týsdagur 11. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 50 - 11. mars 2008
Í farnu viku varð Bjarni Olsen, timb
urmeistari, búsitandi í Argjum, borin
út úr Havnar kirkju.
Hann var meint raktur av ringari
sjúku, og har varð eingin bøn. Hann
mátti leggja árarnar inn. Í Havnar
kirkju átti Bjarni nógv arbeiðsár. Tað
skuldu ábøtur gerast við serligum
handalagi og góðum samskifti við
serkøn fólk. Hetta var tíðarkrevjandi
arbeiði, har vandaliga skuldi farast
um hvørt sprek og hvørja fjøl. Bjarni
Olsen gjørdi tað til lítar. Tað ser
merkti altíð henda blídliga norð
streymoyingin, at arbeiðið skuldi
vera væl frágingið.
Tað var sum um, at hann var frísk
ur og ferðugur fyri ikki so langari tíð
síðani. Hann vitjaði javnan í svimji
høllini og vildi gjarna halda seg í
form, nú arbeiðsorkan gekk undan.
Men tá heilsan ikki fær fylgt við, ber
einki til. Virkin var Bjarni eisini
uttan fyri handverkarafyritøkuna í
dansifelagi her í Havn. Tað var sera
hugtakandi við so góðum sangi inni
í kirkjuni, har góðar røddir frammi í
kór bóru løtuni uppi. Ein virðilig frá
faringarløta, sum Bjarni Olsen fekk.
Sjálvandi dugdi dómpróstur at lýsa
mannin, ið stóð undir børu. Hann
hevði í útvið 5 ár virkað innan hesar
søguligu veggir partar av árinum.
Bjarni borgaði fyri góðsku, tá
hann hevði átikið sær eina arbeiðs
uppgávu. Hann var neyvur innan sítt
fak og fekk eisini av og á positiva til
nevnið Millimetur Bjarni. Tað prógv
ar ikki so lítið um henda merkismann.
Varð fuskað við arbeiðsuppgávun
um, hevndi tað seg bara aftur í
endaliga úrslitinum. Ikki av størstu
monnum, men smidligur og lættur,
og sum navnin hjá tær, Bjarni Bæk
tók til: tú vart so rúmligur.
Bjarni Olsen var ein av teimum
markantu byggimeistarunum, ið stóð
ógvuliga frammalaga, tá Føroya
Handilsskúli varð bygdir, Útvarps
húsið og Norðurlandahúsið, hetta
var tíðliga í ´80unum. Barna
garðinum hjá nonnunum stóð hann
eisini fyri mitt í ´60unum. Snøgg set
hús eru eisini runt um í Havnini, ið
standa sum varðar um ein dúgligan
hondverkara og byggimeistara.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið
yvir Bjarna Olsen, ættaður av Válin
um,
ið
andaðist
á
Lands
sjúkrahúsinum sunnudagin 2. mars,
73 ára gamal.
Kenningar
Bjarni Olsen timburmeistari
á Argjum farin
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Ihme (Immi) Jacobsen í Sørvági andaðist í heim
inum leygardagin, 46 ára gamal. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapellinum týsdagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin
klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Imma kunnu lata
eina peningagávu á konto í Føroya Banka.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
12. mars. Grækarismessa. Til minnis um tann tiltikna
pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann
doyði 12. marts ár 604. Grækarismessa er ein av
teimum døgunum, sum boða várið. Um hetta mundið
kemur flytifuglurin tjaldrið aftur, og av mongum
verður grækarismessa eisini rópt tjaldursdagurin.
Grækarismessuhald, at fagna tjaldrinum, er íkomið í
nýggjari tíð.
Hendan myndin er tikin í
1976, tá ovari fótbóltsvøllur
í Gundadali varð tikin í
nýtslu.
Gamlir garpar úr havnar
feløgunum B36 og HB
spældu dyst hendan dagin.
Aftara rað f.v.: Johan
Restorff Jacobsen (B36),
Marius Johan Jensen (HB),
Eivind Dam (HB), Kjartan
Festurstein (HB), Brynjer
Gregoriussen (HB), Jógvan
»Ki« Jacobsen (B36), Óli
Michelsen (B36), Mortan
Mørk (B36), Tórbjørn Mikk
elsen »Tobbi« (B36), Gunn
leivur Hansen (B36), Øssur
Debes (B36), Nikkels Poul
sen (B36) og Sverri Trónd
Hansen (B36).
Í miðjuni f.v.: Heri Jen
sen (HB), Frank Dam (HB),
Jógvan á Lað (HB) og
Jákup Luth Joensen (HB).
Fremst f.v.: Viggo Planck
(HB), Birgir Hansen (HB),
Jens Wenningsted Mort
ensen »Venna« (HB), Karl
Johan Hansen (B36), Ólav
ur Lambaa (HB), Arnold
Hansen »Alle« (B36), Hans
Marius Mikkelsen (HB),
Kriss Guttesen (B36), Hans
Jákup Egholm (B36) og
Hjørleif Hansen (B36).
Old-boys dystur í Gundadali
www.sosialurin.fo
Mynd: Birgar Johannessen