nú í politikki.
Fólkaræði er í verki ein
prosess. Skal hon ikki
stirvna í tómum ella ófrukt
barum orðadráttum, krevst
eitt støðugt og áhaldandi
samfelagsorðaskifti.
Uttan eitt livandi, sakligt,
breitt og fjølbroytt sam
felagsorðaskifti
verður
fólkaræði ikki ein skipan,
har øll kenna, at tey hava
ávirkan, eru við, eru vird
og eiga lut.
Flest øll munnu vera
samd í hesum. Eisini munnu
vit vera rættiliga samd um,
at tað als ikki er so lætt og
einfalt at taka lut í almenn
um samfelagsorðaskifti.
At varpa ljós á tabuevni,
at finnast at máttmiklum
stovnum og fyritøkum, at
tala opið um átrúnaðarli
viðurskifti, at vísa á trótandi
javnrættindi, at v´sa formli
gar og óformligar valds
bygnaðir er mangan eins
trupult og tað er neyðugt –
ikki minst í lítla samfel
agnum.
Tað er tí neyðugt, at tey,
sum tora, vilja og hava gáv
urnar, verða stuðlað og fáa
at vita, at vit eru mong, ið
virðismeta avrik teirra í
samfelagsorðaskiftinum.
Hans Andrias Sølvará er
júst ein slíkur samfelagsdeb
attørur. Vit halda, at hann
eigur at fáa kjakvirðisløn
2008, tí hann á djarvan,
gløggan og greiðan hátt
hevur víst á týdningin av
einum opnum og erligum
orðaskifti í samfelagnum,
samstundis sum hann dugir
at lurta.
Fyri egna rokning vil eg
leggja aftrat, at tað. er huga
ligt, at førleikin á hesum
øki er so mikil hjá fólkum,
ættað norðan úr myrkrinum.
Hans Andrias hevur røtur í
Múla. Hinumegin fjørðin
gekk ein smádrongur fyri
hundrað árum síðani. Hann
gjørdist frægasti málmaður
okkara og mætasti debatørur
– í Varðanum longu í 1920
unum. Høvuðsæðrin í skriv
ingini hjá Kristiani Matras
var heimbygdin og alheim
urin.
Vit fýra hava gjølla grund
givið fyri avgerð okkara, ið
verður lisin upp í sambandi
við handanina, og tí verður
hon ikki endurgivin her.
Eg fari at ynskja Hans
Andriasi
tillukku.
Vit
vænta, at hann verður ein
góð fyrimynd í tí samfelags
orðaskifti, ið er so neyðug,
og sum ivaleyst fer at menn
ast til gagns fyri fólkaræði
og harvið okkum øll.
Hans
Andrias
Sølvará
í takkar-
røðu síni:
Eg fari at siga stóra tøkk
fyri
hendan
heiðurin.
Takk til løgmann og til
Karin og til Miðlahúsið
fyri hetta tiltakið.
Eg má siga, at tað kom
eitt sindur óvart á meg, tá
Jan (Müller) ringdi til
mín við boðunum um at
eg
skuldi
fáa
ársins
kjakvirðisløn.
Tey evnini, sum eg havi
blandað meg upp í, hava
verið nokk so kontrover
siell, kann man siga, men
júst tí eri eg serliga glaður
fyri hesa virðislønina.
Tað er gott at vita, at onk
ur leggur til merkis tað,
sum man ger.
Tað er altíð gott at kjak
ast; tað er við til at menna
samfelagið og at flyta
mørk, skapar rúm fyri
øllum. Fólkaræði er ikki
eitt fólkaræði uttan eina
virkna kjakmentan, sum
alla tíðina bjóðar teimum
ráðandi sjónarmiðunum
av. Tí eiga vit at leggja
okkum eftir at kjakast um
tey evni, sum veruliga
hava nakran týdning fyri
okkum.
Tað er ikki fyri at hava
rætt, at man leggur seg út
í kjak, men fyri at bjóða
siðbundnu sjónarmiðun
um av. At verða við at
skapa eitt samfelag, har
tær bestu grundgevingar
nar sigra, og eitt samfelag,
har tað er pláss fyri
øllum.
Hetta hevur serligan
týdning í samfelagnum í
dag,
sum
manglar
arbeiðsmegi,
útbúgvin
fólk, kvinnur, sum kunnu
bera okkum longur fram
á mál.
Allar kanningar benda
á, at búskaparligur vøkst
ur er størstur í samfeløg
um, sum hava virðing fyri
øðrvísi
eksistensum.
Granskingar benda á, at
samfeløg, sum hava flest
moskur og flest samkynd
hava størstu búskaparligu
framgongdina. Við øðrum
orðum er tað ikki bara
moralskt rætt at bjóða sið
bundnu sjónarmiðunum
av, tað er eisini búskapar
liga ógvuliga klókt. Og
eg havi so bara roynt at
givið mítt íkast til kjakið.
Enn einaferð stóra tøkk
fyri viðurkenningina.
Hans Andrias ársins kjakvirðisløn
Sámal Jacobsen,
frá Føroya Banka,
handaði Hans Andrias
Sølvará, søgufrøðingi,
og hinum vinnarunum
kekk frá Føroya Banka
Karin Kjølbro, sosialráðgevi og fyrrverandi løgtingskvinna, var
við í dómsnevndini, sum valdi ársins kjakvirðisløn
Mia Káradóttir og Alvi Joensen spældu til handanina