Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 50 - 11. mars 2008 - Hetta hevur verið mítt hjartamál í tjúgu ár, sigur Ingun Gaardbo, deildarleiðari á medisinsku deild um nýggju palliativu eindina heilsuverkið Leo Poulsen leo@sosialurin.fo B6 á landssjúrkahúsinum hevur ligið bakk í útvið eitt ár nú. Hølini eru umvæld, og í hesum sambandi eru tvær av stovunum inn­ rættaðar av nýggjum, so tær frameftir kunnu virka sum ein palliativ deild. Fyrr hava doyggjandi fólk ligið runt um á ymsu deildunum, men nú skulu hesi so savnast á B6. ­ Fyri nøkrum árum síðani varð mett, at tørvurin var tvær til tríggjar sengur, so tá vit nú hava fingið tvær so skujldi tørvurin verið nøktaður, men tað fáa vit ikki at síggja gjøllari, fyrr enn ein tíð er farin, sigur Ingun Gaardbo. Deildin ella eindin er serliga ætlað krabbameins­ sjúklingum, og hon skal virka sum ein deild fyri alt landið. Tí kunnu fólk í prin­ sippinum koma úr øllum landinum, íroknað hinum sjúkrahúsunum. Tað eru ávís kriteriir, sum skujlu verða uppfylt fyri at fólk kunnu koma inn á palliativu deildina. Tey skulu ikki longur verða í aktivari sjúkruviðgerð, men skulu verða komin um tað stadiið, har viðgerð ikki longur er ein møguleiki. Palliativ viðgerð merkir pínulinnandi viðgerð, og tað er síðsta tíðin, meðan fólk bíða eftir deyðanum, at tey koma á palliativu eindina. Hart tiltrongt ­ Tað er harðliga tiltrongt, at vit fáa hesa eindina. Hetta er fyrsta stigið móti einum veruligum hospis í Føroyum, sigur Ingun Gaardbo. Yvirlæknin á medisinsku deild, Erik Wandall, er samdur við Ingun í, at eitt hospis hevði verið ynskiligt, og hann nevnir gomlu dreingjadeildina í Hoydøl­ um sum eina fína loysn, tá studentaskúlin einaferð flytir út. ­ So kundi gamla Sana­ toriið aftur komið til sín rætt, sigur Erik Wandall. Men fyrsta stig á leiðini er so tikið við palliativu eind­ ini, og tað er einki tíðarbil ov tíðliga, at hon kemur. ­ Hetta hevur verið mítt hjartamál í tjúgu ár, sigur Ingun Gaardbo. Sosialurin vitjaði á deild­ ini í gjár, og tá gjørdu tey seg kláran at taka ímóti sjúklingum á medisinsku deild aftur. Tá roknaðu tey eisini við, at fyrstu sjúk­ lingarnir komu á palliativu deildina. Hon er innrættað so, at til ber at gera sær ein kaffi­ ella temunn, eins og pláss er fyri familjunum hjá tí sjúka inni á stovuni. ­ Eisini ber væl til at trilla eina song inn á stovuna ella at reiða eitt ból, so fólk kann sova hjá sjúklinginum, sigur Ingun Gaardbo. Deild fyri doyggjandi Ingun Gaardbo, deildarleiðari á medisinsku deild, og Erik Wandall, yvirlækni á B6 Mynd: Jens Kristian Vang Ein lítil tekøkur er eisini inni á stovuni, so familjan hjá sjúklinginum kann fáa sær okkurt etandi sjálvi Mynd: Jens Kristian Vang Deildarleiðarin og yvirlæknin undir skeltinum sum vísir til palliativu eindina Mynd: Jens Kristian Vang Endeavor á søguligari ferð Sjey astronautar vórðu tíðliga í morgun skotnir út í rúmdina á eina søguliga ferð, sum væntandi verður hin longsta nakrantíð. Átta minuttir eftir lift­off kom nýggjasta ferjan hjá NASA upp í mestu ferð upp á 28.000 km/t. Ferðin er sett at vara 16 dagar harav manningin skal verða 12 dagar á altjóða rúmdarstøðini ISS. Við á ferðini hava teir sjey astronautarnir partar av eini japanskari kanningarstøð sum tilsamans er so stór sum ein tvídekkaður bussur. Eisini skal manningin fimm ferðir »ganga« í rúmdini. Danmark størst skattatrýst Danmark hevur nú heimsins størsta skattatrýst. Hetta hendir eftir at sviar, sum annars lógu á odda í so máta, hava lækkað skattin. Tað vísa hagtøl frá báðum londunum. Og mangt bendir á, at munurin bara veksur komandi árini. Svenski forsætismála­ ráðharrin lovaði nevniliga á landsfundi floksins um vikuskiftið, at hann fer at lætta enn meiri um skattin. Uppskot um skatta­ lættar verður lagt fram til heystar upp á 10 milliardir krónur, og Fredrik Reinfeldt lovar eisini, at svenska skattatrýstið skal niður á 45% í 2010. Danski skattaráðharrin viðgongur, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri Danmark, skrivar Børsen.