týsdagur 11. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 50 - 11. mars 2008
Krevja endurgjald
Mánadagin møttu sakførarin hjá 19 fyrrverandi
norðsjóvarkavarum í tingrættinum í Oslo, har teir løgdu
fram krav um, at tað almenna skal rinda kavarunum100
mió. krónur í endurgjaldi fyri skaðar, sum kavararnir
fingu av at arbeiða í Norðsjónum. Sakførarin sigur við
NTB, at tær 100 mió. krónurnar eru fyri mista inntøku,
og tí at kavararnir ikki eru førir fyri at arbeiða sum
kavarar longur. Vinna teir, koma 150 krøv afturat.
Fiskivinnulóg útsett
Andstøðan í Grønlandi er í øðini um, at
landsstýrissamgongan hevur gjørt av at bíða við at taka
støðu til eitt uppskot um eina nýggja fiskivinnulóg.
Viðgerðin er útsett, tí fiskivinnunevndin er ikki liðug við
uppskotið, men andstøðuflokkarnir halda, at samgongan
hevur sjálv skyldina av, at arbeiðið ikki er liðugt. IA og
Demokratarnir vísa á, at samgongan fekk fleiri áheitanir
um at seta arbeiðið í verk, men drálaði alt ov leingi.
Maðurin, sum í Føroya
Rætti varð dømdur
eftir §232, ið snýr seg
um blygnaðarskemd,
varð í Eystara Lands
rætti í dag dømdur
eftir §§ 225 og 222.
Samstundis var
revsingin herd frá
teimum átta mánað
unum, maðurin fekk í
Føroya Rætti, upp í 18
mánaðir
BARNAPORNO
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein 50 ára gamal maður varð
í Føroya Rætti í desember
dømdur fyri blygnaðarskemd.
Hetta
hóast
ákæruvaldið
vildi nýta §§ 225 og 222,
sum snúgva seg um »anden
kønslig omgang end sam
leje«.
Ákærdi maðurin hevur í
eitt nærum tíggju ára langt
tíðarskeið misnýtt tríggjar
brøður við at hava fingið
teir at nema við seg og
nøkta seg sjálvan.
Hetta byrjaði í 1998, tá
øll familjan var á frítíðarferð
í Danmark. Har fekk mað
urin
fyrstu
ferð
elsta
bróðurin at nøkta seg í eini
svimjihøll,
og
sambært
dreinginum sjálvum endur
tók hetta seg einar tíggju
ferðir, meðan tey vóru í
Danmark í feriu.
Ákærdi
maðurin
var
giftur
við
ommuni
at
dreingjunum; hon doyði
fyri nøkrum árum síðani.
Hann vildi hava dreingirnar
at hjálpa »abbanum« á ein
serligan hátt kortini.
Elsti beiggin er føddur í
1987, og er tískil 20 ára
gamal í dag. Hann var
sostatt um 11 ára aldur, tá
»abbin« byrjaði at biða um
hesar serligu tænastur frá
dreinginum.
Yngru beiggjarnir eru
føddir í 1992 og 1993, og
miðlingabróðurin hevur tí
bert verið um átta ára aldur,
tá ákærdi maðurin í 2000
byrjaði at fáa hesar serligu
tænastur frá honum.
Í Føroya Rætti í desember
vóru eingi vitni inni og
góvu frágreiðing. Talan var
um eina játtanarsak, og tí
kom tað helst óvart á hjá
ákæruvaldinum, at 50 ára
gamli maðurin varð dømdur
eftir mildaru §232, sum
altso umfatar blygnaðar
skemd. Hendan paragraffin
viðførir eisini, at mál, eldri
enn fimm ár, eru fyrnað.
Og tískil vóru flestu mis
brotini móti elsta beiggj
anum ikki tikin við í Føroya
Rætti, eins og hann bert
fekk 5.000 krónur í endur
gjaldi, meðan yngru beiggj
arnir fingu 15.000 krónur.
Meldaður
Maðurin bað dreingirnar
koma biltúr við sær, og hann
hevði eftir øllum at døma
gjørt seg út til tað, sum
henda
skuldi.
Sambært
frágreiðingini
hjá
elsta
beiggjanum til løgregluna
skifti maðurin kovboybuks
urnar út við joggingbuksur,
og hartil hevði hann sum oft
ast pappírshondklæði í bil
inum at turka upp eftir sær.
