týsdagur 11. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 11. mars 2008
15
nøvn
Her eru tvær myndir frá Birgar
Johannessen, onnur er frá umleið
1929/30, og hin er tikin í ár. Mynd
irnar eru tiknar á havnaøkinum í
Havn.
Brúgvin frá Skansanum og yvir
á Krákustein varð gjørd einaferð í
1920unum. Fyri at fáa koyrisam
band við havnaøkið var sprongt
gjøgnum bergið, og brúgvin gjørd
fyri at hava samband millum økið
á Krákusteini og Skansan. Brúgv
in varð tikin niður í 1952.
Hóast næstan 80 ár eru millum
hesar myndirnar, sæst at stoypta
fundamentið, tí megin sum Skans
in er, stendur enn, 56 ár eftir at
brúgvin varð sprongd burtur.
Mynstrið á klettinum er ikki
broytt øll hesi árini.
Á ovaru myndini eru menn til
arbeiðis í grótbrotinum, meðan
ein lastbilur koyrir undir brúnni.
Grótið var m.a. nýtt til bygging av
Molanum.
Myndirnar sýna, at nógv er
broytt hesi árini. Gomlu myndina
eigur
Fornminnissavnið
(nr.
8525F030), og nýggju myndina
hevur Birgar Johannessen tikið.
Broytt býarmynd