týsdagur 11. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 11. mars 2008
13
K
irkjugarðin við Velbastað
vegum í Havn er eitt stórt,
verðurbart slætttlendi. Økið
veksur alsamt, og skjótt er ikki
pláss at víðka meira. Fólkatalið
í Havn økist støðugt, og hervið
talið av fólkum, sum skulu
jarðast. Ætlanir eru nú um ein
nýggjan kirkjugarð í Hoyvík,
og hetta hevur fingið meg at
hugsa um, hvussu ein kirkju
garður kann vera, um vit tora at
hugsa øðrvísi og broyta gamlar
vanar og siðvenjur.
Vanliga er deyði og jarðar
ferðir ikki nakað eg hugsi nógv
um. Sum flest onnur, er tað eitt
evni eg helst vil sleppa undan
at hugsa um. Tað er eitt sindur
óhugnaligt og ræðandi. Kortini,
um er tað nakað, sum vit øll
hava til felags, so er tað, at vit
eina ferð skulu doyggja. Hví so
ikki tosa um tað?
Búsitandi í Hoyvík, havi eg
ein nátúrligan áhuga í einum
komandi kirkjugarði her á
leiðini. Eg havi við jøvnum
millumbilum vitjað í kirkju
garðinum við Velbastaðvegin.
Stundum havi eg, saman við
fleiri, fylgt einum menniskja eg
havi kent, til gravar. Tað er
sjálvsagt ongantíð hugaligt. Tey
seinastu 15 árini hava eg og
maðurin eisini sjálv havt eina
grøv at vitja. Okkara fyrsta
barn, ein sonur, er jarðaður har.
Mangan, tá ið eg havi verið
og vitjað hann, havi eg ynskt, at
kirkjugarðurin hevði verið
meira hugnaligur. Onkur vil
kanska hugsa: “Hvussu kann
tað vera hugnaligt í einum
kirkjugarði, fullur av deyðum
fólki?” Tað haldi eg, tað kann.
Tá ið ringasta sorgin er stilnað
av og hjartaskerandi gráturin er
vorðin til still tár. Tá kann sakn
urin spakuliga verða til stilla
gleði um, at eg hóast alt havi átt
hann, og at hann hóast alt hevur
givið mær okkurt við á mínari
lívsleið. Og tá kann tað vera
hugnaligt at vitja grøvina, og
takka honum fyri, at hann hevur
verið til.
Tað hevði tó verið hugaligari,
um eg ikki mangan eri noydd at
krúpa saman, og við ísakøldum
fingrum halda fast um frakkan,
sum stormurin roynir at skræða
av mær, meðan regnið pískar
niður á ryggin, sum stóð ein
trummuspælari aftanfyri meg.
Veðrið kunnu vit einki gera
við, vilja tey flestu siga, og tað
er rætt. Veðrið kunnu vit ikki
broyta, men umstøðurnar kunnu
vit gera okkurt við. Hóast
veðrið vísir seg frá sínari bestu
síðu, er kirkjugarðurin við
Velbastaðvegin framvegis eitt
stórt slættlendi, har illa fæst
nakað at grógva, og blómutyssir
fara á flog, tí ongastaðni ber til
at finna teimum lívd.
Tá ið eg hugsi um nýggja
kirkjugarðin í Hoyvík, síggi eg
fyri mær ein kirkjugarð, sum í
stóran mun er tillagaður tað
nátúrliga lendið. Ikki sum eitt
stórt planerað slættlendi, men
heldur lagt í terassum. Inn
ímillum eru lagaðir grótgarðar,
og plantað er við veðurhald
góðum runnum, ið eru heilárs
grønir. Ein á rennur tutlandi
gjøgnum kirkjugarðinum. Her
og har standa bonkir, har tú
kanst seta teg og hugsa um tann
tú hevur mist og minnast í frið.
Ein tílíkur kirkjugarður hevði
givið meira lívd til plantur og
møguleika fyri, at tað, ið tey
avvarðandi leggja á grøvina,
sum blómutyssi og kransar,
kann vera liggjandi í frið. Ikki
minst hevði tað gjørt tað meira
hugnaligt at vitja har.
Gaman í, er tað eitt sindur
truplari og dýrari at gera ein
tílíkan kirkjugarð, men hvør
veit, um ikki ein tílíkur frið
kendur kirkjugarður kann vera
við til at hjálpa avvarandi til at
fáa frið í sinnið? Ein kirkju
garður kann eisini vera eitt
friðarstað, tú hevur hug at vitja,
hóast tú ikki hevur ein grøv at
vitja, men kanska bert hevur
tørv á einum friðsælum stað
eina løtu.
Skjóttvaksandi kirkjugarðar
vilja tó framvegis vera ein trupul
leiki. Her komi eg at hugsa um
Hong Kong. Eitt fjarskotið land,
sum tó hevur okkurt til felags
við Føroyar. Aftaná Annan
Heimsbardaga og endan av
borgarakrígnum í Kina, streym
aðu fólk í hópatali til Hong
Kong. Tað varð skjótt trupult at
hýsa øll hesi fólk, og við vaks
andi fólkatali fylgdi eisini vaks
andi tørvur á gravplássum. Tá
var tað, eins og tað er í Føroy
um, vanligt at jarða tey deyðu í
heilum líki, og tey sluppu at
verða liggjandi í allir ævir.