Eisini kom fram í Lands
rættinum
í
morgun,
at
dreingirnir fingu pening fyri
á hendan hátt at hjálpa »abb
anum«. Yngsti beiggin hevur
greitt frá, at hann plagdi at
fáa 300 krónur afturfyri.
Miðlingabeiggin fekk eisini
pening, og tann elsti hevði
einaferð fingið 800 krónur
frá ákærda manninum.
Maðurin hevur í langa tíð
misbrotið seg móti elsta
beiggjanum, eisini eftir at
hann var fyltur fimtan. Mið
lingabeiggin varð misnýttur
frá sumri 2000, tá hann altso
bert var átta ára gamal, fram
til apríl 2004. Yngsti beiggin
varð misnýttur frá sumrinum
2005 til juni 2006.
Sum skiltist varð maðurin
uppdagaður
og
síðani
meldaður til Barnaverndina
á staðnum, sum so aftur
meldaði málið til løg
regluna. Eftir hetta steðgaðu
misbrotini, sambært ákærda
partvís tí hann sjálvur helt
seg gera nakað skeivt, men
eisini tí hann varð meldaður,
samstundis sum dreingirnir
tá vórðu blivnir so mikið
vaksnir.
Upp á fyrispurning um,
hvussu ofta hesi misbrotini
fóru fram, hevði maðurin
merkiliga ringt minni, og
svaraði bara av og til. Men
tað kom kortini fram, at
hendingarnar í fyrsta førin
um, altso við elsta beiggjan
um, fór fram á átta ymiskum
støðum. Hvussu ofta hetta
hendi, dugdi maðurin ikki
at siga nærri enn av og til.
Kom á nátt
Í
løgreglufrágreiðingini
greiddi elsti beiggin frá, at
hann, sum hin einasti, hevði
kamar í kjallaranum, og tað
hendi javnan, at 50 ára gamli
maðurin vitjaði á nátt. Eitt
nú kundi tað henda, at hann
kom beinleiðis av skipi og
inn til dreingin. Sambært
dreinginum sjálvum hendi
tað fleri ferðir.
Hendi tað seg, at maðurin
ikki slapp inn, sendi hann
sms til dreingin dagin eftir
fyri at siga, at hann hevði
verið framvið, men slapp
ikki inn.
Í
rættarframløgu
síni
segði ákærin, Finn Ougaard,
at hann kravdi mannin
dømdan eftir upprunaliga
ákæruritinum, og tað merkti
fyri tað fyrsta, at §§ 225 og
222 verða nýttar, samstundis
sum hesar hava eina tíggju
ára fyrningarfreist.
Hann vísti á, at talan var
um ein álitisspurning mill
um familjulimir, og tað
hevur ávirkað dreingirnar,
at tað var »abbin«, sum
vildi hava dreingirnar at
»hjálpa« sær. Finn Ougaard
vísti til líknandi dóm í Dan
mark, har ein ítróttaleiðari
hevi misnýtt fimm dreingir
millum 12 og 15 ár, har var
tað bara hann, sum nøktaði
børnini. Hetta gav ein dóm
upp á tvey ár.
Ákærin endaði við at mæla
til eina revsing upp á 18 mán
aðir móti teimum 15, sum
kravt varð í Føroya Rætti.
Verjin, Anfinn V. Hansen,
helt hinvegin, at teir átta
mánaðirnir, maðurin fekk í
Føroya Rætti, vóru á einari
leið. Hann vísti á, at talan
ikki hevði verið um hóttanir
og tvang, og at tað mátti rokn
ast sum linnandi umstøður.
Men teir tríggir lands
rættadómararnir,
Knud
Knudsen, Bloch Andersen
og Ole Græsbøll Olesen,
gjørdu av at døma mannin
eftir §§ 225 og 222, og fekk
maðurin 18 mánaðir fongs
ul, eins og ákæruvaldið bað
um. Hartil skal maðurin
rinda teimum trimum brøðr
unum 15.000 krónur hvør,
eins og hann eisini skal
rinda fyri rættarútreiðslur
nar.
Misnýtti tríggjar brøður
50 ára gamli maðurin fekk revsingina meira
enn tvífaldaða í landsrættinum. Ístaðin fyri
teir 8 mánaðirnar hann fekk í Føroya Rætti,
skal hann nú inn at sita í 18 mánaðir
Modelmynd: Jens Kristian Vang