týsdagur 11. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 50 - 11. mars 2008
Ein íslendingur var
ikki í Føroyum í
meiri enn nakrar fáar
tímar, áðrenn hann
gjørdi seg sjálvan til
tjóv og varð koyrdur
av aftur landinum
Stuldur
Áki Bertholdsen
aki@saosialurin.fo
- Eg kundi saktans verið
við í kappingini um at vera
heimsins stuttligasti brots-
maður.
Tað helt ein óheppin
tjóvur fyri í Føroya Rætti
nú ein dagin.
Talan var um ein íslend-
ing, sum var komin til
Føroyar at arbeiða, men tað
eydnaðist honum ikki at
vera í Føroyum í meiri enn
nakrar heilt fáar tímar,
áðrenn tað gekk heilt galið
hjá honum.
Hann skuldi halda til í
einum húsum, sum arbeiðs-
gevari hansara hevði leigað
í Eysturoy og tá ið hann
lendi við Atlantsflogi, stóð
arbeiðsgevarin fyri honum
og vísti honum upp á pláss.
Men longu sama kvøld
fór hann ein túr inn á Statoil
í Skálafirði og har hevði
hann stolið fleiri dunkar við
motorolju og bensini.
Hann var í víðum jogg-
ingbuksum og helt hann
nokk, at tað var hóskandi
uniformur, tí hann fylti sær
fleiri dunkar við olju og
bensini niður í buksubrøk-
urnar og niður í hosurnar.
Men upp aftur álvarsligari
var, at hann stjól eisini eina
uppvørpu, sum annars kost-
aði næstan 14.000 krónur.
Fyri ikki at verða avdúk-
aður, fór hann út ígjøgnum
bakdyrnar við uppvørpini
og setti hana uttanfyri og tó
hana so við sær, tá ið hann
fór víðari við bilinum.
Men tað var alt samalt til
fánýtis,
tí
statoilstøðin
hevði
akkurát
fingið
spildurnýtt vakmyndatól og
har
alt
virksemið
hjá
tjóvinum fangað í frálíkum,
myndum. Tað fekk mannin
at halda fyri, at myndirnar
áttu at verðið sendar til eina
kapping
um
heimsins
stuttligasta brotsmann.
Ein
landsmaður
hjá
manninum, sum búði í
sama húsi, hevði fingið ill-
gruna um, at alt ruggaði
ikki rætt og dagin eftir var
hann á veg til løgregluna
við uppvørpuni, tá ið løg-
reglan kom og handtók
mannin og setti hann í
varðhaldið.
Og so gekk tað skjótt fyri
seg og longu dagin eftir
kom málið fyri í rættinum
og tríggjar dagar eftir at
hann var komin til Føroya,
varð hann longu sendur
avstað aftur.
Vístur av landinum
Ákærin sigur, at Tá ið talan
er um vanligan stuldur, er
tað virðið á tjóvagóðsinum,
sum er avgerðandi. Fer
virðið upp um 6.000-8.000
krónur, verður talan um
eina revsing upp á 30 dagar
treytaða fongsulsrevsing.
Tað merkir, at ger við-
komandi nakað annað revsi-
vert í einum ávísum ára-
máli, verða teir 30 dagarnir
lagdir afturat revsingini og
tá slepst ikki undan at sita.
Í hesum føri var maðurin
eisini dømdur eina treytaða
fongsulsrevsing í 30 dagar.
Men í útlendingalógini
stendur, at er talan um
útlending, ið hevur verið í
Føroyum í styttri enn trý ár,
kann hann vísast av landi-
num, fær hann ein treytaðan
ella treytaleysan dóm.
Í hesum føri metti útlend-
ingastýrið at treytirnar fyri
at hann varð vístur av
landinum, vóru loknar.
Av tí sama varð maðurin
eisini burturvístur úr Før-
oyum í trý ár.
Dómarin helt ikki, at ein
burturvísing fór at fáa so
álvarligar avleiðingar fyri
hann, at hann ikki kann tola
tað.
Sostatt varð hann sendir
aftur til Íslands við fyrsta
flogfari. Og har er lítið at
ivast í, at løgreglan stóð
fyri honum, tí hann er eisini
eftirlýstur í Íslandi.
Ongin forkláring
Tað fyrilá onki um, hví
hann endiliga skuldi stjala
motorolju og smáar dunkar
við bensini.
Ein forkláring kann vera,
at
arbeiðsgevarin
hevði
greitt honum frá, at teir
høvdu skyldu at røkja
bilarnar og at skifta olju á
teimum, men tað varð so
onki sagt um, at teir skuldu
útvega motoroljuna sjálvir.
Men møguliga hugsaði
maðurin heldur ikki klárt, tí
hann greiddi frá, at hann
hevði drukkið og tikið heili-
vág fyri nervarnar og tað er
altíð ein óheppin blanding.
Heimsins stuttligasti
tjóvur tikin í Eysturoy
Ein maður, sum var inni á Statoil í Skálafirði og stjól fyri fleiri túsund krónur, varð avdúkaður av einum myndatóli, sum tók stuldurin upp á sjónband
Krónan í botni
Íslendska krónan er viknað rættiliga nógv í seinastuni, og
hóast fallið hevur mist eitt sindur av ferðini, minkaði
virðið á krónuni hálvt annað prosent afturat í gjár mót-
vegis evruni, japanska yeninum og sveisiska frankinum.
Beint eftir nýggjár kostaði ein evra 92 íslendskar krónur,
men í gjár kostaði hon 105,5 krónur. Fallið mótvegis
sveisiska frankinum er uppaftur størri. Á nýggjárinum
kostaði frankurin 56 krónur og í gjár 67 krónur.
Syrgir flogfelag
Í gjár vóru 64 ár, síðani íslendska flogfelagið
Loftleiðir bleiv stovnað, men felagið er ikki til
longur, tí tað varð seinni lagt saman við Flog-
felagi Íslands undir felags navninum Flogleiðir.
Men Dagfinnur Stefánsson, flogskipari, hevur
ikki gloymt sítt gamla felag, og hann flaggar tann
10. mars á hvørjum ári til minnis um dagin, tá tað
varð stovnað. Dagfinnur viðgongur fyri Vísir, at
hann var harðliga ímóti samanleggingini.