Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 50 - 11. mars 2008 Líkbrenning er ein møgu­ leiki í øllum londunum rundan um okkum, men í Føroyum er eingin lík­ brenningarovnur, og van­ liga gravstaðið er einasti møguleiki, tá lívið er liðugt. Í Íslandi gjørdu tey eitt krematorium í 1947, og 15 prosent av jarðarferð­ unum í Íslandi enda í dag við krukkum við øsku, heldur enn kistum við heilum líkum. Í Føroyum hevur ikki verði serligt kjak um hetta evni, tó so, í 1972 sendi ein kona bræv til Tórs­ havnar Kommunu, har hon segði seg vera áhugað í, at seta á stovn Thorshavn Ligbrændingsforening, og í samband við at Kapellið varð vígd í 1951, var staðfest at bygningurin eisini hevði umstøður til at hava eitt krematorium. Spurdur um ætlanirnar um krematorium heilt vóru sleptar, svaraði býargartnarin, at ynski um líkbrenning mátti koma frá fólkinum, tí tað var neyvan góður boðskapur hjá einum borgarstjóra at fara út við, at hann ynskti at brenna fólk. Hetta vóru fleiri fund­ arfólk tó ósamd við, tí hugburðurin til líkbrenn­ ing var broyttur, og tað vóru fleiri í dag, sum ynsktu hendan møguleika. Heðin Mortensen segði, at hann fekk fleiri fyri­ spurningar um krema­ torium, og hansara upp­ fatan var eisini, at hug­ burðurin var broyttur, serliga millum yngri fólk. Hann ivaðist ikki í, at tað var ein yvirkomilig upp­ gáva fyri at land sum Føroyar at byggja og reka eitt krematorium. Bjarni Bæk, prestur, greiddi frá, hvussu ein jarðarferð kundi fara fram, tá líkið skuldi brennast. Tá fór øll jarðarferðin fram antin í kirkjuni ella í serligum kapelli, og jørð verður kasta á kistuna, áðrenn hon verður brend. Katrin Dahl, fyriskipari av fundinum, legði dent á, at spurningurin ikki var um antin ella. Ein nýggjur kirkjugarður má koma, hóast eitt krematorium eisini verður gjørt. DH Á borgarafundi í Hoyvíkar Kirkju í gjárkvøldi legði Tórshavnar Kommuna fram ein lista yvir møgulig nýggj kirkjugarðsstøð. Fitt av fólki var møtt upp, og tey flestu tyktust samd um, at Svartifossur var besta staðið til ein nýggjan kirkjugarð Mynd: Álvur Haraldsen Pengar til umsiting Á hvørjum ári rindar danska veddingartænastan einum serligum grunni 3,5 mió. krónur, sum skulu brúkast til at varðveita gomul træskip. Nú hevur grunnurin biðið um at fáa meiri pengar, men tað hevur fingið onkran til at vísa á, at grunnurin brúkar triðingin av inntøkuni til umsiting og til at løna tveimum starvsfólkum. Eitt nú brúkti grunnurin 2,5 mió. krónur til gomul skip í fjør, meðan 1,1 mió. krónur fór til umsiting, skrivar Ritzau. Danir meta træskipini sum mentanararv og seta tey tí í stand Mynd: DR saman um móti endanum, var niðurstøðan, at Svarti­ fossur hevði størstu undir­ tøku, og at býráðið tí átti at arbeiða víðari við tí sum fyrstu raðfesting. Eftir Svartafoss komu so Kúr­ dalur og Dalurin Langi. Neyðugt alment orðaskifti Frammøttu býráðspolitikar­ arnir fegnaðust um, at hol var sett á orðaskiftið, og onkur helt fyri, at hann hevði fingið eyguni upp fyri, at ein kirkjugarður ikki endiliga skal vera ein stór sløtt fløta, men eisini kann vera eitt lítið, hugnaligt øki. Tróndur G. Leivsson, deildarleiðari í Umhvørvis­ stovuni, staðfesti, at tað hevði stóran týdning, at almenna orðaskifti kom í gongd, áðrenn politikararnir høvdu læst seg fastar í eina loysn. Tí talan er um eina langtíðarbinding av einum øki, har tørvurin fram í tíðina broytist. Um eini hundrað ár skal staðið kanska vera væl egnað sum park. Hann helt tað tí vera neyðugt við einum veru­ ligum orðaskifti, heldur enn at ein nýggjur kirkjugarður var bygdur í óðum verki. Heðin Mortensen segði, at eingin nevnd hevði havt nýggjan kirkjugarð til viðgerðar, tí málið lá framvegis í plandeildini. Fleiri hildu tað tó vera upp á tíðina, at kommunan fór inn í máli og tók eina støðu. Sum ein eldri luttakari segði: ­ Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag. So halt tú bara á at skunda undir, Katrin Dahl. Ynski um líkbrenning