Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 50 - 11. mars 2008 tíðindi Kendi føroyski majorurin í Frelsunarherinum, Njál Djurhuus er nú at síggja í norskum filmi, har hann spælir saman við teimum heimleysu á gøtunum í Oslo Filmur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Nordisk Film - Eg vil vísa, at tá saman um kemur, er ongin munur á einum ”bumsi” á gøtuni og einum millióningi í fínum klædningi. Í síðsta enda eru vit øll bara menniskju. Soleiðis sigur eldsálin Njál Djurhuus um nýggja filmin ”Gatas Gynt”, sum lýsir tey menniskju á gøtuni í Olso, hann hevur arbeitt við í út við 30 ár. Nú Njál Djurhuus skjótt fer frá fyri aldur, fegnast hann um at kunna leggja ein slíkan film eftir seg. Filmurin er nevniliga ein heiður til hansara børn á gøtuni, sum hann kallar misnýtararnar og tey heimleysu, sum altíð hava havt eitt serligt pláss í hjartanum hjá Njál Djurhuus. Minni og heiður Sjálvur hevur Njál Djurhuus ein lítlan leiklut í filminum sum prestur. Annars hevur hansara uppgáva verið, at fáa tey heim- leysu og misnýtararnar klár til upptøkurnar. - Tað var ikki altíð so lætt. Onkuntíð leitaði eg á gøtunum til langt út á náttina eftir teimum. So var bara at fáa tey í bað sum skjótast, so tey kundu vera klár til dagin eftir. Tann eini hevur hundin hjá sær við í filminum, so onkuntíð mátti hundurin eisini ein túr í baðikarið, flennir Njál Djurhuus hjartaliga. Eftir næstan 30 ár millum mis- nýtarar og heimleys á gøtuni í Oslo er tað lítið, sum kann skaka Njál Djurhuus longur. Hann dylir tó ikki yvir, at tað neit fast, tá tveir av leikararnum doyðu, stutt áðrenn tey fóru í gongd við upp- tøkurnar í fjør. - Teir hildu tíverri ikki til harða lívið á gøtuni í longdini og bukk- aðu undir. ”Gatas Gynt” er ikki minst eitt minni um teir báðar, Njál Djurhuus í norskum filmi Umframt leiklutin sum prestur í ”Gatas Gynt” hevur tað verið uppgávan hjá Njál Djurhuus at fáa tey heimleysu og misn‡tarar klárar til upptøkurnar til filmin