Í 1960unum varð tað greitt
fyri stýrið í Hong Kong, at
okkurt mátti gerast. Vitandi um,
at siðvenja ikki er so at broyta,
hevði stýrið valið millum písk
ella gúlarót. Um tað gjørdi av at
tvinga fólk til at broyta sið
venju, fóru fólk væntandi gera
uppreistur. Stýrið valdi tí
gúlarótsháttin.
Avgjørt varð, at geva fólk
møguleika fyri líkbrenning. Tað
var eitt tilboð – ikki eitt krav!
Øll kundu verða jarðað á
vanligan hátt, í heilum líki, um
ynski var um tað. Fyri vanligar
kinverjar var hetta týdningar
mikið, tí tey høvdu møguleika
fyri at vísa tí deyða virðing
sambært siðvenju.
Stýrið ásetti at um eitt fólk
varð jarðað í heilum líki, kundi
grøvina varðveitast í 5 ár. 4,5 ár
aftaná jarðarferðina fingu
avvarandi bræv um, at tey
kundu heinta tann deyða, ella
fyrihalda seg passiv, og lata tað
almenna taka sær av líkbrenn
ing. Um so var, at tað almenna
skuldi taka sær av líkbrenning
ini, fingu avvarðandi seinni boð
um, hvar krukkan var settur
niður, ella hvar øskan var
spjadd út. Framvegis var talan
tó um eitt tilboð, har avvarandi
høvdu møguleika fyri at velja
ein aðra loysn, sum kanska
hóskaði betri inn í teirra ætt.
Í dag kanst tú ganga ein túr í
Hong Kong, og halda teg ganga
millum háhús við hotellum,
skrivstovum og íbúðum. Uttan
at tú sært tað úttanifrá, kann
talan tó væl vera um ein kirkju
garð. Orsakað av plásstroti hava
tey bygt háhús, har pláss er fyri
nógvum krukkum á hvørjari
hædd. Hvør einstøk krukka
hevur sítt pláss, har eisini er
pláss fyri blómum, myndum og
hvat annað avvarandi hava hug
at seta á »grøvina«. Tað kann
tykjast sera løgið og ópersónligt
at fara at vitja grøvina í einum
háhúsi. Hinvegin, so eru tey
avvarandi ikki í vanda fyri at
verða blást umkoll á einum
veðurbardum slættlendi.
Hugsa vit um Danmark,
hevur tað í nógv ár verið møgu
ligt at velja, um tú vilt brennast
ella jarðast í heilum líki. Grav
plássið verður keypt fyri eitt
ávist tíðarskeið á til dømis 20,
10 ella 5 ár í senn. Á hendan
hátt verður eingin grøv, har
eingin avvarandi er til at passa
grøvina. Samstundis ger tað, at
kirkjugarðurin ikki alsamt skal
víðkast. Summi fólk taka enntá
avgerð um, at tey ikki vilja
hava eitt gravstað, sum tey
avvarandi skulu viðlíkahalda í
nógv ár, men velja heldur at
verða jarðað í eitt grønt øki,
saman við nógvum øðrum. Tá
kunnu avvarðandi fara hagar at
minnast, uttan at skulu hugsa
um viðlíkahald og varðveiting.
Tosa vit um vinnulív, skúla
gongd og annað, so verður sagt,
at vit eiga at menna og fylgja
við broytingunum, sum fara
fram í heiminum rundan um
okkum. Aðrar siðvenjur har
afturímóti hóvar okkum ikki at
broyta. Eg sigi heldur ikki, at
siðvenja bara skal broytast, tí
júst siðvenja er við til at gera
føroyingar til føroyingar og
danir til danir. Men eftir at hava
vitjað kirkjugarðar runt í heimi
num og lisið um broytingarnar í
Hong Kong, eri eg tó vorðin
greið yvir, at tað ber til at
broyta siðvenju og framvegis
hava virðing fyri tí søguliga og
tí estetiska.
Eg havi fulla virðing fyri, at
summi fólk eru av tí áskóðan,
at jarðarferðin skal ganga fyri
seg sum higartil, og at kirkju
garðurin skal síggja út, sum
hann altíð hevur gjørt. Øll hava
rætt til at hava sín egnu áskóð
an. Tí vóni eg eisini, at tað við
tíðini verður virt, at eg fegin vil
hava møguleikan at kunna
velja, um eg vil brennast ella
jarðast í heilum líki. Eftir øllum
at døma, eri eg ikki tann
einasti við tí áskóðan. Herfyri
viðgjørdi ungdómstingið
spurningin um líkbrenning í
Føroyum, og var tað viðtikið at
arbeiða víðari við hesum máli.
Um vit í Føroyum skulu
hava møguleika fyri líkbrenn
ing, og um kirkjugarðurin skal
vera eitt slættlendi, ein viðar
lund ella eitt háhús eru ikki
vanlig kjakevni í føroyskum
orðaskifti, men hví ikki? Vit
enda øll har fyrr ella seinni, so
hví ikki gera vart við, hvussu
vit kunnu hugsa okkum at
skipa lívsins enda, og hvussu
vit sum avvarðandi kunnu
hugsa okkum umstøðurnar, tá
ið vit skulu vitja okkara kæru.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6.000 tekn og skrivað í essay stíli
Kirkjugarðurin – slættlendi,
viðarlund ella háhús?
Næstu ferð:
Tíðargreinin hjá Abby Kirkbride um at vera
útlendingur í Føroyum er útsett til hósdagin
orsakað av aktuella málinum um kirkjugarðar.
Tíðargreinin
tíðargreinin
Helle T. Johansen