Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 50 - 11. mars 2008 Tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri máls­ ligu menningina hjá føroyskum børnum, at barnatilfar til teld­ ur og sjónvarp er ikki á føroyskum máli. ­ Størstu tapararnir eru børn við ADHD, sum frammanundan eru málsliga illa fyri, og sum sita nógv frammanfyri skýggj­ anum, sigur Lisbeth Gotved Petersen, talu­ pedagogur Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Rópt verður nú varskó, tí føroysk børn, og serliga børn við ADHD ella Damp, læra betri enskt og danskt enn føroyskt. Hetta er avleiðingin av, at filmar, undirvísingartilfar til teldur og telduspøl ikki verða týdd til føroyskt mál. Eitt hitt mest týðandi frá­ lærutilfari til málsliga stimbr­ an hjá børnum og ungum við menningarórógvi ADHD eru telduspøl og filmar. Men av tí at hetta tilfar ikki er at finna á føroyskum, læra tey ikki føroyskt, men enskt og danskt. Sambært kanningum hava fimm prosent av øllum børnum ADHD. Hetta svarar til í miðal eitt barn í hvørjum skúlaflokki ella fleiri børn í hvørjum barnagarði. Hesi børn hava serligan tørv á stuðli og stimbrandi frálæru­ tilfari, tí umframt, at tey hava vánalig bindini, eru tey ofta eisini málsliga illa fyri. Teldan gott amboð Í síðstu viku var svenski pro­ fessarin og sálarlæknin Christopher Gillberg, ser­ frøðingur í ADHD og aut­ ismu í Føroyum og helt fyri­ lestur. Hann vísti á, at eitt eyðkenni hjá børnum við ADHD er, at tey ofta hava mál­ og talutrupulleikar og at málmenningin kemur seint í lag. Seinni sæst, at tey eisini ofta hava lesi­ og skrivitrupulleikar. Hann legði dent á, at teldan er eitt gott amboð hjá hesum børn­ um til at venja bindindi og í málsligu stimbranini, sum annars er ein trupulleiki. Men í Svøríki er tilfarið sjálvandi á móðurmálinum, í mun til í Føroyum, har tað er á enskum ella donskum. Fáa feedback Millum áhoyrararnir til fyri­ lestrarnar var Lisbeth Got­ ved Petersen, telupedagogur, audiologopedur, cand. phil. á Sernámsdeplinum. Hon sigur, at av tí, at hvørki teldu­ spøl ella filmar verða týdd til føroyskt, hava børn, sum frammanundan eru málsliga veik, ilt við at læra føroyskt. Hetta er serliga galdandi fyri børn við ADHD, sum hava tørv á at nýta teldu og sjónvarp, sigur Lisbeth Got­ ved Petersen. ­ Frá telduspølum og undir­ vísingartilfari til teldu fáa børnini beinanvegin feed­ back, sum er so neyðugt hjá teimum. Hetta er eisini orsøkin til, at tey kunnu sita í tímavís frammanfyri telduni og sjónvarpinum, sigur Lisbeth Gotved Petersen. Og hon leggur afturat, at harra Gilberg onki nevndi um, at børnini kunnu fáa málsligar trupulleikar av at sita so nógv frammanfyri telduni. ­ Men hetta má skiljast sum, at tilfarið í Svøríki sjálvandi er á svenskum, sigur hon. Støðugur ágangur Hon vísir á, at sum talupeda­ gogur kennir hon tað sum sína skyldu at gera vart við, at viðurskiftini í Føroyum eru serlig hjá málsliga veik­ um børnum. ­ Tað er ein stórur trupul­ leiki, at nógv børn í Føroyum ikki læra føroyskt nóg væl, og dagstovnar hava leingi gjørt vart við henda stóra trupulleika, sigur Listbeth Gotved Petersen. Hon hevur eisini varhugan av, at føroysk børn hava mál­ og talutrupulleikar í størri mun enn í øðrum londum, har telduspøl, frálærutilfar og filmar eru á móðurmálin­ um. ­ Tað er avgjørt ein vandi, at børnini í Føroyum eru und­ ir støðugum ágangi av frem­ mandum máli, sigur hon. Politisk uppgáva Talupedagogurin heldur tað vera ein politisk uppgávu, at tilfar til børn og ung er á føroyskum máli. Tí heitir hon inniliga á landsstýris­ kvinnuna í Mentamálum um at raðfesta hetta økið, so at tilfarið verður týtt til føroyskt. Eisini skjýtur hon upp, at vit fáa í lag eina skipan, har Kringvarp Før­ oya kann selja teir mongu barnafilmarnar, sum vit longu eiga á føroyskum. ­ Mong foreldur hava leingi ynskt sær at kunna keypt tær annars góðu barna­ sendingarnar, sum Kring­ varp Føroya hevur umsett. Men hetta letur seg ikki gera, tí tær eru ikki til sølu. Hvat er meira natúrligt enn at lata fólk keypa hesar før­ oysku filmar, tá vit nú so harðliga mangla føroyskt til­ far og tá tað er kostnaðar­ mikið at umseta, spyr talu­ pedagogurin. Børn uttan móðurmál Tað er avgjørt ein vandi fyri málsligu menningina hjá børnum, at tey eru undir støðugum ágangi frá fremmandum máli, sigur Lisbeth Gotved Petersen, talupedagogur Bátastevna í Vestmanna Seinastu seks árini hevur Bátastevna verur hildin í mai mánaði. Soleiðis verður aftur í ár. Undanfarin ár hava upp í 200 bátar úr øllum landinum sett hvørjum øðrum stevnu í Vestmanna til hugnaliga samveru. Tónleikur og sangur hava rungað á keiøkin­ um til langt út á kvøldið, og menn og kvinnur hava gingið borð um borð til hugna, reyp og sang.Skipað verður fyri ymsum til­ tøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði vaksin og børn. Tá stevnan nærkast, verður endaliga skráin lýst. Virðisløn frá Norðurlandaráðnum Fyri 14. ferð letur Norðurlandaráðið eina Náttúru­ og umhvørvisvirðisløn. Virðislønin, sum er 350.000 krónur, verður latin »norðurlendskari framleiðslu, uppfinning ella tænastu, sum hevur hjálpt til at minka um orkunýtslu borgaranna«, sum tað verður kallað í treytunum fyri at fáa virðislønina.