týsdagur 11. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 50 - 11. mars 2008
KirKjugarður
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Hvørt ár verða 100 til 120
fólk jarðað í kirkjugarðinum
við Velbastaðvegin. Hetta
krevur, at eitt nýtt øki á 530
kvatratmetrar verður lagt
afturat hvørt ár, og mett verð
ur at um fimtan ár verður
tørvur
á
900
nýggjum
kvatratmetrum hvørt ár.
Hetta vóru nøkur av
hágtølunum, sum Tóri í
Hoyvík,
býargartnari
í
Havn, legði fram á almenn
um fundi í Hoyvíkar Kirkju
í gjárkvøldi. Fundurin var
komin í lag, tí kirkjuráðið í
Hoyvík fleiri ferðir hevur
eftirlýst,
at
kommunan
tekur støðu til og fer undir
at gera nýggjan kirkjugarð í
Hoyvík.
Tað er løgið at byggja
ein nýggjan bý og hugsa um
alt møguligt, kirkjur, sam
komuhús, skúla, ítróttarøki
og so víðari. Men als ikki
hugsa um ein nýggjan
kirkjugarð, helt Katrin Dahl,
forkvinna í bygginevndini
fyri Hoyvíkar Kirkju, fyri,
tá hon bjóðaði vælkomin í
tættpakkaða fermingarrúm
inum í kirkjuni.
Tað skuldi vera púra
náttúrligt, tí tað er meira
vist, at vit øll skulu í
kirkjugarðin enn, at vit fara
ein túr í eina ítróttarhøll.
Katrin Dahl greiddi frá,
at fleiri fólk høvdu vent sær
til kirkjuráðið við ynskjum
um nýggjan kirkjugarð.
Málið hoyrir til kommun
una, men hóast kirkjuráðið
fleiri ferðir hevði heitt á
býráðið, so er einki hent í
málinum. Tí varð nú skipað
fyri borgarafundi. Fyri at
seta skubb á.
Fleiri møgulig
kirkjugarðsstøð
Kirkjugarðurin við Velba
staðvegin varð tikin í brúk í
1935, og har er framvegis
pláss til nógv nýggj grav
støð, men øki er ikki óenda
ligt. Býargartnarin hevði
kannað onnur møgulig støð
í ella nærhendis Hoyvík, og
niðurstøðan var, at tað vóru
fleiri øki, sum vóru brúkilig
til kirkjugarð.
Listin hjá býargartnara
num var hesin: Dalurin
Langi, sum er settur av til
frí og frítíðarøki. Hetta øki
er tað, ið liggur nærmast
Hoyvíkar Kirkju, bara 400
metrar burturfrá. Kúrdalur,
sum liggur oman í móti
Fornminnissavninum
í
Gomlu Hoyvík, er eisini ein
møguleiki, har er sera
vakurt og frítt. Eitt annað
vakurt og kanska meira
fjálgt stað er undir Svarta
fossi. Har eigur kommunan
eina trøð, sum kann brúkast
til kirkjugarð. Longur niðri
í Hoydølum er eisini ein
møguleiki, og seinasta upp
skotið var niðanfyri Sand
víkar Hjalla, har eitt stórt
frítt øki er tøkt.
Spurningurin
um
at
endurnýta gomlu kirkju
garðarnar var eisini uppi at
venda. Petur Martin Ras
mussen, prestur, segði, at
tað var gamal føroyskur
siður, at endurnýta gravstøð
ella grava omanyvir gamlar
gravir. Tí eru føroysku
kirkjugarðarnir so smáir.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri, helt ikki, at hetta
var ein góð loysn, men
orðstýrarin á fundinum,
Gunn Ellefsen, helt, at hon
einki hevði havt ímóti, at
hennara grøv var endurnýtt,
tá eingin var eftir, sum
vitjaði grøvina.
Livandi kjak um
endastøð
Hugurin at skifta orð um
nýggja kirkjugarðin var
stórur, og fleiri komu við
teirra íkasti. Heðin Morten
sen, borgarstjóri, legði fyri
og segði seg vera fegnast
um uppskotið um Kúrdal,
men Sandvíkar Hjalli var
eisini ein møguleiki.
Helle T. Johansen, sum
hevur skrivað tíðargrein um
evni í Sosialinum í dag,
segði í viðmerking, at hon
helt tað hava stóran týdning,
at staði var eitt gott og
hugnaligt stað at koma, í
mun til kirkjugarðin við
Velbastaðvegin, har tað er
slætt og veðurhart.
Bente
Kjær,
limur
í
kirkjuráðnum, tók undir við
hesum og helt, at Svartifoss
ur var ein upplagdur møgu
leiki, tí har er møguleiki
fyri at skapa ein hugnaligan
og fjálgan kirkjugarð. Fleiri
fundarluttakarar tóku undir
við hesum og hildu, at
Svartifossur var best egnaða
staðið.
Bjarni Bæk, prestur, vísti
eisini á týdningin av, at
kirkjugarðurin ikki lá alt ov
nær tungari ferðslu. Tungir
lastbilar koyra hvønn dag
eftir Velbastaðvegnum, og
hetta kann órógva jarðar
ferðir, og økið úti við Sand
víkarhjalla helt hann liggja
ov tætt at vegi við nógvari
ferðslu.
Tá Katrin Dahl so dróg
Ynskja kirkjugarð
við Svartafoss
Á borgarafundi í Hoyvíkar Kirkju í gjárkvøldið legði Tórshavnar Kommuna fram ein lista yvir
møgulig nýggj kirkjugarðsstøð. Fitt av fólki var møtt upp, og tey flestu tyktust samd um, at
Svartifossur var besta staðið til ein nýggjan kirkjugarð
Tórshavnar Kommuna
eigur eina trøð undir
Svartafossi, sum liggur nær
við Hoyvíkar Kirkju og hini
samkomuhúsini í Hoyvík. Og
semja tyktist vera á fundinum
um, at hetta øki er best
egnað. Ikki minst, tí tað er so
hugnaligt og fjálgt
Mynd: Jens Kristian Vang
Páskastevna hjá Oasuni
Eins og undanfarin ár skipar FRÍKIRKJAN OASAN fyri stórari páskastevnu. Jerome Ocampo
frá Filippinunum verður høvuðstalarin hesaferð. Hann er væl kendur her heima í Føroyum, tí
hann hevur vitjað Oasuna tríggjar ferðir fyrr: Samstundis, sum hann er sera virkin í ómetaliga
stórum ungdómsarbeiði á Filippinunum (www.jesusrev.com), er Jerome meira og meira eftir
spurdur altjóða prædikumaður. Hann er ein brennandi persónur við einum livandi og hugtakandi
andaligum boðskapi. Håvard Berger, ungdómsleiðari frá Kristkirkjuni í Bergen vitjar eisini sam
an við 27 ungfólkum úr Noregi, teirra millum eisini nøkrum úr Føroyum. Hesi koma mánadag
17. mars og fara avstað aftur hósdag 27. mars. Tey fara at hava ymisk andalig tiltøk við talu,
vitnisburði, lovsangi, dansi/drama v. m. saman við okkara egna ungdómsbólki, umframt at tey
fara út í býin at tosa við fólk og biðja fyri sjúkum. Skráin annars verður lýst í bløðunum.